fríggjadagur 13. juni 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 112 - 13. juni 2008
Einki summar
uttan Hanus
Einsamalli maðurin við guittara og vísum
sínum er ikki bara føroysk fólkaogn.
Hann er eisini mest sum fast innbúgv á
SummarFestivalinum, har hann sjálvandi
eisini verður í ár
Tónleikur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hanus Gærdum Johansen hevur seinastu tvey ára
tíggjundini ment seg til at vera kanska fremsta
lagasmiðin í landinum. Tulkingar hansara av stór
um norðurlendskum yrkjarum hava verið framúr,
og ikki minst er hann í Føroyum elskaður fyri
framúr framførslurnar av yrkingunum hjá Pól F.
Fyrstu árini hevði Hanus sínar framførslur á
smærru pallunum á SummarFestivalinum, men tá
mjørkin argaði útlendsku nøvnini í fyrraárið, traðk
aðu føroysku nøvnini á stóra pallin við nøkrum
brakandi framførslum.
Somikið brakandi var tann hjá Hanusi, at hann í
fjør var maðurin, sum loftaði fjøldini eftir rock
brakið frá Scorpions. Og hóast tað enn ikki er
greitt, hvar ella nær hann stendur á skránni í ár, so
hevur Hanus so sanniliga prógvað, at hann ikki
smæðist burtur – líkamikið hvørji hini nøvnini
eru.
Sjálvandi eru vit fegin um, at Hanus aftur er við
í ár. Bæði tí hann skjótt kann roknast sum ein
ímynd av festivalinum, men so sanniliga eisini, tí
hann er ein somikið nógv virdur tónasmiðjur, sigur
Steintór Rasmussen, ein av fyriskiparunum av
Summar Festivalinum.
At Gaman og álvara nú er endurútgivin ber væl
boð um, hvussu virdur og elskaður hann er av bæði
ungum sum eldri, og tað eru fá, sum á sama hátt
megna at fanga fjøldina – bara við einum guitara,
sigur hann.
Guitarin, sangurin og maðurin. Líkamikið, hvussu stór
fjøldin er, so fær Hanus G. Johansen fatur í henni allari
Seinasta útgáva
hansara er meira
enn 15 ára gomul, og
framførslurnar hava
sjáldan verið nógvar
í tali. Kortini man
Kári P vera ein tann
fólkakærasti sangarin,
sum føroyingar hava.
Og lítil ivi er um, at
fjøldin fer at syngja
við, tá Villar Víddir,
Kallikatt og kanska
eisini Gullkálvurin
fara at ljóma á
Vágsbøi
Tónleikur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Sum tóna- og orðasmiðjur
hevur hann verið ígjøgnum
at kalla alla menningar-
læruna. Ballingarsangirnar
við Debes og Petersen
høvdu á sín hátt sín sorg-
leysa dám, ið aloftast hoyrir
ungdóminum til. Sum ein-
staklingur skapti hann sær
heiti sum samfelagsrevsari,
tá vælferðarvísur vórðu
sendar á marknaðin í 1979.
Hetta heitið hekk eisini við,
tá Hinumegin Ringvegin
varð send út 12 ár seinni,
men í nógvar mátar var tón-
leikurin og skaldskapurin tá
lyft á eitt heilt annað støði.
Orðini vóru í nógvum før-
um meira hugleiðandi við
einum farra av vísdómi, og
hugburðurin handan orðini
kanska ikki longur eins
bastantur.
Meira enn nakað, so var
tónleikurin tó framvegis
fólksligur. Smíðaður við
serstaka háttalagnum, sum
bert ein veruligur fólkasang-
ur í orðsins sanna týdningi
megnar tað. Hóast nøkur av
løgunum og orðunum eru
lænt frá donskum, íslendsk-
um og svenskum skaldskapi,
so er hamurin framvegis so
serligur fyri Kára P. Og
gjarna við nýbrótandi orða-
smíði aftanfyri. Eitt nú tá
hann
smíðaði
føroyska
orðið fyri nostalgi – aftur-
hvarv. Ella tá hann so meist-
arliga navngav eina sangin
Andvera. Hetta sum ein
andsøgn til tað at vera.
Eins fólkakærur, sum tón-
leikur hansara hevur verið.
Næstan eins lítið hevur
Kári P verið at sæð sum
entertainari. Seinnu árini
hevur talan verið um onkrar
einstakar
framførslur
í
Keypmannahavn, umframt
at hann eisini var partur av
konsert í Norðurlandahúsi-
num, har peningurin fór til
vælgerandi endamál.
