fríggjadagur 13. juni 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 112 - 13. juni 2008
SAMBAND
eirikur liNDeNSkov
eirikur@SoSiAluriN.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Lurtið eisini
eftir vinnuni!
Landsstýrið hevur eftir øllum at døma einki boð
uppá eina loysn av teimum trupulleikum, sum
orsakað av oljuprísinum taka seg upp í fiskivinnuni.
Tað eru bert tvey signal komin frá landsstýrinum.
Annað er, at marknaðarkreftirnar framvegis einsa-
mallar skulu ráða í føroyskum vinnulívi, les fiski-
vinnuni og hitt er, at byrjandi kreppan í hesi vinnu
kann virka til eina neyðuga sanering av flotanum.
Vit sleppa av við nøkur skip, og so verður meira
til tey skip, ið eru eftir. Til fyrra signalið er at siga,
at bert heilt fá lond reka ein búskaparpolitikk,
har liberalu marknaðarkreftirnar einsamallar
ráða. Flestøll lond reka eitt ella annað slag av
konjunkturregulerandi politikki. Heldur ikki her
í Føroyum ráða marknaðarkreftirnar einsamallar.
Fiskivinnan er undirløgd ymsar reguleringar, ið
hava til endamáls at verja fiskastovnarnar og
tryggja burðardygga veiði.
Nú stendur landsstýrið so við tveimum valkostum.
Annar er at gera sum landsstýrið í fimtiárunum og
siga: tað, sum ikki kann standa, má falla. Hitt er at
gera politisk tiltøk, sum tryggja, at eitt minstamát
av skipum hórar undan. Tað fyrra alternativið
er ikki realistiskt hóast útmeldingarnar. Eingin
samgonga sleppur væl frá at lata ein stóran part av
flotanum fara á heysin við tí úrsliti, at stórir partar
av samfelagnum verða raktir av hóparbeiðsloysi.
Tí eigur landsstýrið at stíga varliga. Samtíðis sum
atlit verða tikin til at varðveita stovnarnar og til
lutvísa sanering av flotanum, mugu vit skapa trygg
viðurskifti.
Tað er kanska í lagi, at “kyniskir” búskapar-
frøðingar mæla til at lata marknaðarkreftirnar
einsamallar sanera ein ov stóran flota. Men er
tað ikki eitt sindur ábyrgdarleyst av leiðandi
politikkarum bara at endurtaka tað, sum búskapar-
frøðingarnir siga í slíkari støðu? Landsstýrið hevur
eina politiska ábyrgd. Heldur eigur landsstýrið tí
nú eisini at lurta eftir ráðum frá vinnuni. Støðan
í flotanum er so álvarslig, at tað slepst ikki undan
almennari uppílegging, sigur form. í reiðarafelag-
num. Hansara tilmæli er at gera eina FAS líknandi
skipan fyri fiskiflotan. Hesi ráð falla neyvan í góða
jørð hjá øllum, men hetta er so eitt boð og ein
roynd at fáa tað almenna at rakna við. Landsstýrið
eigur seriøst eftirkanna tey fáu ráð og hugskot,
ið koma frá vinnuni og ikke bert automatiskt
endurtaka, at her skulu bert liberalar marknaðar-
kreftir ráða. Hetta síðsta merkir at lata standa til og
at lata standa til hevur ongantíð verið ábyrgarfullur
politikkur. Vinnan má eisini sjálv vísa vilja. Hvat við
mongu milliónunum, sum reiðarar hava útgoldið
sær í vinningsbýti øll tey góðu árini. Átti partur av
hesum ikki at verið lagdur til síðis til ringari tíðir!
Løgmaður skjeyt upp í samrøðu við Rás2 at seta
bólk at fylgja gongdini. Ger tað nú. Vinnan og
politiska skipanin mugu til at tosa saman.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Marknaðarleiðari: Gudny
Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Leo Poulsen leo@sosialurin.fo
Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Niels Petersen niels@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
epost: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
epost: aki@sosialurin.fo
epost: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 frá kl. 820.00 og
boða frá, leygardag tó frá
kl. 11.0013.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.frí. 816
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadagfríggjadag klokkan 1330
Seinastu 30 árini hava
yvirlæknar á Landssjúkra
húsinum roynt at fingið
føroyingin at trúgva, at
um Klaksvíkar Sjúkrahús
varð kvalt, so fekst skil á
Landssjúkrahúsið
Haldi, at eg fari at leggja í
vaðið, nú øsingin um Lands
sjúkrahúsið kortini er.
