Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 13. juni 2008 13 Í sambandi við 100-ára haldið hjá Klaksvíkar kommunu fær Klaksvík í komandi viku vitjan úr norska vinarbýi teirra, Tróndheimi 100 ár Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Tað er eingin annar enn kommunustjórin í Mentamálum, Gerhard Dalen, sum kemur á vitjan. Hann hevur eisini verið leiðari av Tróndheims Sym­ foniorkestri og er haraftrat kendur sum ein dugnaligur fyrilestrarhaldari. Ein smakk av hesum fáa fólk hósdagin í komandi, tá Gerhard fer at halda ein fyrilestur, ið hann kallar: “Listarlig prýðing av almenna rúminum!” – Er hetta ein óneyðug kommunal byrða ­ ella er tað við til at menna býin?, er ein av spurningunum, sum hann fer at seta í fyrilestri sínum. Við uppá ráð Tróndheim kommuna hevur samtykt, at 1,25 % av íløgu­ karminum skal fara til list­ arlig prýði av kommunalum bygningum og almenna býrúminum. Skipanin hjá kommununi er hon, at listarfólk verða tikin upp á ráð í tilgongdum at velja støð til prýðis, hvat listarligt skal verða lagt eftir – hetta í samráð við arkitektar og býarplan­ leggjarar. Ætlanir eru til dømis um at prýða St. Ólavs Sjúkra­ húsið fyri 100 mió krónur. Ynskið hjá kommununi er, at Tróndheim skal verða heimsins størsta uttandura savn fyri nútíðarlist. Á fyrilesturin verður kunnað í orðum og myndum um skipanir og hvussu langt komið er áleiðis. Pílagrímar til Tróndheim Gerhard Dalen fer somu­ leiðis at halda ein fyrilestur í Christianskirkjan fríggja­ kvøldið í næstu viku. Evnið tá ber heitið: Pílagrímsleiðin til Nidarós. Støðið í fyrilestrinum er tað alsamt vaksandi ynskið hjá fólki at fara á slíkar pílagrímsferðir, og her ætlar Tróndheim at fáa ein avgerandi leiklut. Við pílagrímsvegin til Santiago de Compostella í Spania stendur eitt veg­ skelti, har boðað verður frá: Santiago de Compostella 222 km, Roma 2475 km, Jerúsalem 5000 km og at Tróndheim er 5000 km norðureftir. Ein landsumfatandi verk­ ætlan er farin av bakka­ stokki, har ætlanin er at seta Nidarós (Tróndheim) og Stiklastaðir í miðdepilin fyri pílagrímsferðum. Frá 1994 til 1997 bleiv pílagrímsvegurin millum Oslo og Nidarós endur­ skapaður. Eisini eru píla­ grímsvegir gjørdir til og frá Svøríki. Endamálið er at samanbinda pílagrímsar­ beiðið tættari móti Santiago de Compostella í Spaniu og Vadstena í Svøríki. Fyrilesturin kunnar um eina størri satsing av píla­ grímsvirksemi í framtíðini í norðurlondum eisini. Klaksvík fær enn eina vitjan Fleiri pílagrímar leggja leiðina til Tróndheim og vakra Nidarós- katedralin. Í framtíðini er ætlanin at teir skulu gerast enn fleiri. Hetta fáa klaksvíkingar nú møguleika at frætta nærri um MENTAN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Nuuk og Tórshavn hava havt eitt mentanarsamstarv síðani 1994, og hetta sam­ starv varð víðkað í 1997 til eisini at umfata íslendska høvuðsstaðin, Reykjavík. Borgarstjórarnir í teimum trimum høvuðsstøðunum hittast einaferð um árið, har teir gera av, hvørjum til­ tøkum teir stuðla fíggjar­ liga. Í gjárkvøldið bjóðaði so borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, til døgurða í Móttøkuhúsunum hjá býráðnum. Til undirhald var Sølva Ford biðin at syngja, og borgarstjórin í Reykjavík, Ólafur Friðrik Magnusson, gjørdist so imponeraður av henni, at hann bjóðaði henni til Íslands at verða við til mentanarnáttina í Reykjavík, upp á standandi fót. Talan er í veruleikanum um ein mentanardag, tí byrjað verður longu frá morgunstundini av við Reykjavíkarmaraton, og so verður skipað fyri tiltøkum gjøgnum allan dagin, og hildið verður fram langt út á náttina. Millum tiltøkini eru tón­ leikaframførslur, og millum hesar verður so eisini Sølva Ford. Ein av sangunum verður »As Years Go By« hjá Rolling Stones – tað bað Ólafur Friðrik Magnusson serliga um. Sosialurin hevur gjørt eina samrøðu við borgar­ stjóran í Reykjavík sum heldur, at Tórshavn á mang­ ar mátar er ein fyrimynd fyri Reykjavík. Samrøðan verður í Sosialinum í komandi viku. Sølva til mentanarnátt Í sambandi við fundin hjá grunninum Nuuk/Reykjavík/Tórshavn, sum hevur verið í Havn seinastu dagarnar, bjóðaði borgarstjórin í Reykjavík Sølvu Ford til mentanarnátt í íslendska høvuðsstaðnum Tá Sosialurin gjørdi prátið við Ólafur Friðrik Magnusson á Hotel Føroyum í dag, var Sølva Ford eisini til staðar og gav borgarstjóranum í Reykjavík eitt eintakm av nýggjastu fløgu síni Mynd: Jens Kristian Vang