Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 • 13. juni 2008 Vikuskifti 10 Eingin narkosulækni kemur sovandi til starvið. Seinastu nítjan árini hevur Theodor Høgagarð brúkt at klintra heilt upp á tindin í sergreinini, anestesi, og hann er nú vorðin yvirlækni. So Theodor er tendraður. Men verri er við tólinum, sum skal geva einum ógvuliga tunglyntum sjúklingi elektrosjokk í morgun. Tólið tykist ikki rættiliga vera vaknað, hóast vit nettupp eru í viðrakningarhølunum á G1. Tað er hetta hølið, sum millum átta og níggju um morgunin verður brúkt til at viðgera sálarsjúklingar við elektrosjokki, tey kalla. Theodor hevur tryggjað sær, at Propofol og Suxameton er skamt­ að rætt til ta heldur hyldligu kvinnuna, sum er um seksti ára aldur. Propofolið er eitt vanligt, stuttvirkandi doyvingarevni. Suxametonið kallar Theodor indianaraeitur. Tað fær vøddarnar at dovna, so krampaherindini av stoytinum ikki verða so ógvuslig, at sjúklingurin fær skaða. Men Suxametonið ger so eisini, at sjúklingurin skal hava andahjálp undir viðgerðini. – Anda djúpt, sigur narkosu­ sjúkrasystirin, Anna Maria, tá ið Theodor sprænir evnini inn í æðrarnar. Og kvinnan er burtur alt fyri eitt. Beinanvegin verður ein blá plastikkverja stungin í munnin á sjúklinginum, so hann ikki bítur seg í vørr og tungu. Og so verða elektrodurnar settar á tinningin, áðrenn tað verður stoytt. Men sum nevnt: Har eru eingi volt! Tað er nú, arbeiði er til allar heilar. Theodor, sum er í grønum buksum og hettu og hvítum kitli, fettir sær á, lyftir smáu brillurnar longri upp á nasaryggin og hugsar við fullari ferð. Hann veit, at Propofolið hevur eina helvtartíð, sum bara er átta minuttir, og at sjúklingurin kann vakna skjótt. – Stoyt aftur, sigur hann við eina ljóshærda kvinnu, sum er í gulari troyggju og kovboybuksum. Hon eitur Gunhild Isfeldt og er sálarlækni. Men heldur ikki tá riggar. – Ókey! Bíða eftir nullinum, sigur Theodor harðmæltari. Og triðu ferð riggar, sæst á doyvdu kvinnuni. Kjálkaliðið darrar, og ravmagnsristingarnar alda oman eftir bróstum og búki. Trý sekund seinni er liðugt. – Fínt! Systolan er 170, sigur Theodor nøgdur á málinum og meinar harvið, at tað hægra blóðtrýstið er ógvuliga gott. Meðan kvinnan raknar við­ aftur, greiðir Gunhild teskandi frá, at elektrosjokkið virkar seretoninfremjandi eins og eydnubollar. Men elektrosjokkið verður bert brúkt, tá ið lyndið á sjúklinginum er so tungt, at heilivágsviðgerð ikki vikar tí. Theodor smoyggir einnýtis­ handskarnar av, tveitir teir í ruskílatið og fer út. Hann er tríog­ fjøruti ára gamal og sálarliga væl fyri, tó at onkur uppliving longu nú hevur fest seg. Millum annað tá ið hann sum narkosulækni í vanlukkutoymi í Danmørk stóð við ein kloyvdan Nissan Almera úti á alfaravegi. Aftan sat ein illa særd genta. Framman lógu tveir deyðir dreingir. Nýkosni yvirlæknin veit ivaleyst, at eitt so væl lønt starv neyvan er ókeypis fyri sálina. Sum hann so rámandi lýsir tað á sínum lestrarmáli: – Tiden sårer alle læger. Sjúklingurin er grátlabilur Morgunin byrjar annars við vaktarskifti um sjeytíðina. Náttarvaktin Jensia greiðir eitt sindur skammfuktað frá, at tær um náttina hava reinsað oyruni á respiratorsjúklinginum fyri fyrstu ferð í átta vikur. – Ordiliga flóvisligt, heldur hon fyri. Gleðiligt er tað tó, at skaða­ stovan hevur ligið still í nátt, so náttarvaktirnar eisini hava havt stundir at vaska hárið á hesum sama respiratorsjúklingi, sum frisørur enntá var hjá henda dagin. Orsøkin til allan hávan er, at sjúklingurin hevur jubileum í dag. Tað eru nú 60 dagar, síðan hann varð lagdur í respirator. Enn anir ein veikur vónarneisti inni á Intensivu. Í dag verður endaliga staðfest, um nýsnollaði sjúklingurin nakrantíð sleppur undan andahjálp. Serfrøðingar uttanlands hava verið og mett møguleikarnar. Øll hini halda eisini andanum av spenningi. Men tíðliga verður sjúklingurin kunnaður um, at teirra tummil tíverri peikar niður eftir. Hann verður respiratorsjúklingur restina av lívinum. Í journalin skrivar narkosulæknin, at sjúklingurin hevur skilt boðskapin. Og so skoytir hann uppí, at sjúklingurin er grátlabilur. Tær eru spakmæltar henda morgunin, sjúkrasystrarnar, meðan tær býta skyldurnar á G1 sínamillum. Maria og Tórgerð fáa skaðastovuna, Sóleyð tekur dagdeildina til skurðsjúklingar, Ann eigur viðrakningarrúmið, og Randi, Hansina og Vónbjørt skulu passa ta intensivu. Nývaknaða og nýforelskaða Hansina geispar hjartaliga. Hon hevur júst skift frá náttarvakt til morgunvakt. – Adjø! Sovið gott, sigur hon »Tiden sårer alle læger« G1. Í dag vitja vit skaðastovuna, bráðfeingis móttøkuna, viðrakningina og intensivu deild á Landssjúkrahúsinum. Morgunin byrjar við einum elektriskum skelki, sum er eitt sindur seinur í vendingini. Sum seinnaparturin fer at halla, síggja vit sperdar sjúkrasystrar og ein lúgvaðan lækna Høgni Mohr Reportasja Lívið á Landssjúkrahúsinum reportasjurøð Theodor Høgagarð, yvirlækni Mynd: Jens Kristian Vang