Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 112 - 13. juni 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Fríggjakvøldið savnast vit allir til okkurt annað enn fótbólt. Kanska til ein EM-dyst framman fyri sjónvarpinum Klæmint Matras, B36 Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað verður antin Klæmint Matras úr B36 ella Egil á Bø úr EB/Streymi, sum fer at lyfta Løgmanssteypið leygarkvøldið. Talan er um ein tann størsta heiðurin, sum ein føroysku fótbóltsspælari kann vinna sær, og tó at tað altíð verður sagt, at fyri­ reikingarnar til dystin eru púrasta vanligar, so við­ ganga teir eisini, at steypa­ dámurin sjálvandi er nakað serligur. ­ Vit royna at taka hetta sum ein púra vanliga dyst, men sjálvandi er talan um ein serligan dyst. Fríggja­ kvøldið savnast vit allir til okkurt annað enn fótbólt. Kanska til ein EM­dyst framman fyri sjónvarpinum, sigur Klæmint Matras, sum er liðskipari hjá B36. B36 er í løtuni nummar trý í Formula­deildini, har EB/Streymur er oddalið, og Klæmint viðgongur eisini, at favoritt­leikluturin ikki liggur á B36 hesaferð. ­ Teir eru oddalið. Teir skulu verja steypið. Og teir hava ikki tapt í ár, so tú kanst siga, at teir í løtuni eru sjey stig beti enn vit. Men hinvegin ætla vit sjálv­ andi at spæla okkara kjans. Vit hava í landskappingini prógvað, at vit kunnu spæla upp ímóti teimum, og raka vit rætta dagin, so kann alt henda, sigur Klæmint. B36 hevur annars at kalla alt fólkið tókt til dystin. Einasta undantakið er Hanus Thorleifsson, sum fekk reytt kort móti Víkingi. Hinvegin eru Klæmint Matras sjálvur, Róaldur Jacobsen og Odmar Færø allir tøkir, eftir at teir hava verið úti við skaða. Stevnudystur Hjá EB/Streymi er støðan tann løgna, at teir eiga heimavøll í Gundadali. Hetta tí teir sambært lutkast­ inum eru liðið, sum eigur heimavøll í finaludystinum. Og tá sundalagsstevna sam­ stundis er á skránni, er talan mest sum um stevnudyst. ­ Stevnan sjálv er ikki nakað, sum vit hugsa so nógv um, men tað plagar jú at verða spælt um steyp á stevnum. Og hetta ætla vit okkum at vinna. Dysturin er eisini somikið seint, at kappróðurin helst er av, so eg ivist ikki í, at hópur av áskoðarum kemur til dystin. Og so mugu vit bara syrgja fyri, at stevnukvøldið verð­ ur gott, sigur Egil á Bø, sum er liðformaður hjá EB/ Streymi. ­ Vit royna sjálvandi eisini at taka hetta sum ein vanligan dyst, men sjálvandi er hesin eyka týdningar­ mikil. Týdningarmest hjá okkum er tó, at vit tora at spæla. Gera vit tað, so ivist eg ikki í, at vit eru betra liðið. Til dystin noyðist EB/ Streymur tó at vera nakrar spælarar fyriuttan. Mikkjal