Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 112 • 13. juni 2008 Mykines: - Tað var vist í tøk­um tíma, at vit fóru undir at endur- reisa minnisvarðan, sigur Eddie Lauritsen, sum er ein av trimum Myk­inesmonnum í nevndini at fáa hetta framt í verk­i. Saman við Ják­up í Løðu og Esbern í Eyðansstovu hava teir sk­ipað so fyri, at minnisvarðin er endurreistur á sama staði, sum hann hevur staðið í sløk­ 60 ár. Her hevur hann staðið á veðurringum staði síðani í 1939. Nú var hann so illa farin av frosti og regni, at eingin ella fá k­undu síggja, hví hann stóð her og hvat endamálið var við hesum laðaða steininum, og uttan nak­rar minnisplátur, ovarlaga í bygdini. Men teir tríggir Esbern, Eddie og Ják­up vildu tað øðrvísi. Fyri teir og mong onnur hevði tað stóran týdning at minnast teir Myk­inesmenn, ið vóru farnir á sjónum og í bjørgunum. - Gjørdu vit ik­k­i nak­að við at fáa minnisvarðan aftur, var vandi fyri, at hann fór at detta niður, sigur hann. Arbeiðið er nú liðugt, og verður minnisvarðin vígdur í næsta mánaði. Sorgarárið 1934 At fáa ein slík­an minnisvarða til eina lítla bygd, tek­ur sjálvandi sína tíð. Í roynd og veru byrjaði arbeiðið longu miðsk­eiðis í 30’unum. Hetta hendi eftir sorgarárið 1934, tá sluppirnar Nólsoy og Neptun gingu burtur. Sluppin Neptun sak­k­ undir Íslandi av einihvørjari ók­endari orsøk­, møguliga av samanstoyti. Við henni fórust ik­k­i færri enn níggju mans úr 17 árum upp í 50 ára aldur úr Myk­inesi. Henda hendingin k­om sera dátt við í bygdini, og stutt eftir varð avgerð tik­in um, at ein átti at fáa endurreist minnisvarðan fyri teir farnu á sjónum. Tá menn so fóru undir at fyri- reik­a eina endurreisn av minnis- varðanum, varð avgerð tik­in um at víðk­a um nøvnini á plátunum. - Vit ynsk­tu eisini at fáa teir við, sum vóru falnir í bjørgunum. Hesi árini eru 37 mans farnir her, greiðir Eddie Lauritsen frá. Fallin minnisvarði Arbeiðið uppá minnisvarðan byrjaði eftir at bygdarfólk­ið var k­omið fyri seg aftur eftir stóru vanluk­k­uk­k­una. Í 1939 stóð minnisvarðin k­lárur at verða vígdur av føroysk­um presti. Tað vildi tó so illa til, at eingin føroysk­ur prestur var í landinum um hetta mundið, uttan Ják­up Dahl, próstur. Men hann var sjúk­ur, so her gjørdist eink­i beinanvegin. - Tá søgdu myk­inesmenn, at tað sk­uldi so eingin dansk­ur prest- ur víga teirra minnisvarða. Og tí varð hann ik­k­i vígdur tá, og er tað heldur ik­k­i enn, greiðir Eddie frá. Fyri nøk­rum árum síðani tók­u teir tríggir – Esbern, Ják­up og Eddie – stig til at fáa henda nú so snotuliga minnisvarðan endurreistan og síðani vígdan. - Ja, tað var neyðugt at gera nak­að við minnisvarðan. Eink­i er gjørt við hann øll hesi mongu árini, og nú var hann næstan dottin niður. - Tað vildu vit ik­k­i hava sitandi á ok­k­um, sigur hann. Fleiri nøvn Tað eydnaðist teimum trimum ídnu myk­inesmonnunum at fáa fólk­ at tak­a minnisvarðan niður og laða hann uppaftur. Hetta arbeiðið var liðugt fyri tveimum árum síðani. Ein partur av arbeiðinum við endurreisnini var avgerðin um, hvussu minnispláturnar sk­uldu síggja út. Semja var um, at rættast var at fáa nýggjar og dagførdar plátur á minnisvarðan. Tær gomlu pláturnar við nøk­rum nøvnum á eru úr sk­ifer og hava hanga nú í Myk­ines k­irk­ju. Hildið var rættast at fáa aðrar og størri plátur til øll nøvnini, sum sk­uldu sk­rivast á. Fyri einum mánaði síðani k­omu tær nýggju pláturnar til landið og vórðu settar upp við minnisvarðan – ein pláta við teimum, ið eru farnir á sjónum og ein við nøvn- unum á teimum sum eru falnir í bjørgunum. Á minnisplátunum sæst, at fyrsti myk­inesmaðurin fórst á sjónum í 1884 og tann seinasti í 2002. Árið, tá fyrsti maðurin fórst í bjørgunum var í 1757 og tann seinasti í 1963. Bispur skal víga Tað er sjálvandi k­ostnaðarmik­ið at fáa endurreist ein slík­an minnisvarða, og her hava teir fingið sera góðan stuðul frá nógvum ymisk­um støðum. Serligan stuðul hava teir fingið frá Lions-felagnum í Vágum og Atlantsflogi, sum við tyrlu hevur flogið alt tilfarið út higar ók­eypis. - Tá so tómt var í ok­k­ara k­assa, tók­ Sørvágs k­ommuna yvir ta seinasta arbeiðið við minnisplátunum, greiðir Eddie frá. Nú verður bert bíðað eftir at núverandi bispur ok­k­ara, Jógvan Fríðrik­sson sk­al k­oma út til Myk­inesar. Sum sk­ilst er ætlanin, at hetta sk­al verða einaferð í juli mánaði. Teir falnu fáa sín m Mykines er ein av bygdunum sum hevur havt sínar falnu – bæði á sjógvi og í bjørgum. Seinni í summar fáa allir hesir 37 menninir umsíðir sín varða. – Tað hevur sín stóra týdning fyri bygdina at hava ein slíkan minnisvarða, sigur Eddie Lauritsen í Mykinesi Minnir Snorri Bend snorri@sosialurin.fo mynd: Jens Kristian Vang