Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 • 13. juni 2008 Vikuskifti 11 langtandi við Jensiu og Teresu, sum fara heim at balla seg. Og so kveitir Hansina yvir á respiratorsjúklingin innan fyri rútin. – Hatta er tolnasta menniskjað í verðini, sigur hon, og í sama andarhaldi rósar hon respirator­ sjúklinginum fyri sín sniðfundiga humor og spíska speisemi. Innan fyri vindeyguni beint uppi yvir Álakeri mannar respirator­ sjúklingurin seg upp. Hann hevur gramt seg um pínu, og tí skal Bjarne Jørgensen, oyra­, nasa­ og hálslækni, kanna hann. Fýra sjúkrasystrar eru hjástaddar, meðan sjúklingurin verður eftir­ hugdur við fipurskopii. Fyrst kikar Bjarne gjøgnum andingarholið í hálsinum niður í lungnapípurnar. Sjúklingurin andar av almakt ímeðan og er sera sperdur. Anna heldur fast í hondina á sjúklinginum. Men serlæknin sær eingi sár. Allar slímhinnur eru normalar. Men iltinnihaldið er bara 65%, so nú verður andahjálpin sett tilaftur. – Flott, sigur Anna við sperda og sveittandi sjúklingin og leggur ein kaldan lappa á pannuna á honum. Tá ið iltinnihaldið aftur er í lagi, hyggur Bjarne millum annað eftir opinum til vældindið. Heldur ikki har svøllur. – Allarhelst er tað bara vanligt stikni fyri at hava eitt fremmanda­ likam í barkanum. Tað oyðileggur ofta svølgskipanina og gevur pínu, tá ið sjúklingurin flytur høvdið. Eg kann einki annað siga enn, at alt er, sum tað skal vera. Hann má læra at liva við, at eitt fremmandalikam er gjøgnum hálsin. Tað er jú ikki normalt ... Akutt heilabløðing Saman við einum ungum turnus­ lækna, ið er tungur á fótum av handbókum og øðrum alneyð­ ugum lummauppsløgum, hava Maria og Tórgerð úr at gera á skaðastovuni. Tær royna at innbinda eitt øklasár, ið ein trý ára gomul genta fekk, tá ið hon rendi fótin í eitt súkkluhjól. – Nei, nei, nei, nei, nei, skríggj­ ar gentan. Men Maria ber skjótt at. Brádliga hevur hon sett eitt plástur á sárið, og so verður bundið inn. – Góðasta, uggar mamman, meðan pápin leggur hondina á økslina á higstrandi gentuni. Løtu seinni leggur Tórgerð eitt firvaldaplástur á ein fýra ára gamlan drong. Ein plastikk­ krokodilla kom fúkandi gjøgnum barnagarðsrúmið og brast á ovaru vørr. Sambært samtyktunum sleppur drongurin at velja sær tvey smá leikapetti, tí hann er so raskur. Hann tekur tveir snurri­ toppar. – Skalt tú ikki hava ein bát, spyr pápin ørkymlaður. Stutt eftir situr ein 26 ára gam­ al maður í sama rúmi. Hann hevur fingið eina jarnstong í tinningin, sum er bólgnaður upp. Einki bendir á skaða. Kom aftur, um tað fer ➘ reportasjurøð