fríggjadagur 13. juni 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 • 13. juni 2008
Vikuskifti
9
innisvarða aftur
Fólkið í Mykinesi veit alt um tann týdning, sum fuglurin og
fiskurin hava havt fyri tey.
Uttan møguleika at søkja bjørgini og sjógvin, hevði illa borið
til at búleikast á hesi vestastu oyggj okkara. Men hetta hevur
eisini kravt sítt.
Mangan sóust kvinnurnar fara niðan á eitt stað, ovarlaga í
bygdini, á somu leið har gingið verður út í Mykineshólm og tey
góðu fleygingarstøðini.
Á hesum staði høvdu tær gott útsýni yvir havleiðirnar
vestanfyri og inn ímóti Vágalandinum.
Her á tromini stóðu tær mangan óttafullar og eygleiddu havið
og havsins brúsan, meðan tær í hjarta bóru ynskið og bønina
um, at teirra kæru máttu koma heilskapaðir aftur at landi.
Sum oftast gekk væl hóast sjóarilskuna, men tað var ikki
altíð: Ein ella fleiri av teirra kæru komu ikki aftur av sjóferð ella
bjargaferð – 27 á sjónum og 10 í bjørgunum
Tá menn í síni tíð skuldu taka støðu til, hvar minnisvarðin
skuldi setast, var eingin ivi um, at hetta plássið var einasta
rætta.
Her varð minnisvarðin settur tá – og tað er somuleiðis á
hesum staði, at hann nú er endurreistur.
Listin yvir teir farnu er dagførdur á minnisplátuni. Og her
kann tann vitjandi bara staðfesta sum teksturin á talvuni eisini
sigur tað:
Harrin gav. Harrin tók. Lovað veri Harrans navn!
Við ótta og bivan
Í Merkis-verdu minnisplátuni standa nøvnini á teimum
27 monnunum, sum farnir eru á sjónum síðani 1884
Jákup Suni Lauritsen og Eddie Lauritsen hyggja eftir vala verkinum. Henda minnisplátan vigar 750 kilo
» Her á tromini stóðu tær
mangan óttafullar og eygleiddu
havið og havsins brúsan,
meðan tær í hjarta bóru ynskið
og bønina um, at teirra kæru
máttu koma heilskapaðir aftur
at landi «
» Einki er gjørt við hann øll hesi
mongu árini, og nú var hann
næstan dottin niður. Tað vildu vit
ikki hava sitandi á okkum «