fríggjadagur 13. juni 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 • 13. juni 2008
Vikuskifti
6
Hóast sjómansheim bæði í
Føroyum og aðrastaðni eru
stongd ella seld, eru útlitini hjá
føroyska sjómansheiminum í
Reykjavík, Ørkini, rættiliga góð.
Tað heldur nýggi leiðarin, Jóan
Karl Høgenesen úr Klaksvík, sum
tók við starvinum fyri hálvum
øðrum mánaða síðani, eftir at
hava siglt næstan alt sítt lív,
harav størsta partin í donsku
sjóverjuni.
Sosialurin var á gátt á Ørkini
í síðsta mánaða, har vit hittu
nýggja leiðaran, sum tá bert
hevði verið í starvi í tvær vikur.
Spurdur um, hví hann
sókti starvið, sigur Jóan Karl
Høgnesen:
Tað gjørdi eg tí, at eg eri
komin nógv á sjómansheimið
her og aðrastaðni, og annars
havi verið nógv í Reykjavík og
dámi væl býin. Hetta er eitt
gott stað, sum er ein savnings
depil fyri føroyingar og hevur
í veruleikanum virkað sum ein
óalmenn føroysk sendistova.
Tá eg so fór frá við eftirløn fyri
einum hálvum ári síðani, og hetta
starvið var leyst, helt eg tað vera
upplagt at søkja tað, sigur Jóan
Karl Høgnesen.
Hann vísir á, at sjómansheimið
í stóran mun virkar sum eitt van
ligt 3stjørnað hotell, sum eisini
útlendsk ferðafólk bíleggja seg
inn á, eins og íslendingar og før
oyingar, ið koma til Reykjavíkar.
Uppgávurnar hjá leiðaranum,
sum í løtuni hevur fýra fólk
afturat sær, eru ymiskar. Leiðarin
ivast ikki í, at tað framvegis er ein
tørvur á at hava eitt sjómansheim
í Reykjavík, sjálvt um struktururin
í sjómans og fiskivinnuni er sera
nógv broyttur seinnu árini, og
at tað tí ikki longur er brúk fyri
sjómansheimum í sama mun sum
fyrr. Til dømis koma fiskiskipini
ikki so oftani inn í fremmandar
havnir longur, meðan farmaskipini
gera ógvuliga skjótt av, tá tey eru
í havn.
Harafturat er komforturin
umborð á skipunum munandi
betri í dag, enn hann nakrantíð
hevur verið, og tí hava mann
ingarnar ikki á sama hátt fyri
neyðini at leita sær upp betri
fysiskar umstøður, tá tær eru í
landi. Eisini er frítíðin umborð
minni, meðan manningarnar
ístaðin eru oftari og longri heima,
enn fyrr, so heimlongsulin spælir
helst ikki inn í sama mun.
– Hvat metir tú sum tína
høvuðsuppgávu sum leiðari á
Ørkini?
Her eru nógvar uppgávur og
eisini uppgávur, sum kanska
ongin hugsar um. Tað verður
spurt um alt møguligt. Hetta er
eitt sjómansheim, sum byggir
Frá sjóverjuni til
sjómansheim
Sum yvirmaður í donsku sjóverjuni í mong ár, skal Jóan
Karl Høgnesen nú royna seg sum leiðara á einum sjómans
heimi. Síðst í apríl flutti hann inn á Ørkina í Reykjavík, sum
hann skal standa á odda fyri komandi tvey árini
Útisetalív
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Sjómansheimið í Reykjavík, Ørkinn, sum er eitt trý-stjørnað gistingarhús, liggur tætt við sjálvt hjartað á íslendska høvuðsstaðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Higartil hava allir leiðararnir á sjómansheiminum í Reykjavík
verið sandoyingar. Nú situr ein klaksvíkingur við róðurpinnin. Tað
er fyrrverandi leiðarin á Vaktar- og Bjargingartænastuni, Jóan
Karl Høgnesen, sum herfyri loysti Símun Hansen úr Skopun av
Mynd: Álvur Haraldsen