fríggjadagur 13. juni 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 112 - 13. juni 2008
Nýggjastu hagtølini
hjá Rúsuni vísa, at
hóast rúsdrekka
nýtslan í Føroyum
er vaksin seinastu
árini, er rúsdrekka
politikkurin hjá tí
almenna væleydnaður
RúsdRekkanýtsla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Føroyingar hava ongantíð
verið so raskir at vitja Rús
una, sum teir vóru í fjør
Tað vísa nýggjastu hag
tølini hjá Rúsuni.
Rúsan er akkurát liðug at
gera rúsdrekkanýtsluna hjá
føroyingum í fjør upp og tí
kann tað nú staðfestast, at
føroyingar hava ongantíð
verið so nógv í rúsuni, sum
í fjør
Í fjør drakk hvør føroying
ur yvir 15 ár 7,18 litrar av
reinum alkoholi og tað eru
0,38 litrar meiri enn í
2006.
Men hetta er næstan ein
heilur litur meiri enn hvør
føroyingur í 1993, sum er
fyrsta árið, Rúsan virkaði,
tí tá drakk hvør føroyingur
yvir 15 ár, 6,28 litrar av
reinum alkoholi í part.
Væleydnaður
rúsdrekkapolitikkur
Men hóast rúsdrekkanýtslan
hjá føroyingum er kvinkað
uppeftir síðani Rúsan kom,
má kortini sigast, at almenni
rúsdrekkapolitikkurin
um
at tálma nýtsluni, hevur
eydnast.
Tað heldur í hvussu so er
Elsa Maria Olsen, stjóri í
Rúsuni.
Hyggja vit eftir nýtsluni
heilt aftur til 1970, er heilt
greitt, at gongdin er tann
rætta vegin, nevniliga, at
nýtslan av brennivíni er
minkandi sum heild og at
nýtslan av veikari sløgum
veksur.
Hon vísir eisini á, at hóast
talan er um ein vøkstur,
hevur nýtslan verið nøkun
lunda støðug seinastu árini
síðani rúsan kom og rús
drekkanýtslan í Føroyum er
framvegis nógv lægri enn í
hinum norðanlondunum.
Men samstundis staðfestir
hon eisini, at í Svøríki er rús
drekkanýtslan nógv vaksin í
fjør, uttan at hon hevur nakra
forkláring upp á tað.
Men havast skal eisini í
huga, at okkurt árið, áðrenn
Rúsan kom, var nýtslan væl
omanfyri tað, hon er nú. Í
1992, sum var síðsta árið,
áðrenn rúsan kom, drakk
hvør føroyingur yvir 15 ár
heilar 8,8 litrar av reinum
alkoholi og tað er tað er met
– í hvussu so er síðani 1970.
Men í 1987 drakk hvør
føroyingur yvir 15 ár 8,10
litrar av reinum alkoholi og
í 1988 var talið 7,50 litrar.
Men tilsamans slepst so
heldur ikki uttanum, at síð
ani 1970, er rúsdrekkanýtsl
an í Føroyum næstan tví
faldað, tí í 1970, drakk hvør
føroyingur yvir 15 ár, 4,40
litrar av reinum alkoholi,
men í fjør var nýtslan komin
upp á 7,18 litrar av reinum
alkoholi.
Drekka veikari
Men undir øllum umstøðum
er tað ein greið gongd, sum
er heilt týðilig og tað er, at
nýtslan av brennivíni mink
ar, men at nýtslan av øli og
víni veksur.
Fyrsta árið, Rúsan virk
aði, drakk hvør føroyingur
yvir 15 ár 2,90 litrar av
brennivíni í part, men í fjør
var talið komið niður á 2,43
litrar.
Tá við vit drukku mest
brennivín, var eisini metárið
1992, tá ið vit drukkku 4,16
litrar av brennivíni í part
fyri hvønn føroying yvir 15
ár.
Hinvegin er nýtslan av
víni vaksið úr 0,54 litrum
fyri hvønn føroying yvir 15
ár í 1993, tá ið Rúsan kom,
upp í 1,16 litur fyri hvønn í
fjør.
Bara
metárið
1992,
drukku vit meiri vín, tí tá
var nýtslan 1,47 litur fyri
hvønn føroying yvir 15 ár.
Sama rákið sæst í nýtsluni
av øli síðani Rúsan kom, tí í
1993 drakk hvør føroyingur
yvir 15 ár 2,84 litrar av øli í
part, men í hvør var nýtslan
3,58 litrar av øli í part til
hvønn føroying yvir 15 ár.
Miðað hevur verið eftir
at fáa fólk at drekka veikari
sløg og eg haldi, at tølini
vísa, at tað eydnast, sigur
Elsa Maria Olsen.
Tað er ein gongd, sum
er til at fegnast um, leggur
hon afturat.
Men tað loypir í eyguni,
at brennivínsnýtslan vaks
bæði frá 2005 til 2006 og
aftur frá 2006 til 2007.
Tilsamans er talan um ein
vøkstur uppá 0,20 litrar
hesi bæði árini og hetta er
ein hampiliga stórur vøkst
ur, tá ið hugsað verður um
gongdina í sjálvari brenni
vínsnýtsluni annars, har
nýtslan hevur verið alsamt
minkandi seinastu árini.
Elsa Maria Olsen veit
ikki, hví so er, men ein for
kláring kann vera, at tey
hava fingið nógv ymisk
sløg av vodka við ymsum
spennandi smakkum, sum
serliga fangar tey yngru og
tað kann hava ávirkað nýtsl
una uppeftir.
Annars sigur Elsa Maria
Olsen, at tað vísir seg, at
føroyingar eru alsamt eru
farnir at keypa betri og dýr
ari vín.
