fríggjadagur 13. juni 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 • 13. juni 2008
Vikuskifti 13
umborð
Stjórin á Fiskirann
sóknarstovuni,
Hjalti í Jákups
stovu, sigur seg
ikki vera ósamdan
við formannin í
Reiðarafelagnum
um, at soleiðis,
sum oljuprísirnir
eru øktir, toska
veiðan er lítil, og
fiskaprísirnir
lutfalsliga lágir,
kemur megin
parturin av fiski
flotanum sum frá
líður at liggja
Í samrøðu við Sosialin í gjár er
formaðurin í Reiðarafelagnum,
Viberg Sørensen, rættiliga
dapurskygdur um framtíðina hjá
føroyska fiskiskipaflotanum.
Viberg sigur, at fiskiflotin,
soleiðis sum støðan er vorðin,
livir av náði og miskunn frá
bankunum, tí hugsingur er ikki um
hjá stórum parti av flotanum at
gjalda rentur og avdráttir.
- Raksturin túr fyri túr hongur
slett ikki saman, og tá er als
ikki talan um at gjalda rentur og
avdráttir. Hvør túrur gevur hall, tí
skipini fiska nóg illa fyri olju – og
enn minni fyri hýru og útgerð.
Viberg Sørensen sigur, at
støðan hjá øðrum skipabólkum
at kalla er líka ring sum hjá
lemmatrolarunum, sum í sein-
astuni hava verið mest umrøddir.
- Tað er bara ein spurningur
um tíð, áðrenn meginparturin
av fiskiflotanum verður lagdur,
heldur formaðurin í Reiðara-
felagnum.
Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á
Fiskirannsóknarstovuni, sigur, at
hann er slett ikki ósamdur við
Viberg Sørensen.
- Eg síggi næstan líka so svart
upp á støðuna hjá fiskiflotanum í
løtuni, sum formaðurin í Reiðara-
felagnum ger.
Hjalti vísir á, at so høgir, sum
oljuprísirnir eru í løtuni, noyðist
fiskiflotin at royna við lágorku
reiðskapi, eitt nú snellu, línu,
gørnum, snurriváð og kanska
eisini rúsum.
- Vit noyðast eisini at lata
fiskastovnarnar – og serliga
toskastovnin - veksa, so tað
verður meira lønandi at fiska
aftur. Tá toskaveiðan er so lítil,
sum hon hevur verið seinastu
árini, merkist hetta hjá stórum
parti av flotanum, samstundis
sum hetta eisini merkist hjá
fiskavirkisvinnuni á landi.
Hann sigur, at eitt miðal ár
eigur toskaveiðan undir Føroyum
at verða eini 25.000 tons, men
tað er longu langt síðan, at
veiðan var so fræg.
- Væntandi er ikki, at toska-
veiðan í ár verður stórt betri enn
í fjør, men hetta veldst eisini um
royndina. Sum vit hava skilt, hava
línuskip ligið meira á djúpum
vatni í seinastuni, so royndin eftir
toski er kanska nakað minni, enn
hon hevur verið.
Hjalti í Jákupsstovu ásannar, at
reyðar lampur blunka – ella lýsa
– tá ið ræður um gýtingarstovnin
hjá toski, sum í løtuni er minni,
enn nakar veit um at siga.
- Gýtingarstovnurin er sera lítil
í løtuni, kanska eini 18.000 tons.
Tilráðingar hjá ICES siga, at tá
gýtingarstovnurin fer niður um
20.000 tons, eiga vit at gevast við
øllum fiskiskapi eftir toski.
Hann sigur, at vit longu eiga
at ansa væl eftir veiðini, tá
gýtingarstovnurin kemur niður
ímóti 40.000 tonsum.
- Gýtingarstovnurin eigur helst
at verða millum 60.000 og 80.000
tons, tá hann er væl fyri, leggur
Hjalti aftrat.
Stjórin á Fiskirannsóknarstovuni
sigur, at eitt, sum hóast alt teknar
seg rímiliga væl í løtuni, er
gróðurin á landgrunninum, sum
Fiskirannsóknarstovan hevur mált
nú í fleiri ár.
- Okkara kanningar vísa, at
gróðurin hevur stóran týdning
fyri vøksturin hjá fiski á land-
grunninum og soleiðis eisini fyri
tilgongdina.
Hjalti sigur seg vóna, at
gróðurtølini ikki vera minni enn
eitt miðalár, tá saman um kemur,
men enn er ov tíðliga at siga,
hvussu endaliga úrslitið fyri árið
verður.
- Vit kunnu ikki gevast at
fiska, tí fiskivinnan er enn
okkara lívsgrundarlag, og enn
eru eingi alternativ, sum kunnu
loysa fiskivinnuna av, so tað
munar. Hinvegin er greitt, at skal
fiskiflotin veiða við lágorku, skal
ein stór umlegging til.
Stjórin á Fiskirannsóknarstovuni
vísir á, at húkaveiða og garna-
veiða kanska eru mest nærliggj-
andi alternativini til trolveiðina,
sum kostar dýrt í olju.
- Men skulu vit aftur í størri
mun at veiða við gørnum, verður
neyðugt at fara fram við skili,
tí annars gongur eisini galið.
Ansast má væl eftir, at ránsveiða
ikki fer fram á gýtingarøkjum, og
í aðrar mátar verður neyðugt at
taka atlit fyri fiskastovnunum.
Fiskurin doyr í gørnunum, og tí
kunnu vit heldur ikki vænta, at
rávøran úr garnafiski verður fyrsta
floks, sigur Hjalti í Jákupsstovu,
sum eins og Viberg Sørensen,
formaður í Reiðarafelagnum,
stúrir fyri gongdini í okkara fiski-
skipavinnu komandi mánaðirnar.
Hjalti stúrir fyri flotanum
Umborð
Vilmund Jacobsen
blaðmaður
vilmund@sosialurin.fo
- Vit kunnu ikki gevast at fiska, tí fiskivinnan er okkara lívsgrundarlag, og enn eru eingi alternativ, sum kunnu loysa
fiskivinnuna av, so tað munar, sigur Hjalti í Jákupsstovu