fríggjadagur 13. juni 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 - 13. juni 2008
15
Jana Jensen, ættað av
Hellunum, andaðist á
Lágargarði í Havn mána
dagin 9. juni, 96 ára
gomul. Bønarhald verð
ur á Lágargarði hós
kvøldið kl. 18. Jarðar
ferðin verður úr Vestur
kirkjuni fríggjadagin kl.
13. Tey, ið vilja minnast
Janu kunnu lata Lágar
garði eina gávu konta í
peningastovni.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Tøkk
Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt mintust
meg á 100 ára føðingardegi mínum,
takki eg hjartaliga.
Blíðar heilsanir
Mourits Sørensen
Týsdag 17. juni verður Fred
erik Joensen (Frederik úr
Sandvík) 90 ár. Síðan krígs
lok hevur Frederik verið
búsitandi suðuri í Vági. Har
giftust hann við Elly Samu
elsen sum verður 85 ár í
august. Tey fingu 5 børn.
Stutt kan sigast um Fred
erik, at hann hevur verið
ein av allar raskastu og fim
astu monnum á sjógv so
væl sum á landi.
Hann royndist sera væl
sum maskinmaður, og ikki
minni væl sum formaður á
útrórðabátum. Hann hevur
roynt bæði línubat, trolara
og slupp. Altíð skilamaður
og góður fiskimaður.
Tá hann ikki var burtur
staddur, hevði Frederik
sunnudagsskúlauppgávur í
Frelsunarherinum í meira
enn 47 ár. Serstaku evnini
at greiða frá, gjørdi hann til
ein sunnudagsskúlalærara
sum nógvir vágbingar við
áhuga hava lurtað eftir.
Frederik og Elly hava
altíð
verið
fyrikomandi
hjún, serstøk evnir at verða
góð við yngra ættarliðið.
Nú eru næstan øll á
garðinum gjøgnum mong
ár farin í Harrans hendur.
Vit takka tykkum fyri, at tit
eru sum tit eru. Sjálvt um
eygur og heilsan ikki er
sum ynskiligt, vóna vit at
hava tykkum millum okkum
í mong ár.
Bestu heilsur og Harrans
signing
yvir
komandi
dagar.
Ein vinur
Fredrik Joensen 90 ár
Dagurin
14. juni. Rufinus, deyður umleið ár 300. Rómverskur
hermaður, sum saman við øðrum varð tikin av døgum
fyri trúar sakir.
15. juni. Valdimarsdagur. Danski kongurin Valdemar
Sigur vann í orrustuni við Reval í Estlandi 1219.
16. juni. Tycho. Í fjórðu ella fimtu øld var hann
biskupur í Amatus á Kypros.
Lítið vistu vit báðir, tá ið vit á heysti
í fjør vældu um hegn á Glyvrafjalli,
at tað bleiv so stokkut, til tú bleiv
kallaður heim. Tað kom dátt við, at
Per doyði mitt í sínum dagsverki á
arbeiðsplássinum. Tað eru bert góð
minnir, ið ein hevur eftir, tá ið ein
kemur at hugsa um Per og tann
vinsæla og tað trúfestið, ið sermerkti
hann. Hann hevði eitt serstakt lyndi.
Ein hoyrdi hann aldri tala niðurset
andi og ei heldur taka lut í útspilling
av øðrum.
Ein kundi heita á Per, um ein hevði
hjálp fyri neyðini, so orðatakið: Bet
ur ein vin nær enn ein bróðir langt
burtur, kundi av sonnum sigast um
Per. Um tað á nakran hátt bar til hjá
honum og somuleiðis Herborg, kon
uni, at rætta eina hjálpandi hond, tá
ið á stóð, so vóru tey fús at hjálpa,
hóast tað er ein djúp gjógv millum
húsini, so var ein trygg brúgv at fara
um undir øllum umstøðum. Sum
grannar bæði hann og pápin hava
vit røkt haga og bø og hava vit mang
an heitt á hvønn annan og hava havt
eitt sera gott og fyrimyndarligt sam
starv. Hvar ið grannar sita væl um
sátt, er ein av teimum dýrgripum,
sum ikki kunnu metast í tímiligum
virði.
Eg minnist dagin væl, tá ið so at
siga róp kom í, tá ið Mona og Tumm
as høvdu fingið ein son. Vit dreingir
nir sigldu við bátum í Stórahyli úti á
Gjómunnanum. Tað var ein fagur
dagur, og vit steðgaðu øllum spæli
og fóru niðan fyri at síggja henda
lítla drong, men tað bar so ikki til
sjálvandi. Hetta var líka sum ein
ljósgeisli av lívi og trivnaði aftan á
ein tiltiknan kavavetur, ið bar við
sær eitt hitt størsta seyðafellið, ið
menn kunnu minnast. Menn høvdu
úr at gera at grava seyð úr skalvi og
at lívbjarga á ymiskan hátt, har tað
var atkomandi.
Góða Herborg og døtrarnar. Vit
duga ikki at meta saknin, men eg
veit, tit hava ta andaligu styrki at
taka ímóti sakni og teimum tungu
løtum, sum standast av einum so
stórum missi. Ein skilir tað best, um
ein sjálvur hevði verið úti fyri slík
um, men lívið má livast framvegis
og tíðin grøðir og minnini um at
hava havt ein góðan mann og pápa,
vilja vera við til at breiða ljós yvir
tíðina framyvir. Eg vil takka fyri
góðan vinskap, ið vit hava havt sam
an og allar tær hugnaløtur, vit hava
sitið heima hjá tykkum og okkum.
Bestu heilsanir frá
Rasmus og Annu Glyvradal
Minningarorð um Per Hansen
Per í Heimistovu - á Glyvrum
føddur 31. mai 1947 · deyður 9. mai 2008
Elly og Frederik Joensen
Prógv
Pauli Joensen, skipsførari, Sundsvegur, Tórshavn, hevur við
Syddansk Universitet lokið prógv sum Master i transport og
maritim management.
Gunnar Isfeld hevur fingið prógv á Universitetinum í
Keypmannahavn sum kandidatur í søgu og religión.
Eyð Berg hevur tann 28/5 lokið prógv sum bachelor
í sjúkrarøktarfrøði á H:S Sygeplejerskeuddannelsen í
Keypmannahavn.
Brúdleyp
Leygardagin 14. juni kl. 14 giftast í sali Frelsunarhersins,
Ingrid H. Petersen, Tórshavn og Marner Kjærbæk, Vági.
Veitsla verður fyri innbodnum á Skúlaheiminum við
Marknagilsvegin kl. 19.
Silvurbrúdleyp
14. juni hava Birgit og Gunnar Nattestad í Miðvági
silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í heiminum á
Hornavegi 5, har øll eru hjartaliga vælkomin til morgunmat
frá kl. 9 til 14.
Lesið Sosialin - so eru tit við