Leygarkvøldið á Summ-
arFestivalinum verður hann
tó stóra føroyska navnið.
Og á einum festivali, har
fólksligur og sangbærur tón-
leikur vanliga verður settir í
fokus, ber væl illa til at
ímynda sær eitt betri navn
enn júst Kára P.
Ein meistari
Tónlistarliga eru tað fleir,
sum meta Kára P standa
einsamallan á føroysku tind-
unum. Ein av hesum er
Steintór Rasmussen, sum er
ein av høvuðskreftunum
handan SummarFestivalin,
og hann dylur ikki fyri, at
teir eru bæðir ernir og
fegnir um, at navnið á Kára
P nú kemur á stóru plakat-
ina.
- Tað eru vit sjálvandi.
Kári er eitt sera stórt navn
innan føroyskan tónleik.
Kanska hevur hann ikki
verið so produktivur, sum
fleiri aðrir tónleikarar hava
verið. Men tað framúr væl
frágingið, sum hann hevur
lagt eftir sær. Vælferðarvísur
og Hinumegin Ringvegin
eru sannir varðar innan
føroyskan tónleik. Og sum
eg havi skilt tað, so verða
tað fyrst og fremst løg av
hesum báðum útgávunum,
sum verða framførd.
Tú hevur sjálvur fingist
nógv við tónleik. Hvat er
tað, sum ger, at útgávurnar
hjá Kára framvegis standa
sjónligar, hóast tær komu út
í ávíkavist 1979 og 1991?
- Fyrst og fremst er tað
ótrúliga væl frágingið. Og
hetta er kanska eisini ein
orsøk til, at kvantiteturin
ikki er eins stórur, sum
hann er hjá fleiri øðrum.
Sjálvandi hevur hann lænt
okkurt frá Lundell, Haus-
gaard og Mortens, men
Kári sjálvur er framúr poet-
ur, og eg veit ikki, um nakar
stendur honum kurl í so
máta. Her er veruligt per-
spektiv í sangunum, og stav-
rím og orðaspæl hansara
eru eisini framúr.
Og hann er kanska eisini
ein av teimum, sum ein ung-
ur
Steintór
Rasmussen
hevði sum fyrimynd, tá tú
byrjaði at fáast við tónleik?
- Avgjørt. Vælferðarvísur
var tá hampuliga nýggj, og
har dugdi eg sjálvandi
hvørja strofu uttanat. Eg
havi eisini áður verið til
framførslur hjá Kára, og
tær eru framúrskarandi. So
hetta er veruliga nakað,
sum eg gleði meg til, sigur
Steintór Rasmussen.
Enn er endaliga skráin
fyri SummarFestivalin ikki
løgd, men sum skilst, so
verður tað leygarkvøldið á
stóra pallinum, at tónarnir
hjá Kára P fara at ljóma.
Vísukongurin á
Summarfestivalin
Hóast stóru verkinin bara eru tvey í tali, so munnu fá ivast í, at Kári P er ein tann fremsti tóna-
og orðasmiðjurin, sum føroyingar eiga. Leygarkvøldið sleppur hann at fanga fjøldina á Vágsbøi í
Klaksvík
Ap í fríum falli
Arbeiðaraflokkurin í Noregi fær minni og minni
undirtøku millum veljararnar, og flokkurin er nú
væl minni enn Framburðsflokkurin, ið hevur
yvirtikið leiklutin sum landsins størsti. Ein
nýggj kanning vísir, at var stórtingsval í dag,
hevði Ap fingið 23,9 prosent av atkvøðunum,
meðan Framburðsflokkurin hevði fingið 29,3
prosent. Afturgongdin hjá Arbeiðaraflokkinum
er so stór, at var val nú, hevði stjórnin mist
meirilutan í Stórtinginum.
Landað seinastu
ferð á Sandi
Columbus og Nornagestur eru nú lagdir og fara
ikki til fiskiskap enn á sinni. Orsøkin til hetta er
tann høgi oljuprísurin, skrivar bkv.fo. Seinasta
mánadag var Columbus á Sandi og avreiddi fyri
seinastu ferð á hesum sinni. - Hetta kemur sera illa
við hjá flakavirkinum í Skopun. Teir hava verið
sera trúgvir á Sandi og landað til P/F Sandoy
Seafood, verður sagt.