fríggjadagur 13. juni 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 112 - 13. juni 2008
Mánadagin 16. juni
verður Ása Michel
sen í Havn 90 ár. Hon
hevur búð á Landa
vegnum alt lívið,
men hevur kortini
upplivað Týskland í
Hitlertíðini
Ása er dóttur ein kendan
havnarmann,
Kristian
í
Hvannasundi. Pápi hansara
var Havnar Jógvan, ið sum
ungur fyrst fór til Eiðis at
arbeiða í handlinum hjá
Kruse. Síðan flutti hann til
Norðdepil at handla fyri
Beck í Klaksvík.
Kristian flutti til Havnar í
1901 saman við konu síni
Sigrid f. Poulsen, sum var
úr Frammistovu í Hvanna
sundi.
Jógvan og synirnir Sámal
og Kristian vóru kendir
reiðarar og skiparar. Jógvan
átti Jubilæ, Ternuna og
King Arthur. Sámal var
skipari
hjá
pápanum.
Kristian keypti Grundick í
1926 og førdi hana.
Systkini hjá Ásu vóru
Jógvan, Kristiane, Louisa,
Guttorm, Debes og Edgar.
Ása var yngst og er nú einsa
møll eftir.
Ása minnist væl til ta
tíðina, tá ið tað var so óvist
at vera fiskimaður. Ávísa
tíð á árinum varð roknað
við, at skipini komu heim
aftur. Komu tey ikki til tíð
ina var støðugt órógv á
teimum avvarðandi. Van
liga komu tey kortini, men
hjá teimum, har skipini ikki
komu, var fyrst óvissan og
síðan vissan ræðulig. Eina
ferð vóru teir sera seinir
aftur. Tá var orsøkin ov gott
veður, sum gjørdi at eingin
vindur var til at sigla við
seglum.
Tá ið illveður var heima
var eisini órógv á mammuni.
Men tá varð hon troystað
við, at tað var nú als ikki
vist, at illveður var, har sum
teir vóru.
Í skúla við
Landavegin
Tá ið tíðini vóru nógvir
privatskúlar i Havn. Ása fór
í skúla hjá frú Mohr, sum
helt til við Landavegin.
Hetta var eisini meira høg
ligt heldur enn at fara oman
í sjálva Havnina í Komm
unuskúlan.
Landavegurin
var tá heilt fitt uttanfyri
býin! Tað var gott at ganga
í skúla við Landavegin. Frú
Mohr var tá einsamøll um
meira enn 50 næmingar.
Tað riggaði eisini.
11 ára gomul fór Ása í
realskúla. Hetta var ein sera
stór
broyting
at
koma
millum rættulig havnafólk.
Ein varð nærum roknaður
sum eitt bygdafrell at koma
frá Landavegnum!
Tey eru ikki nógv, sum eru
eftir av floksfeløgunum. Í
2004 varð skipað fyri eini
samkomu í samband við, at
tað vóru liðin 70 ár síðan, tey
fóru úr Realskúlanum. Tá
vóru tær tríggjar, sum vóru
við. Umframt Ásu var tað
Ása
Ringberg,
dóttur
táverandi amtmannin Hjalm
ar Ringberg, og Ingibjørg
Rasmussen, ættað av Kirkju.
Aftaná realskúlan fór Ása
at arbeiða í handlinum
Tubbakk hjá Lauridsen,
sum var dani. Handilin var
har Hafnia er nú.
Tá fór Ása at læra seg at
stenografera
hjá
Onnu
Katrinu Jacobsen. Hon var
systur rithøvundan Jørgen
Frants Jacobsen. Síðan fór
hon at læra seg at skriva
uppá maskinu hjá konu
Vilhelm Nielsen.
Ása kom tá at arbeiða á
skrivstovuni hjá sakføraran
um Helge Simons, sum
kom til Havnar í 1924 at
arbeiða hjá Poul Effersøe.
Hann tók yvir, tá ið Poul
doyði í 1926. Simons fór tó
skjótt aftur til Danmarkar
eftir at Ása var byrjað. Tá
helt Børge Husted Andersen
fram við virkseminum, og
hann var verandi í Føroyum
til 1949.
Ásu dámdi væl Husted
Andersen, sum var góður at
arbeiða hjá. Men hetta vóru
ringar tíðir, og tað vóru nógv
brøv, hon skrivaði við hóttan
um, at varð ikki goldið innan
ávísa freist, kundi tað enda
við tvingsilssølu.
Til Danmarkar
at arbeiða
Tá í tíðini var tað sera
populert hjá ungum gentum
at fara til Danmarkar at upp
liva heimin uttanfyri land
oddarnar. Hetta gjørdi Ása
eisini. Hon var tá byrjað at
koma saman við Helge
Michelsen, sum var sonur
Hans Jacob í Dalólastovu.
Honum dámdi tað einki,
men her var eingin bøn.
Ása fekk eitt gott ummæli
frá Husted Andersen, og
hon søkti sær arbeiði hjá
einum sakførara, Skov Jep
sen á Vestre Boulevard 11 í
Keypmannahavn.
