Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 13. juni 2008 17 skuldi leka út um tað, sum tey fingu at vita í arbeiðin­ um. Revsingin kundi vera geglið! Amtmaðurin umsat tá ein stóran part av føroyska sam­ felagnum, so her var fitt av fólki. Tey flestu vóru føroy­ ingar. Ása minnist Mar­ grethu Christiansen, Anni Olsen, Lina Fossá og Hanna Mikkelsen, kallað Pitte. Ein danskur fulltrúa, Hjorth Nielsen, hevði umsitingar­ ligu ábyrgdina av heilsu­ økinum. Her var tó ikki brúk fyri stenografi. Brøv vóru skriv­ að við hond av viðkomandi, og so var tað teirra uppgáva at skriva tey á maskinu. Ása minnist, at hon møtti amtmanninum tann 9. apríl, tann dagin Danmark var tik­ ið av týskarum. Amtmaðurin var púra fjálturstungin sum rímiligt er. Einki samband var við donsku myndugleik­ arnar, og eingin visti um ikki týskarar vóru á veg at taka Føroyar eisini. Amtmaðurin kom nu í eina rættuliga lyklastøðu, har hann nú sjálvur skuldi taka ábyrgdina av tí, sum hann annars fekk boð um frá donsku stjórnini. Eitt tað fyrsta stórmálið var flaggspurningurin, og Ása minnist eisini prátið um flaggið og eisini um tað so­ kallaða grøna flaggið. Men annars var ikki tann stóra broytingin á skrivstovuni. Men her var sera virkið av politikkarum og bretum. Bretski konsulin Mason kom ofta á gátt. Ása minnist dramatiskar hendingar, sum tá ið Caro­ line Thorden og Lincoln City vóru bumbað av týskar­ um og fleiri doyðu. Hetta var sera óhugnaligt. Hilbert var góður at arbeiða hjá. Hann hevði konu og tvey børn, og tey búðu í amtmansborgini. Dóttirin gekk í skúla saman við Vagn Erik beiggja Helga. Noyddust at giftast…. Ása og Helge bygdu sær hús úti á Landavegnum, men høvdu ikki ítøkiligar ætlanir um at giftast. Húsini vóru kortini so mikið liðug, at tey kundu brúkast. Tá koma knappliga tey skakandi boðini, at bret­ ar ætla at taka húsini til egna nýtslu. Hetta gjørdu teir ofta við hús, sum ikki vóru í brúk. Hetta kom illa við. Tað var eisini kent, at bretar fóru illa við teimum húsum, sum teir tóku. Spurningurin var so, hvat ið kundu gerast. Her vóru fleiri partar við í ráðum, eisini amtmaðurin. Men so eitt sunnukvøld koma boð­ ini. Skuldu tey varðveita ræðið á húsinum, máttu tey giftast innan tvær vikur. Hetta gjørdi tey so. Sunnu­ dagin tvær vikur seinni, 3. August 1941 kl, 17, skuldu tey giftast í Havnar Kirkju. Tey møta upp, men tá var eingin prestur. Farið var at kanna málið. Tað vísti seg, at presturin hevði gloymt tey og var staddur í Nólsoy. Men ein tíma seinni var hann tó komin, og freistin fyri at giftast kundi haldast. Tey fluttu inn í húsini, og har býr Ása enn. Tað var skjótt, at fyrsta barnið var á veg, og tá gavst Ása við at arbeiða fast úti. Børnini eru Kirstin, sum býr í Danmark, Hans Jákup, Vagnur, Torbjørn og Leivur, sum allir búgva í Havn. Ommubørnimi eru 12 og fimm langommubørn eru komin, meðan eitt er á veg. Helge var ein virkin mað­ ur á ymiskum økjum. Hann var losjumaður, og hann var ítróttarmaður. Hetta merkti, at hann var við í Afholds­ folkenes Idrætsforening. Hetta felag er ikki kent í dag, men lesast kann um tað í bókini Losjan í 100 ár. Helge var við at sparka móti danska Afholdsfolkens Idrætsforening