Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 • 13. juni 2008 á kristiligt grundarlag, og er so­ statt ikki sum eitt vanligt hotell, sjálvt um tað í stóran mun virkar sum hotell. Her koma koma nógv fólk at vitja, og tað verða hildin møtir. Tað fækkar við skipum, men nøkur koma kortini inn, har manningin vitjar her ella vit koma umborð. Hetta er nógv broytt í mun til fyrr. Her koma nógvir føroyingar bæði úr Føroyum og fastbúgvandi í Íslandi. Sjómans­ heimið hevur eisini høli, sum feløg ella bólkar av fólki kunnu leiga um kvøldarnar ella í viku­ skiftunum og í samband við tiltøk, sum verða hildin her, sigur nýggi leiðarin. Avhongur ikki av sjómonnum Sjómansheimið í Reykjavík, Ørkinn, hevði ivaleyst heldur ikki staðið seg so væl, um tað ikki var tí, at tað varð rikið á nærum sama hátt, sum eitt vanligt gistingarhús. Jóan Karl Høgnesen sigur, at styrkin við sjómansheiminum í Reykjavík er, at raksturin ikki er tengdur serliga nógv at, um nógvir ella fáir sjómenn koma til íslendska høvuðsstaðin, tí húsið fær flestu inntøkurnar frá vanligum gistingarhúsvirksemi. Hinvegin, so virkar Ørkin at kalla sum eitt Føroyahús í Reykjavík. – Vit hava verið eitt slag av umboðsstovu, tí tá føroyingar hava eitthvørt at spyrja um her yviri, so venda teir sær oftani til hendanvegin. So vit hava havt uppgávur av øllum møguligum slag, men nú hava vit so fingið eina føroyska sendistovu í býnum, ið skal taka sær av teimum uppgávunum, sigur Jóan Karl Høgnesen. Sjómansheimið hevur ein góðan sal, sum verður brúktur nógv til føðingardagar, konfirma­ tiónir og aðrar veitslur. Ørkinn hevur 20 dupultkømur, har 10 kømur hava tvær sengur eyka, og tískil er pláss fyri fýra fólkum ella einari familju við børnum. Sjómansheimið liggur sera væl fyri í íslendska høvuðsstaðnum. Bæði til sjálvan miðbýin, men eisini til nógv onnur góð støð nærhendis. Spurdur um, hvussu leingi hann ætlar sær at vera leiðari á Ørkini, sigur Jóan Karl Høgnesen, at fyribils verður talan um tvey ár. Sum so nógvir aðrir fór Jóan Karl Høgnesen til skips sum blaðungur – 16 ára gamal – og sigldi nøkur ár. Var síðani við ferðamannaskipinum, Tjaldrinum, ið sigldi millum Føroyar og Danmark. Fór á sjómansskúla frá 1967­69 og gjørdist stýrimaður og skipsførari. Sigldi hjá Mærsk sum stýrimaður í tvey ár. Haðani gekk leiðin á officerskúla í donsku verjuni, og síðani umborð á vaktarskip sum næstovasti í eitt ár. Sigldi síðani hjá Traderline eina tíð, var læraravikar í eitt og fór síðani aftur í donsku verjuna í fast starv í 1979. Hevur millum annað verið í Miðeystri fyri ST ígjøgnum donsku verjuna og seinni í Irak. Eisini hevur Jóan Karl Høgnesen verið leiðari á Vaktar­ og Bjargingartænastuni í hálvtannað ár, ið var eitt tíðarskeið við stórum turbulensi, sum hann nú lagt aftur um seg. Seinastu tvey árini var hann leiðari á eini deild á flotastøðini hjá donsku sjóverjuni í Frederikshavn, til hann í fjør fór á pensjón. Fyri hálvumøðrum mánaði síðan byrjaði hann sum leiðari fyri Ørkina í Reykjavík. Lívsleiðin hjá nýggja leiðaranum Vikuskifti 7