Her skuldi hon fyrst
roynast. Hon fekk dikterað
eitt bræv, sum fyrst skuldi
stenograferast
og
síðan
skrivast á maskinu. Hetta
gekk væl, og hon fekk
starvið. Lønin var kr. 150
um mánaðin, meðan hon
fekk kr. 125 í Føroyum.
Ása slapp at búgva hjá
einum eldri hjúnum, har
hon hevði tað gott.
Helge var komin niður
við, men hann fór heim aft
ur. Hann hevði síðan 1935
arbeitt í Smæruni. Pápi
Helge
var
systkinabarn
Hans Jacob i Smærunu Her
var lønin so nógv sum kr.
250 um mánaðin. Hetta sig
ur eisini nakað um munin á
konufólka og mannfólka
lønum tá í tíðini.
Ása hugnaði sær í Keyp
mannahavn, har hon kom
saman við øðrum føroying
um. Hon plagdi at koma í
Kristiliga Ungmannafelag
ið, har tann kendi presturin
Emil Joensen skipaði fyri.
Eisini var farið í Føroyinga
felag.
Sambandið við Helge var
við brævskriving. Tjaldrið
sigldi aðru hvørja viku, og
við hvørjum farti var bræv
ella brøv.
Fekk vinkonu
í Týsklandi
Í 1933 kom Ása at skriva
saman við eini týskari gentu,
Erika. Rikard Long var týskt
lærari í realskúlanum. Hann
hevði fingið áheitan frá
skúla í Týsklandi um at
útvega føroyskar pennavinir.
Hetta var eisini eitt frálíkt
høvi at læra týskt, og tað
gjørdi Ása eisini.
Hetta er eitt samband,
sum hevur vart til dagin í
dag, í 75 ár. Hetta var árið
Hitler tók valdið í Týsklandi.
Ása minnist, at Erika í fyrsta
brævinun nevndi, hvussu
fegin tey vóru um Hitler,
sum nú skuldu fáa skil á!
Erika
var
ættað
úr
Eysturproysen móti polska
markinum. Meðan Ása var
í Danmark skrivar Erika, at
hon nú er á húsarhaldsskúla
í Berlin, og hon bjóðar Ásu
at koma at vitja hana um
hvítusunnuna.
Hetta lá hampiliga væl
fyri, tí toksambandið var
gott til Berlin. Tað vóru ikki
nógvir pengar til slíkt, men
her fanst ein loysn, og Ása
fór. Hon var í Berlin í átta
dagar.
Ása eigur enn myndir fra
hesi ferðini og onkra av
teimum hava vit fingið til
hesa greinina. Tær báðar
nýttu tíðina væl at síggja
mest møguligt av Berlin.
Millum annað vitjaðu tær
tað stadion, har olympisku
leikirnir vóru hildnir í 1936.
Hesir vóru nýttir sum ein
propagandaherferð fyri nas
ismuni. Hetta visti Ása
eisini, tí hon fylgdi væl við.
Hon minnist kortini ikki
nógv til politisku støðuna,
uttan at har vóru nógvir
hermenn í gøtunum.
Nú var Erika ikki longur
so forlipt í Hitler. Hinvegin
átti hon eitt systkinabarn,
sum
framvegis
stuðlaði
honum.
Árið eftir brast kríggið á,
og tá fingu tey seg eisini
roynd. Erika átti tveir beiggj
ar, sum vóru í herinum.
Tann yngri kom heldur ikki
aftur. Tá ið russarar hertóku
Týskland við endan av bar
daganum flýggjaðu tey øll í
hvør sína ætt. Pápin endaði
sum russiskur fangi. Hann
slapp
kortini
hampiliga
skjótt leysur aftur, og familj
an sameindist aftur.
Undir krígnum var einki
samband
teirra
millum.
Men beint eftir krígslok
tóku tær sambandið upp aft
ur. Tær hava eisini hitst
fleiri ferðir. Fyrstu ferð í
Danmark, har Ása vitjaði
dótrina. Tær hava eisini vitj
að hvørja aðra bæði í
Týsklandi og Føroyum.
Nú verður kortini mest
tosað í telefon. Seinast tær
prátaðu saman var nú í
vikuni.
Fór at arbeiða hjá
amtmanninum
Í oktober 1938 fór Ása aftur
til Føroyar. Tað var ringt at
fáa arbeiði. Tá søkir og fær
hon pláss á skrivstovuni hjá
amtmanninum Hilbert. Áðr
enn hon var sett, var Ása til
samrøðu við amtmannin.
Hann legði dent á, at einki
Ása Michelsen:
Havt týska vinkonu í 75 ár
Ása, sum verður 90 ár mánadagin
Hon varð “noydd” at giftasr við Helge í Smæruni
Hesi hús á Landavegi 31 eru ein partur av Havnar skúlasøgu. Her hevði Anna Sofía Mohr skúla
við upp til 60 næmingum. Ein av teimum var Ása. Húsini eru til støddar sum eini vanlig sethús
í dag.
nøvn