Føroyingar keypa meiri
og meiri eftir dygd, heldur
enn bara eftir sjálvum prísi
num og tað er eisini ein
gongd, sum er at fegnast
um, sigur stjórin í Rúsuni.
Eg haldi, at alt í alt er
gongdin eitt tekin um, at
føroyingar duga at drekka
við máta, sigur Elsa Maria
Olsen.
Ár
Reint alc.
Brennivín
Vín
Øl
70
4,40
2,00
0,16
2,24
71
4,70
1,84
0,20
2,66
72
5,60
2,20
0,25
3,15
73
5,60
2,36
0,28
2,96
74
5,30
2,28
0,34
2,68
75
4,80
2,20
0,45
2,15
76
5,20
2,28
0,56
2,36
77
5,90
2,68
0,52
2,70
78
6,10
2,76
0,52
2,82
79
5,60
2,64
0,46
2,50
80
6,00
3,08
0,55
2,37
81
6,10
2,96
0,51
2,63
82
5,90
2,84
0,44
2,62
83
6,40
3,04
0,46
2,90
84
6,10
2,64
0,36
3,10
85
7,10
3,56
0,48
3,06
86
6,70
2,96
0,45
3,29
87
8,10
3,96
0,61
3,53
88
7,50
3,80
0,49
3,21
89
6,90
2,96
0,60
3,34
90
6,70
3,20
0,62
2,80
91
6,70
3,04
0,76
2,90
92
8,80
4,16
1,47
3,17
93
6,28
2,90
0,54
2,84
94
6,40
2,87
0,58
2,80
95
6,40
2,62
0,58
3,07
96
6,50
2,69
0,65
3,16
97
6,60
2,68
0,66
3,25
98
6,60
2,69
0,70
3,24
99
6,59
2,63
0,73
3,23
00
6,75
2,74
0,81
3,21
01
6,90
2,70
0,90
3,30
02
7,04
2,69
0,89
3,46
03
6,93
2,54
0,90
3,49
04
6,76
2,38
0,99
3,39
05
6,63
2,23
1,05
3,35
06
6,80
2,30
1,10
3,40
07
7,18
2,43
1,16
3,58
Seldir alc. litrar
(ØL-sølan hjá bryggjaríunum er íroknað)
0
20.000
40.000
60.000
80.000
100.000
120.000
140.000
160.000
Brennivín 100.753
96.876
86.788
89.472
90.476
91.297
90.475
95.891
97.303
98.047
93.518
88.038
82.939
86.582
91.273
Øl
98.764
94.630
101.505 105.236 107.177 108.442 111.206 112.547 119.253 125.813 128.691 123.758 124.733 127.843 134.675
Vín
17.668
19.054
19.053
21.582
22.027
23.933
25.065
28.210
32.656
32.490
33.119
36.766
39.110
41.261
43.782
Ár 1993 Ár 1994 Ár 1995 Ár 1996 Ár 1997 Ár 1998 Ár 1999 Ár 2000 Ár 2001 Ár 2002 Ár 2003 Ár 2004 Ár 2005 Ár 2006 Ár 2007
Givnir at skjóta hval
Norskir hvalabátar, sum hava veitt sildreka við
loyvi og kvotu frá Råfisklaget, góvust við veiðini á
midnátt í gjárkvøldið eftir boðum frá samtakinum.
Orsøkin er fyrst og fremst, at nú er so nógv tvøst á
goymslu, at tað stendur á at taka ímóti meiri, skrivar
NTB. Í ár hava norsku hvalabátarnir loyvi at veiða
1.052 sildrekar, men í fjør fingu bátarnir bara
helvtina av kvotuni. Norska kvotan er býtt sundir
ímillum fleiri veiðiøki.
Fara at rudda í Vági
Í morgin skipar Vágs kommuna fyri almennum ruddingardegi. Samstundis við
hetta verður eitt jóansøkubál á Vágseiði, har sangur og røða fara at seta dám á
tiltakið. Dagurin byrjar við morgunmati í Framtíðini og síðani verður farið um
bygdina at rudda. Á middegi fara bilar og fólk frá kommununi at heinta tað inn
savnaða tilfarið og flyta tað út á bálstaðið á Vágseiði. Vesturi á Eiðinum byrjar
tiltakið klokkan 18. Her verður felagssangur, eins og fyrrverandi skiparin,
Absalon Absalonsen flytur fram røðu. Vinnarin í teirri serstøku ruddingarkapp
ingini verður funnin. Eftir at fest er í stóra bálið bjóðar Vágs kommuna kakao
og bollar. Tiltakið endar við at tjóðsangurin verður sungin. Hóast ruddingar
dagurin ikki er fyrrenn í morgin, ber til hjá fólki at koma við ruski vestur á
Eiðið í dag frá kl. 13 til 22. Sami møguleiki verður í morgin frá kl. 13 til 16.
Føroyingar raskari enn
nakrantíð at vitja Rúsuna
Hendan talan vísir, hvussu nógvir litrar eru seldir av brennivíni, víni og øli, síðani Rúsan fór at virka í 1993, til í fjør. Tað
sæst, at nýtslan av brennivíni er minkað eitt sindur, men at nýtslan av víni og øli er vaksin nakað
Hendan talvan vísir, hvussu nógv hvør føroyingur yvir 15 ár
hevur drukkið um árið, heilt síðani 1970, til í fjør. Fremsta
raðið vísir nøgdina, umroknað til reint alkohol og hini røðini
vísa nýtsluna av brennivíni, víni og øli. Rákið er heilt týðiligt,
at nýtslan av sterkum brennivíni minkar, men at nýtslan av
víni og øli, veksur. Men síðani 1970 er samlaða nýtslan næstan
tvífaldað