í 1930. Seinni var hann við til at stovna Neistan. Helge var óførur at fara á flot og at skjóta haru og fugl. Hann hevði annars ábyrgdina av slaktarafor­ rætningina í Smæruni. Hann doyði í 1986, bert 72 ára gamal. Svimjing Ása er ein av morgunfrúun­ um í svimjihylinjum. Tað má avgjørt vera sunt at svimja, tí har svimja fleiri av hennara javnaldrum. Ása hevur svomið fimm dagar vikuna, men nú er tað tríggj­ ar ferðir. Ása lærdi longu sum smá­ genta at svimja í Sandagerði. Tey lótu seg úr og í millum steinarnar. Tá ið Ása var 16 ára gomul, svam hon um Hvannasund. Hetta hevði pápabeiggin Sámal roynt fyrr. Tað rekur nógv gjøgn­ um sundið. Tí mátti svimjast meðan kyrrindi vóru, og hetta var bert ein hálvur tími. Tá kundu sjógvurin vera so spegilsblankur. Hendan dagin, hon skuldi svimja, hevði hon avtalað við eitt systkinabarn, at hann skuldi fylgja henni í báti, um ikki alt gekk eftir vild. Ein brugda hevði spælt sær í sundinum, so tað var best at vera ansin. Men einki systkinabarn kom. Kyrrindini vóru stutt, so Ása legði á bláman. Tá ið hon er komin hálva leið sær hon, at teir draga bát í Norðdepli! Tá er systkina­ barnið raknað við, og hann fylgir henni so restina av teininum. Ása kemur yvir um í øllum góðum, men vegna streymin kemur hon á land langt norðanfyri bygdina í Hvannasundi. Men abbin var ikki blíður um slíkt óansni. Binding Eitt ítriv, sum Ása hevur gjørt nógv burtur úr er bind­ ing. Við fimm børnum kundi hetta eisini geva nógv arbeiði. Tað skuldu bindast gerandistroyggjur og sunnu­ dagstroyggjur og nógv annað. Eisini hevur hon fingist nógv við veving. Hon lærdi at veva hjá Bergljot av Skarði. Seinni hevur hon eisini vevað saman við Titu Winther. Tað er nógv sera vakurt komið burtur úr hesum. Sum tað skilst minnist Ása væl til og dugur væl at greiða frá. Hon minnist tað sum er hent í Havn tað mesta av hesum 90 árunum. Hon var ein tann fyrsti sjúk­ lingur á Dr. Alexandrines Hospital. Her var hon inn­ løgd sama ár, sum hospitalið opnaði í 1924. Hon minnist eisini, tá hon saman við øðr­ um børnum slapp í lastina at koyra í fyrsta bilinum í Føroyum, nevniliga hjá Júst Sivertsen. Ása er ein merkiskvinna. Tað hevur ikki bert rikið við, men hetta hevur hon dugað at taka. Hon er sera arbeiðssom og hevur eitt ljóst og positivt sinnalag. Tí hevur tað verið so stuttligt at práta við hana. Hon er so avgjørt ikki tyngd av aldr­ inum! Ása er burturstødd føðing­ ardagin. Tað verður ynskt henni hjartaliga tillukku. ó. Tær vitjaðu olympiska stadion, har omlympisku leikirnir vóru hildnir í 1936. Hitler var í øðini, tí nekari tá vann eina kapping! Í 1930 vitjaði Afholdsfolkenes Idrætsforening í Keypmannahavn AIF-feløgini í Føroyum. Føroyingarnir eru teir hvítu høgrumegin. Í aftasta røð nr. 3 frá vinstru er Gunnar Petersen. Nr. 5 er Karsten Hansen. Í miðjuni húka vinstru Palli Henriksen, Emil Jacobsen og Poul Hansen. Fremst eru teir tríggir uttast til høgru Otto Mortensen, Helge Michelsen, málmaður, og Anthon Hansen. Maðurin aftanfyri liðið er Jógvan A. Rasmussen. Er var sonur Kristinu, konu Elias í Rættará. Tey vóru umrødd í røðini Hendur ið Sleptu í blaðnum í gjár. nøvn Ása t.v. í Berlin saman við vinkonuni Eriku.