fríggjadagur 13. juni 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 • 13. juni 2008
Vikuskifti
12
at mala fyri tær, eru boðini hann
fær.
Og ein gamal vestmenningur,
sum var áhaldsin og hevur brákað
høgra herðablað, fær fatl og
ávísing um 1 gramm av panodili
og 600 milligramm av Brufeni
sum pínulinna.
– Eg? Fjúrtan dagar í fatli? Ája,
sigur gamli, sum hvørki tykist
trúgva upp á fatl ella tablettir.
Homøopatiskur fýrur.
Klokkan hálvgum eitt frættist,
at ein sjúkrabilur úr Klaksvík er
komin til Skálafjarðar. Hann koyrir
neyðsend við einum manni um
seksti ára aldur. Sjúklingurin er
Karsten Hansen, løgtingsmaður.
Tvær narkosusjúkrasystrar eru
við. Illgruni er um, at løgtings
maðurin hevur heilabløðing.
Fyrsta, sum Tórgerð fer at kanna,
er, um tað ber til at fáa sjúklingin
við Atlantsflogi klokkan 17.30.
Klokkan eitt er ýlandi sjúkra
bilurin komin fram. Karsten
liggur á síðuni. Hann hostar
illa og goysir grøna spýggju úr
sær. Tórgerð og medisinska
forvaktin, John Karstensen,
taka ímóti. Rullað verður skjótt
innar á skaðastovu 1, og stutt
eftir fer sjúklingurin við lyftu til
skanningar.
Tórgerð rennur upp gjøgnum
trappurnar og yvir móti CT
skannararúminum á aðru hædd.
Tey sleppa ikki inn. Har er upp
tikið.
– Hann er fullkomiliga stabilur,
staðfestir onnur narkosan.
– Hvussu er satureringin, spyr
hin.
– Hundrað, svarar Tórgerð.
– Hevur tú kallað anastesiina?
– Ja, eg havi tosað við
Theodor, svarar Tórgerð, sum
tekur støðu til at fara niður aftur
á skaðastovuna við sjúklinginum.
– Ha? Søgdu tit ikki tjúgu
minuttir? Ókey. Vit hyggja líka at
honum. Hann er á skaðastovuni
nú, og so fara vit, sigur John við
tey í skanningini. John klárar so
dánt at halda sær, men tað sæst,
hvat ið hann heldur um ógvuliga
ógreiða samskiftið millum
skaðastovuna og skannararúmið.
Maria kemur við iltfløsku og
leggur panodildropp, meðan Tór
gerð skrivar tey virðini, sum eru
tøk; blóðtrýst, puls og iltinnihald.
Allar tilgongdir sita í merginum
á teimum báðum royndu sjúkra
systrunum.
– Hevur hann IVatgongd, spyr
Theodor Høgagarð róliga og
leskar sær á ta blóðreyðu sago
súpanina við sviskum, sum hann
hevur í einum glasi.
– Ja, svarar Tórgerð og ger
Primperan og Zofran klárt at
sproyta í sjúklingin fyri vaml.
– Tað er einki fyri meg akkurát
nú. Vissi hann missir vitið, gevst
at anda ella fær hjartasteðg, so
komi eg á banan, sigur Theodor,
sutlar tað seinasta av súpanini í
seg og fer víðari í fullu skránni.
Hálvan tíma seinni er Karsten
Hansen skannaður og vístur
til gongina á B7. Haðan verður
tingmaðurin nakað seinni fluttur á
einastovu á B8, meðan manningin
á G1 fer aftur í eldin.
Ann raknar við
Tað herjar rættiliga á hjá Ann,
sum hevur tikið dupultvakt.
Tað ræður um at vera árvakin í
viðrakningini. Eitt bil liggur ein
steriliserað kona har. Hon hevur
heldur lágan puls.
– Hevur tú pínu? Vilt tú hava
okkurt at drekka?
Konan svarar játtandi og fær
bæði vatn og Voltaren.
Ein takksamur prostatasjúk
lingur fær eisini vætu. Hann
hevur óvanliga lítið blóð í
landinum. Skjótt er skitið verk;
danski urologurin, sum er komin
til landið at skera, sigst arbeiða
sjáldsama seint. Men arbeiðið,
hann ger, er snøgt sagt ólastandi.
