Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 112 - 13. juni 2008 Mánadagin 16. juni verður Ása Mich­el­ sen í Havn 90 ár. Hon h­evur búð á Landa­ vegnum alt lívið, men h­evur kortini upplivað Týskland í Hitlertíðini Ása er dóttur ein kendan havnarmann, Kristian í Hvannasundi. Pápi hansara var Havnar Jógvan, ið sum ungur fyrst fór til Eiðis at arbeiða í handlinum hjá Kruse. Síðan flutti hann til Norðdepil at handla fyri Beck í Klaksvík. Kristian flutti til Havnar í 1901 saman við konu síni Sigrid f. Poulsen, sum var úr Frammistovu í Hvanna­ sundi. Jógvan og synirnir Sámal og Kristian vóru kendir reiðarar og skiparar. Jógvan átti Jubilæ, Ternuna og King Arthur. Sámal var skipari hjá pápanum. Kristian keypti Grundick í 1926 og førdi hana. Systkini hjá Ásu vóru Jógvan, Kristiane, Louisa, Guttorm, Debes og Edgar. Ása var yngst og er nú einsa­ møll eftir. Ása minnist væl til ta tíðina, tá ið tað var so óvist at vera fiskimaður. Ávísa tíð á árinum varð roknað við, at skipini komu heim aftur. Komu tey ikki til tíð­ ina var støðugt órógv á teimum avvarðandi. Van­ liga komu tey kortini, men hjá teimum, har skipini ikki komu, var fyrst óvissan og síðan vissan ræðulig. Eina ferð vóru teir sera seinir aftur. Tá var orsøkin ov gott veður, sum gjørdi at eingin vindur var til at sigla við seglum. Tá ið illveður var heima var eisini órógv á mammuni. Men tá varð hon troystað við, at tað var nú als ikki vist, at illveður var, har sum teir vóru. Í skúla við Landavegin Tá ið tíðini vóru nógvir privatskúlar i Havn. Ása fór í skúla hjá frú Mohr, sum helt til við Landavegin. Hetta var eisini meira høg­ ligt heldur enn at fara oman í sjálva Havnina í Komm­ unuskúlan. Landavegurin var tá heilt fitt uttanfyri býin! Tað var gott at ganga í skúla við Landavegin. Frú Mohr var tá einsamøll um meira enn 50 næmingar. Tað riggaði eisini. 11 ára gomul fór Ása í realskúla. Hetta var ein sera stór broyting at koma millum rættulig havnafólk. Ein varð nærum roknaður sum eitt bygdafrell at koma frá Landavegnum! Tey eru ikki nógv, sum eru eftir av floksfeløgunum. Í 2004 varð skipað fyri eini samkomu í samband við, at tað vóru liðin 70 ár síðan, tey fóru úr Realskúlanum. Tá vóru tær tríggjar, sum vóru við. Umframt Ásu var tað Ása Ringberg, dóttur táverandi amtmannin Hjalm­ ar Ringberg, og Ingibjørg Rasmussen, ættað av Kirkju. Aftaná realskúlan fór Ása at arbeiða í handlinum Tubbakk hjá Lauridsen, sum var dani. Handilin var har Hafnia er nú. Tá fór Ása at læra seg at stenografera hjá Onnu Katrinu Jacobsen. Hon var systur rithøvundan Jørgen Frants Jacobsen. Síðan fór hon at læra seg at skriva uppá maskinu hjá konu Vilhelm Nielsen. Ása kom tá at arbeiða á skrivstovuni hjá sakføraran­ um Helge Simons, sum kom til Havnar í 1924 at arbeiða hjá Poul Effersøe. Hann tók yvir, tá ið Poul doyði í 1926. Simons fór tó skjótt aftur til Danmarkar eftir at Ása var byrjað. Tá helt Børge Husted Andersen fram við virkseminum, og hann var verandi í Føroyum til 1949. Ásu dámdi væl Husted Andersen, sum var góður at arbeiða hjá. Men hetta vóru ringar tíðir, og tað vóru nógv brøv, hon skrivaði við hóttan um, at varð ikki goldið innan ávísa freist, kundi tað enda við tvingsilssølu. Til Danmarkar at arbeiða Tá í tíðini var tað sera populert hjá ungum gentum at fara til Danmarkar at upp­ liva heimin uttanfyri land­ oddarnar. Hetta gjørdi Ása eisini. Hon var tá byrjað at koma saman við Helge Michelsen, sum var sonur Hans Jacob í Dalólastovu. Honum dámdi tað einki, men her var eingin bøn. Ása fekk eitt gott ummæli frá Husted Andersen, og hon søkti sær arbeiði hjá einum sakførara, Skov Jep­ sen á Vestre Boulevard 