Thomassen, Dánjal David­ sen og Høgni Zachariassen eru nevnliga allir skaddir, so teir koma neyvan at taka lut í dystinum. Nógvir vinir Eitt, sum eisini sermerkir finaluna hesaferð, er at fleiri spælarar skulu dystast móti sínum fyrrverandi felagi. Hjá EB/Streymi hava venjararnir báðir, Sigfríður Clementsen og Magni Mohr, áður vant B36, eins og Egil á Bø, Mikkjal Thomassen, Levi Hanssen, Fróði Clementsen og René Tórgarð allir hava spælt fyri B36. Og hjá B36 er eisini Karoly Potemkin, sum í fjør spældi við EB/ Streymi. ­ Tað er sjálvandi ein vinkul í dystinum, men tað haldi eg nú ikki vit hugsa um, tá spælt verður. Tað er væl meira nakað, sum er sjónligt í tí, sum gongur fyri seg uttan fyri vøllin, tí tað gevur sjálvandi eitt ávíst tilknýti. Men á vøllinum er tað so ikki nakað, sum hugs­ að verður um, sigur Egil. Stevnu- og steypadystur í Havn Í fjør lyfti Egil á Bø steypinum og í fyrraárið var tað Klæmint Matras, sum átti heiðurin. Leygardagin verður gjørt av, hvør teirra skal fáa heiðurin hesaferð Ísafjarðarbikarið 1955: HB­KÍ 3­1 1956: TB­VB 5­2 1957: HB­KÍ 1­0 1958: TB­HB 5­3 1959: HB­B36 1­0 1960: TB­HB 3­0 1961: TB­B36 2­0 1962: HB­TB 2­1 e.l.l. 1963: HB­B36 7­1 1964: HB­B36 3­3 e.l.l 1964: HB­B36 4­3 e.l.l. (bikarið ogn hjá HB) 1. Ísafjarðarsúlan 1965: B36­HB 3­2 1966: KÍ­HB 4­2 1967: KÍ­B36 6­2 1968: HB­B36 2­1 1969: HB­B36 2­0 1970: finalan strikað 1971: HB­TB 9­0 1972: HB­B36 6­1 1973: HB­KÍ 3­1 (súlan ogn hjá HB) 2. Ísafjarðarsúlan 1974: VB­HB 4­0 1974: HB­VB 5­3 1975: ÍF­HB 2­5 1975: HB­ÍF 2­2 1976: KÍ­HB 0­1 1976: HB­KÍ 3­0 1977: TB­VB 1­3 1977: VB­TB 0­3 1978: TB­HB 2­1 1978: HB­TB 2­1 1978: HB­TB 3­1 1979: HB­KÍ 5­0 1980: HB­NSÍ 2­0 (súlan ogn hjá HB) 3. Ísafjarðarsúlan 1981: HB­TB 5­1 1982: HB­ÍF 2­1 1983: GÍ­Royn 5­1 1984: HB­GÍ 2­0 1985: GÍ­NSÍ 4­2 1986: NSÍ­LÍF 2­1 1987: HB­ÍF 2­2 1987: HB­ÍF 3­0 1988: HB­NSÍ 1­0 (súlan ogn hjá HB) 1. Løgmanssteypið 1989: HB­B71 1­1 1989: HB­B71 2­0 1990: KÍ­GÍ 6­1 1991: B36­HB 1­0 1992: HB­KÍ 1­0 1993: B71­HB 1­1 1993: B71­HB 2­1 1994: KÍ­B71 2­1 1995: HB­B68 3­1 1996: GÍ­HB 2­2 e.l.l. 1996: GÍ­HB 5­3 1997: GÍ­VB 6­0 1998: HB­KÍ 2­0 (steypið ogn hjá HB) 2. Løgmanssteypið 1999: KÍ­B36 3­1 2000: GÍ­HB 1­0 2001: B36­KÍ 1­0 2002: NSÍ­HB 2­1 2003: B36­GÍ 3­1 e.l.l. 2004: HB­NSÍ 3­1 2005: GÍ­ÍF 4­1 2006: B36­KÍ 2­1 2007: EB/Streymur­HB 4­3 2008: EB/Streymur­B36 (steypið ogn hjá B36) Steypafinalur 1955-2007 Hóast gomlu klichéir­nar­ ver­ða dr­ignar­ fr­am, so viðganga liðskipar­ar­nir­ hjá steypafinalistunum, at ein steypafinala er­ ikki nakar­ heilt vanligur­ dystur­. Og hjá EB/Str­eymi er­ talan enntá um stevnudyst