Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 112 - 13. juni 2008 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Hvønn einasta dag lata fólk í øllum londum blóð til ein blóðbanka. Á teimum trimum føroysku sjúkrahúsunum eru íalt 1800 blóðgevar skrásettir Blóðgeving Snorri Brend Hóast hetta høga talið, ynskja teir mongu blóðbankarnir kring heimin framvegis at fáa fleiri blóðgevar. Tilgongdin av góðum og lívsneyðugum blóði er enn ikki nóg góð: Veruleikin kring heimin er, at átta av hvørjum tíggju hava ikki atgongd til tryggan blóðflutning. Til tess at varpa ljós á hetta er 14. juni á hvørjum ári lýstur sum altjóða blóðgevadagur. Okkurt árið hevur verið gjørt eitt sindur burtur úr hesum degnum her á landi fyri at vísa fólki á, at tey eisini kunnu gera mun. Teir 1800 føroysku blóðgevarnir lata blóð tilsamans 2000 ferðir um árið. - Hetta svarar til umleið trý prosent av føroyingunum. Ynskiligt var, at talið kom upp á fimm prosent, verður sagt á heimasíðuni hjá felagnum Blóðgevi. 80 mió blóðpakkar kring allan heimin Heiðursløn til blóðgevar: Á aðalfundi í felagnum Blóðgevi í apríl mánaði fingu tríggir blóðgevar eina slipsanál við gull- dropa og aðrar gávur fyri trúgva »tænastu«. Teir hava hvør givið blóð ikki færri enn 75 ferðir. Teir tríggir á myndini eru Bo Warberg, Jógvan Bærentsen og Heðin Nicla- sen, umframt Regin Han- sen sum somuleiðis hevur rokkið hesum talinum Diplomleiðarar fingið prógv Lærarar og leiðarar, f.v.: Ísak N.Jacobsen, útbúgvingarleiðari og Georg Suðurgarð, lærari, Tey sum fingu prógv: Æna Reinert (Landssjúkrahúsið), Egil G. Olsen (Almannastovan), Ingolf Joensen (Fiskaaling P/f), J. Maria Pedersen (Landssjúkrahúsið), Jóan Símun Saltá (Landssjúkrahúsið), John Mortensen (Almannastovan), Jóngerð Nielsen (Landssjúkrahúsið), Jónsvein Simonsen (Dimmalætting), Katrin Toftegaard (Landssjúkrahúsið), Pauli Hofgaard (LM-Electric), Susanne Høgh Olesen, Vagn Foldbo (Heimamissiónin) og Valborg H. Jacobsen (Nærverkið). Jákup Jacobsen frá LM-Electric vantar á myndini. Mynd: Jens Kristian Vang Hósdagin 12. juni 2008 fingu 14 leiðarar handað prógv á Skeiðsdeplinum í Marknagili. Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðari- útbúgving á Føroya Handils- skúla og Tekniska Skúla. Hetta er fimta Diplomleið- arapróvtøkan á Skeiðsdepl- inum. Talan er um útbúgv- ing innan praktiska leiðslu. 7. juni varð henda fitta diddan, Dina Leia Leo, fødd í Ljubljana, Slovenia. Hon vigaði 3230 gr. og var 51 cm long. Foreldrini eru Katrin Leo úr Hoyvík og Fredrik Sjøsten Bjørn úr Gøteborg. Stórasysturin er Alida Sólja Føðingar 16. mai fingu Monika og John Allan Midjord, Fuglafjørður, ein son. Hann var 46 cm. langur og vigaði 2120 gr. 17. mai fingu Eyðgerð á Grønastøð og Birgir Durhuus, Frederiks­ berg, eina dóttur. Hon vigaði 2250 gr. og var 49 cm. long og eitur Karin. 28. mai fingu Sasichon og Uni Mortensen, Tórshavn, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4700 gr. 29. mai fingu Rakul og Regin við Skipá, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3550 gr. 3. juni fingu Diana Lamhauge, Lamba og Jákup L. Baldvinsson, Fuglafjørður, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4400 gr. 5. juni fingu Tina og Jóhan Isaksen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði 2610 gr. 6. juni fingu Petra Thomassen og Ricardo Da Silva Braga, Sandavágur, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3300 gr. 6. juni fingu Mortan og Jónas eina lítla systur. Hon var 57 cm. long og vigaði 4700 gr. Foreldrini eru Dara og Esmar Mikkelsen, Syðrugøta. Fríggjadagin 6.6.08 fingu Torgunn við Streym og Ási Potts, Norðskála, ein son. Hann vigaði 759 gr og var 32 cm langur. Hann hevur fingið navnið Brandur Ásason við Streym. 6. juni fingu Hansa og Jan Eli Dam, búsitandi í Brøndby Strand, ein son. Hann vigaði 3278 gr. og var 52 cm langur. 7. juni fingu Tinna og Thorleif Dahl, Saltangará, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3625 gr. 7. juni fingu Bjarma Gærdbo og Poul Johan Arge, Tvøroyri, ein son. Hann var 47 cm. langur og vigaði 2200 gr. 8. juni fingu Linda Karbech Rasmussen og Gert í Hjøllum, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3550 gr. 9. juni fingu Annelisa og Jens Kristian Rasmussen, Strendur, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3600 gr. 9. juni fingu Esther og Flóvin av Fløtum Jespersen, Argir, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3300 gr. 10. juni fingu Maria í Grund og Tórheðin í Dali, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3200 gr. 11. juni fingu Ásmundur, Gudmundur og Brandur eina lítlasystur, ið var 51 cm. long og vigaði 3300 gr. Foreldur teirra eita Aimi og Helgi Justinussen, Argir. 12. juni fingu Dania Hentze og Michael Dalbø, Norðskála, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3650 gr. 6. juni fingu Hansa og Jan Eli Dam, búsitandi í Brøndby Strand, ein son. Hann vigaði 3278 gr. og var 52 cm langur. 30. maj fekk Anna eina lítlasystir. Hon vigaði 3628 g og var 50 cm long. Foreldrini hjá teimum eru Katrin Kajsdóttir Joensen og Høgni Olsen