11 í Keypmannahavn. Her skuldi hon fyrst roynast. Hon fekk dikterað eitt bræv, sum fyrst skuldi stenograferast og síðan skrivast á maskinu. Hetta gekk væl, og hon fekk starvið. Lønin var kr. 150 um mánaðin, meðan hon fekk kr. 125 í Føroyum. Ása slapp at búgva hjá einum eldri hjúnum, har hon hevði tað gott. Helge var komin niður við, men hann fór heim aft­ ur. Hann hevði síðan 1935 arbeitt í Smæruni. Pápi Helge var systkinabarn Hans Jacob i Smærunu Her var lønin so nógv sum kr. 250 um mánaðin. Hetta sig­ ur eisini nakað um munin á konufólka­ og mannfólka­ lønum tá í tíðini. Ása hugnaði sær í Keyp­ mannahavn, har hon kom saman við øðrum føroying­ um. Hon plagdi at koma í Kristiliga Ungmannafelag­ ið, har tann kendi presturin Emil Joensen skipaði fyri. Eisini var farið í Føroyinga­ felag. Sambandið við Helge var við brævskriving. Tjaldrið sigldi aðru hvørja viku, og við hvørjum farti var bræv ella brøv. Fekk vinkonu í Týsklandi Í 1933 kom Ása at skriva saman við eini týskari gentu, Erika. Rikard Long var týskt­ lærari í realskúlanum. Hann hevði fingið áheitan frá skúla í Týsklandi um at útvega føroyskar pennavinir. Hetta var eisini eitt frálíkt høvi at læra týskt, og tað gjørdi Ása eisini. Hetta er eitt samband, sum hevur vart til dagin í dag, í 75 ár. Hetta var árið Hitler tók valdið í Týsklandi. Ása minnist, at Erika í fyrsta brævinun nevndi, hvussu fegin tey vóru um Hitler, sum nú skuldu fáa skil á! Erika var ættað úr Eysturproysen móti polska markinum. Meðan Ása var í Danmark skrivar Erika, at hon nú er á húsarhaldsskúla í Berlin, og hon bjóðar Ásu at koma at vitja hana um hvítusunnuna. Hetta lá hampiliga væl fyri, tí toksambandið var gott til Berlin. Tað vóru ikki nógvir pengar til slíkt, men her fanst ein loysn, og Ása fór. Hon var í Berlin í átta dagar. Ása eigur enn myndir fra hesi ferðini og onkra av teimum hava vit fingið til hesa greinina. Tær báðar nýttu tíðina væl at síggja mest møguligt av Berlin. Millum annað vitjaðu tær tað stadion, har olympisku leikirnir vóru hildnir í 1936. Hesir vóru nýttir sum ein propagandaherferð fyri nas­ ismuni. Hetta visti Ása eisini, tí hon fylgdi væl við. Hon minnist kortini ikki nógv til politisku støðuna, uttan at har vóru nógvir hermenn í gøtunum. Nú var Erika ikki longur so forlipt í Hitler. Hinvegin átti hon eitt systkinabarn, sum framvegis stuðlaði honum. Árið eftir brast kríggið á, og tá fingu tey seg eisini roynd. Erika átti tveir beiggj­ ar, sum vóru í herinum. Tann yngri kom heldur ikki aftur. Tá ið russarar hertóku Týskland við endan av bar­ daganum flýggjaðu tey øll í hvør sína ætt. Pápin endaði sum russiskur fangi. Hann slapp kortini hampiliga skjótt leysur aftur, og familj­ an sameindist aftur. Undir krígnum var einki samband teirra millum. Men beint eftir krígslok tóku tær sambandið upp aft­ ur. Tær hava eisini hitst fleiri ferðir. Fyrstu ferð í Danmark, har Ása vitjaði dótrina. Tær hava eisini vitj­ að hvørja aðra bæði í Týsklandi og Føroyum. Nú verður kortini mest tosað í telefon. Seinast tær prátaðu saman var nú í vikuni. Fór at arbeiða hjá amtmanninum Í oktober 1938 fór Ása aftur til Føroyar. Tað var ringt at fáa arbeiði. Tá søkir og fær hon pláss á skrivstovuni hjá amtmanninum Hilbert. Áðr­ enn hon var sett, var Ása til samrøðu við amtmannin. Hann legði dent á, at einki Ása Michelsen: Havt týska vinkonu í 75 ár Ása, sum verður 90 ár mánadagin Hon varð “noydd” at giftasr við Helge í Smæruni Hesi hús á Landavegi 31 eru ein partur av Havnar skúlasøgu. Her hevði Anna Sofía Mohr skúla við upp til 60 næmingum. Ein av teimum var Ása. Húsini eru til støddar sum eini vanlig sethús í dag. nøvn