Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juli 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Og hetta kenst væl, sigur Føroya fyrsti oljumálaráðharri, Eyðun Elttør FØROYSKT OLJU- ÆVINTÝR BYRJAÐ Orð og Myndir: Eirikur Lindenskov Tað var ein fróur oljumála- ráðharri, sum hósdagin vitjaði umborð á fyrsta olj- uboripallinum í føroyskum sjógvi nakrantíð. – Tað sá eitt sindur svart í morgun, men tað bleiv ein góður dagur – og nú sær sólin, sigur Eyðun Elttør, týðuliga fegin. Nú er Sovereign Explorer ikki ein stórur boripallur. Til ummáls er hann 91 ferðir 78 metrar – ella 7.098 fermetrar – tó í fleiri hæddum. Tað er tí, at hesin boripallurin er ein leiting- arpallur, sum bara hevur til uppgávu at bora, ikki at framleiða ella fáa oljuna upp. Spurdur, um hann hevði roknað við at uppliva at vera umborð á einum olju- boripalli í føroyskum sjógvi í hesum valskeið- num, viðgongur Eyðun Elttør, at tað ikki lá fremst í huga í mai 1998. – Tá var tað stríðið um markið millum Bretland og Føroyar sum lá fremst at loysa. Síðan tað málið varð loyst í 1999 hevur gingið so skjótt framá, sigur Eyðun Elttør. – Eg hugsaði, at okkurt fór at henda, men eg hevði ikki roknað við, at tað fór at ganga so skjótt, viðgongur hann. Nógv minnast kanska, tá Eyðun Elttør var útnevndur sum fyrsti landsstýrismað- ur í oljumálum. Tá segði hann við sjónvarpið, at okkurt kendi hann til olju, tí hann var maskinmeistari – um ikki annað, so til smyrjiolju, legði hann tá smílandi afturat. Men hvussu nógv veit oljumála- ráðharrin í dag? – Jú, tað er nógv hent á mínum málsøki. Sjálvur havi eg fingið sera nógv burtur úr, og hetta arbeiðið hevur verið ógvuliga spennandi og mennandi. Bara tað at ein boripallur nú stendur á føroyskum øki, og at vit sjálvi nú eru farin at bora, hóast aðrir gera tað fyri okkum, tað er fantastiskt, sigur Eyðun Elttør. Verður olja funnin, so vænta teir hjá Statoil, at tað ganga fimm ár, til olju- framleiðsla fer í gongd. Eyðun Elttør sigur, at fleiri meta, at hetta tíðarskeiðið kann verða enn styttri, so tann, ið verður komandi oljumálaráðharri, hann kann uppliva stórar broyt- ingar á hesum málsøki – men er Eyðun Elttør tá til dystin fús? – Stilli eg upp, og verði eg valdur – ella verða boð eftir mær at halda fram í landsstýrinum, so geri eg tað fegin, sigur Eyðun Elt- tør.. Níggju føroyingar eru umborð Fýra kvinnur og fýra menn umborð á So- vereign Explorer eru føroyingar FØROYSKT OLJU- ÆVINTÝR BYRJAÐ Orð og Myndir: Eirikur Lindenskov Nýggju av teimum 93 fólk- unum, sum hósdagin starv- aðust umborð á Sovereign Explorer, eru føroyingar. Av teimum eru er fimm kvinnur. Fýra teirra starvast sum »ofshore stewardess- ur«, sum vit enn ikki hava fingið føroyskt heiti fyri, tað kundi kanska verið týtt til »frálandaternur«. Arbeiðið hjá teimum er fyrst og fremst at halda boripallin reinan innan og at vaska klæði. Tá føroyska ferðalagið vitjaði, vóru tær eisini í køkinum. – Vit eru 14 dagar um- borð og hava so frí í 14 dag- ar, siga tær við Sosialin. Tær trívast væl umborð, siga tær, hóast tær ikki hava verið umborð í fleiri enn fimm dagar. – Í frítíðini hugna vit okkum og práta, men tíðin gongur so skjótt, at vit vita ikki av tí, siga tær. Umborð búgvar tær tvær á hvørjum kamari við wc. Høvuðsmálið umborð er enskt, so tað er eingin trup- ulleiki at samskifta, síga tær, hóast skotarnir kunnu verða truplir at skilja. Fyribils hava tær arbeiði umborð til í heyst, tá hetta leitiumfarið er liðugt. Fyri at sleppa at starvast umborð á einum boripalli krevst, at tú hevur lokið trygdarskeið – og tær hava allar verið á slíkum skeiði, sum kann takast í Noreg, Skotlandi ella í Danmark. Onkrar teirra hava eisini verið á palli í Norðsjónum. Eisini vóru nakrar við, tá Sovereign Explorer varð sleipaður úr írskum sjógv til Føroya, ein teirra var sjúkrasystirin umborð, Anna Maria Simonsen úr Havn. Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum saman við sjey av føroysku starvsfólkunum umborð: Leif Petersen, Sørvágur, Adel- eid Kirke, Kaldbak, Elisabeth Midjord, Havn,Durita Joense, Miðvágur, Omar Mote, Vestmanna og Jona Joensen, Funningsfjørð- ur. Umfram eru eisini umborð Óli Viðoy og Jákup Joensen, sum høvdu frívakt Anna Maria Simonsen úr Havn er sjúkrasystir umborð Eitt fantastiskt upplivilsi Løgmaður og Eyðun Elttør fylgja áhugaðir við, tá borimeistarin greiðir teimum frá, hvussu borða verður 2 Nr. 133 - 14. juli 2001 Nr. 133 - 14. juli 2001 3 Fyrsti oljuboripallur- in stendur nú á før- oyskum øki, og um tveir mánaðir vita vit, um olja er í føroysku undirgrundini FØROYSKT OLJU- ÆVINTÝR BYRJAÐ Orð og Myndir: Eirikur Lindenskov, Hetlandsrennan Sovereign Explorer liggur á føroyska landgrunninum, 130 km í ein landsynning úr Føroyum. At oljuævintýrið er byrj- að, gekk sjón fyri søgn hjá Anfinni Kallsberg, løg- manni, Eyðuni Elttør, landsstýrismanni í oljumál- um og øllum hinum í fylgi teirra, tá vitjað varð um- borð á oljupallinum, Sover- eign Explorer, hósdagin. Sovereign Explorer er tann fyrsti oljupallurin, sum setir borin í føroyskum undirgrundina. Tað ger hann fyri Statoil-samtakið, ið umframt Statoil við 35% eisini er umboðað av Phill- ips Petroleum við 30%, Enterprise við 20% og Veba við 15%. Fyrsta almenna ferðalag- ið, sum vitjar oljupall í før- oyskum øki, fór av flog- vøllinum í Vágum seinna- partin hósdagin. Á odda fyri ferðalagnum stóðu An- finn Kallsberg, løgmaður og Eyðun Elttør, landsstýr- ismaður í oljumálum. Aft- urat teimum vóru eisini m. a. Richard Hubbert, vara- stjóri í Statoil, Herálvur Joensen, aðalstjóri í olju- málastýrinum, Rúni M. Hansen, stjóri á Statoil- deildini í Havn og umboð fyri føroyskar fjølmiðlar. Sovereign Explorer, ella »Sovex«, sum tey nevna hann í stytting, liggur nær- indis bretska markinum, 69 sjómíl úr Akrabergi – ella 180 km úr Havn. Tað er Atlantsflog, saman við bretska felagnum, Bris- tow, sum stendur fyri øllum flutningi út á oljupallar í føroyskum sjógvi. Til enda- málið eru tvær stórar tyrlur, sum taka 18 ferðafólk. Trygdarkrøvini eru sera strong, so alt ferðalagið hjá løgmanni og oljuráðharra Føroya skuldi fyrst á eitt trygdarsekið, ið terminali- num, ið settur er upp í skúr- um á flogvøllinum í Vág- um. Umframt at fáa at vita, hvussu vit skulu bera okk- um at í eini neyðstøðu, skuldu øll í lívdraktir, tí tað krevst á hesum ferðum. Tað gekk lætt bæði hjá løgmanni og Eyðuni Elttør at sleppa í trongu og strømmu draktirnar, og tað var týðuligt at merkja, at hesir menn hava ferðast á oljupallum fyrr. Tíðindafólkini, ið fyri fyrstu ferð royndu hetta, høvdu størri trupulleikar at smoyggja seg gjøgnum trongu gummiholini á draktunum. Ferðin við tyrluni suður á »Sovex« tók slakan tíma, og flogskiparin eftirlíkaði myndafólkunum at sveima kring pallin, so sjónvarp og bløð við hesum kunnu vísa Føroya fólki søguligu myndirnar av pallinum, sum fyrstur borar í før- oysku undirgrundina, sum kanska hevur stórt oljuríki- dømi við sær. Teir hava havt borin 941 metrar niðri á botni undir boripallinum, men tá føroyska ferðalagið vitjaði, varð ikki borað. Onkrir trupulleikar við at fáa fest borin á botni vóru, so bíða varð eftir betri veðri. Hóast veðrið onkuntíð man verða verri í føroysk- um sjógvi, so var hann strúkur í vindi upp í hvassan vind hósdagin og aldan var 4-5 metrar. Hjá Statoil siga teir, at møguleikin fyri at finna olju hesaferð er 30%. Og í oljuleitingarhøpi sigst hetta vera nógv. Útreiðslurnar í sambandi við hesa leiting- ina eru um 200 milliónir krónur. Men hví brúka 200 milliónir til nakað, sum er so óvist? – Tað er júst tí at vit hava brúkt so nógvar pengar, at vit vita, at møguleikin at finna olju er 30% sigur varastjórin í Statoil, Rich- ard Hubbert. Leitingin hjá Statoil er mett at taka 78 dagar frá 2. juli. T. v. s., at úrslitið skal liggja greitt sunnudagin 16. september, um alt gongur sum ætlað… Nú er spónurin settur í… Umsíðir stendur fyrsti oljuboripallurin í føroyskum sjóøki. Sovereign Explorer liggur 69 fjórðingar í einalandsynning úr Akrabergi. 941 metrar undir pallinum fæst um tveir mánaðir at vita, at olja er í føroysku undirgrundini Anfinn Kallsberg, løgmaður: Eg eri ótrúlga fegin FØROYSKT OLJU- ÆVINTÝR BYRJAÐ Orð og Myndir: Eirikur Lindenskov – Eg hevði ikki roknað við at sloppið at upplivað hetta í míni løgmanstíð, tað má eg viðganga, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður. – Men eg eri ótrúliga fegin. Løgmaður sigur, at hann hevur ikki verið so nógv við í arbeiðinum saman við oljufeløgunum, tí hesum hevur landsstýrismaðurin í oljumálum tikið sær av. – Eg hevði uppgávuna at fáa marknamálið upp á pláss, og tað gekk nógv betur, enn væntað, sigur hann. Løgmaður heldur, at samstarvið við oljufeløgini eru gott. – Oljufeløgini leggja seg væl eftir at fylgja politiska viljanum í Føroyum, og leggja arbeiðið væl til rættis í tráð við hann, og tað er gott, sigur løgmaður – Hetta er einki problem, segði løgmaður, tá hann lat seg í draktina. Eg fylli nógv minni enn seinast… C M Y K 3 2