Seinastu dagarnir hevur
samstarvsbólkurin á Lands
sjúkrahúsinum kravt løg
mann á fund, tí hesi kenna
seg ótrygg á arbeiðspláss
inum, og hava hildið seg
verið fyri misáliti, meðan
tey hinvegin siga, at tey
hava fult álit á leiðsluni.
Temasendingin hjá Kring
varpi Føroya herfyri var
áhugaverd, har ymiskar
meiningar og metingar
sluppu til orðanna. Sum
vituligt er, hevur nógv ver
ið frammi fyrr, men tørv
andi peningurin hjá sjúkra
húsverkinum er bert øktur.
Kundi seinni hugsað
mær í serstakari grein at
viðgjørt orðini hjá kenda
og væl umhildna yvirlækna
num á Landssjúkrahúsi
num, Jón á Steig, tá hann í
tónlistamáli crescenderaði,
og meðan hann skifti
klangfarvu (ella ljómlit)
við dramatiseraðum orðum
segði, at skal skil fáast á
Landssjúkrahúsið, má
Klaksvíkar Sjúkrahús
niðurleggjast, tí longu eftir
kríggið varð sjúkrahúsið í
Vágum niðurlagt.
Ja, hvat halda tit um
hesar ómotiveraðu útsagn
ir, sum næstan bert er end
urtøka av hansara undan
gongumonnum. Er nakar
sum framvegis trýr hesum?
Primitiv, ómanslig og
elendug framferð
Seinastu 30 árini hava yvir
læknar á Landssjúkrahúsi
num kappast um at geva
Klaksvíkar Sjúkrahúsi
skuldina fyri, at Lands
sjúkrahúsið hevur ligið í
trupulleikum.
Hevði Klaksvíkar Sjúkra
hús verið niðurlagt, so
høvdu vit eitt betri sjúkra
húsverk.
Hetta er primitiv, ómans
lig og elendug framferð, tí
ovurnýtslan hjá Lands
sjúkrahúsinum bara sein
astu tvey árini er umleið tað
sama, sum bæði Suðuroyar
og Klaksvíkar sjúkrahús
hava í rakstri til alt sítt virk
semi samfeld, og framvegis
resta Landssjúkrahúsinum
30 mió. krónur omaná.
Nú talan er um at kenna
seg tryggan á arbeiðsplássi,
áttu starvsfólkini á Lands
sjúkrahúsinum, brúkt eina
løtu og sett seg niður at
hugsa um ágangin á Klaks
víkar Sjúkrahús, ikki frá
vanliga føroyinginum, men
júst frá yvirlæknum og
leiðslu á einum arbeiðs
plássi, sum hevur verið og
er í trupulleikum, við
broytingum frá eini til
trístreingjaða leiðslu, frá
einfaldum stýrislagi til
deplar. Nú er so ætlanin at
seta ein stjóra omanfyri alt.
Fer løgmaður á fund og
letur seg eyðmýkja, sum
kundi verið honum líkt,
heldur enn at vísa seg sum
sterkan leiðara, verður
okkara fremsta sjúkrahús
bert koyrt longur út á egg
ina, og strembanin eftir at
niðurleggja eitt vælvirkandi
sjúkrahús fer at økjast.
Fekst at virka
Sjálvur var eg bæði limur
og formaður í Klaksvíkar
sjúkrahússtýri frá 1977 til
1984, tá sjúkrahúsið var í
síni uppbyggingarfasu.
Yvirlæknarnir á Lands
sjúkrahúsinum vóru eins
grovir tá. Teir vildu ikki
hava samstarv, hóast vit
buðu okkum til at hjálpa.
Nei, eg sigi sum Asbjørn
Lómaklett so skilagott
segði bløðunum nú um
dagarnar, um so var, at
Landssjúkrahúsið einferð
skuldi farið at virkað, er
kortini skeivt at niður
leggja Klaksvíkar Sjúrka
hús, sum virkar væl, sum
hevur virkað fyrimyndar
liga væl seinastu 30 árini
hóast dygga ágangin og
uppgangin frá bæði Lands
sjúkrahúsins yvirlæknum
og leiðslum, og serliga nú
Norðoyatunnilin ger tað
lættari hjá fólki at koma
frá meginlandinum, og
økissjúkrahúsið hjá eystur
oyingum er nærkað.
Ágangur á tað, ið virkar frá tí,
sum er í trupulleikum
JógvAN vIð
KELdU
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.