Í løtum eru allar sjúkrasystrar
nar samstundis á Brúnni, sum tær
kalla rúmið við telduskíggjum og
eygleiðingargluggum á intensivu
deild. Fólk liggja í óviti rundan
um tær, men teirra egna fakliga
tilvit er øgiligt. Og evnið er
altíð tað sama: Undirmanning,
undirløn og samskifti undir alt
mark. Serliga stendur á at tosa
við fyrisitingina um lønar og
avspákingarspurningar.
Í dag samdust tær um at sýta
fyri at taka eykavaktir. Men lyftið
verður kanska torført at halda,
tí Randi fer niður at lesa víðari.
Og Hansina hevur júst sagt upp.
Margit er deildarleiðari á G1. Hjá
henni ræður nú um at finna rætta
andlitsbráið. Tað kann vera ein
avbjóðing í sjálvum sær. Hon fær
3.000 krónur eyka um mánaðin
fyri eitt lív sum lús millum tvær
negl.
– Vit mugu hava luft. Tí mugu
vit fáa vikarar. Teir arbeiða ið
hvussu er 40 tímar um vikuna,
heldur hon fyri.
Allar vita, at vikararnir fáa
einar 230 krónur fyri dagtíman.
Ein fastlønt við hægsta embætis
aldri fær 133 krónur fyri sama
tíma. Randi og Vónbjørt tiga.
Sóleyð sigur eitt sindur. Men
hvíti hestahalin við tí ljósareyða
lastikkinum sveiggjar skjótt, tá ið
Ann grundgevur:
– Hví fáa vit ikki bara meiri í
løn, heldur enn at Landssjúkra
húsið betalir einar 600 krónur um
tíman fyri vikarar. Kanska skuldu
vit bara melda okkum til onkra
vikarstovu ...
Men so verður spontani fak
felagsfundurin slitin. Ann noyðist
aftur í eldin, tá ið ein smádrongur
ressast við í viðrakningini. Ann
er skjót og avgjørd, tá ið hon
tekur blóðuga tunguhaldaran úr
munninum á dreinginum. Men tá
ið hon hevur givið morfin triðju
ferð, og drongurin framvegis
gremur seg um pínu, fer mamman
at tára. Monnum so líkt letst
pápin floyta ljóðleyst. Hann
krógvar kenslurnar, sæst við
afturlatnum eyga.
– Vilt tú hava reyða saft, spyr
Ann dreingin eitt sindur sperd.
Drongurin nikkar píndur og
fjaroygdur, alt um somu leið. Ann
dámar einki at síggja dreingin
soleiðis. Hon kundi hugsað
sær, at narkosulæknin var í
nánd. Og endiliga kemur Høgni
Djurhuus. Hann hyggur blídliga
at dreinginum og vendir sær til
foreldrini:
– Hatta sær gott út. Teir vóru
næstan komnir niður allíkavæl,
steinarnir. Teir vóru í punginum.
Men læknin hevur so fest teir
niður við einum tráði, so teir ikki
fara uppaftur. Jú, hatta er sárt.
Ja, sárt er tað! Hon gevur meiri
pínustillandi. Tit mugu hava góða
eydnu við honum. Havið tað gott
...
Og so setur Høgni seg niður á
ein stól. Bogin og grønur sum ein
óbúnað banan. Hann er nøgdur,
men lúgvaður á líta.
Eisini narkosulæknar kunnu
vera troyttir.
Næstu ferð
Nú er klokkan ordiligt 10.02.
Mamma stendur úti í longu
gongini og bíðar eftir verkjum.
Har renna gongsgentur, og
har standa summar konur
uppsteðgaðar, tí gongulagið
er í ólagi. Ein hurð er neyðút
gongd. Man mær tørva eina
slíka í dag? Á bróstunum
hongur nógv danskt um bróst,
bilbelti og annað spennandi.
Fólkini í hvítum klæðum eru
ikki líka glað, sum tey hava
verið. Her er stilt eftir stríð.
Men konan Samson mannar
seg upp.
Í triðju greinini í røðini um
Lívið á Landssjúkrahúsinum
vitjar Høgni Mohr á Føði
deildini. Les reportasjuna í
næsta Vikuskifti.
Lívið á Landssjúkrahúsinum
reportasjurøð
Høgni Djurhuus, yvirlækni. Mynd: Jens Kristian Vang