Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juli 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 133 - 14. juli 2001 Nr. 133 - 14. juli 2001 5 Gásadalur nærkast alt meira framtíðini. Hósdagin varð fyrsta skotið í samband við tunnilsgerðina latið av TUNNILSGERÐ Edvard Joensen Áardalur: Fyrsta skotið í samband við Gásadalstunn- ilin varð latið av hósdagin. Høgættin liggur tráð oman úr dalinum, og tey nógvu fólkini, sum komin eru saman til at uppliva, tá onnur tunnilsgerðin í Vág- um ferð í gongd í sama ári, troka seg saman aftan fyri eina stóra gravimaskinu og tveir arbeiðsskúrar, sum standa har uppi, meðan fløggini veittra so lystiliga báðu megin benið, sum um eina løtu fer at eita tunn- ilsmunnin Bíggjarmegin. Bilarøðin niðan eftir veg- num veksur, og ein bussur kemur koyrandi niðan móti skúrunum. Hann setir fólk av og verður so settur mill- um bilarnar, meðan alt fólkið savnast um ein mann, sum er farin upp á eina grund at standa. Tað er landsverkfrøð- ingurin, sum greiðir frá tí, sum fer at henda her í dag. Oyvindur Brimnes boðar frá, at um eina løtu fer Hervør Hergudóttir úr Bø at skjóta fyrsta skotið og seta tunnilsarbeiðið í gongd. Og um nøkunlunda júst eitt ár ella so, fer Solberg Henriksen úr Gása- dali at skjóta seinasta skotið, tá tunnilin kemur út aftur í Gásadali. Tá landsverkfrøðingurin var liðugur, fór landsstýris- maðurin við vinnumálum, Bjarni Djurholm, upp á betongkantin. Hann ynskti gásadals- fólki tillukku við komandi tunnlinum og helt fyri, at nú var Gásadalur ikki 1.400 metrar frá framtíðini meira. Nú fór framtíðin skjótt at standa í túninum í Gása- dali. Síðan varð fólkið biðið um at flyta seg longur oman í dalin aftur, so trygdar- fjarstøðan frá skotinum, sum fór at verða latið av, var í lagi. Fólk eru líðin, og øll gongan stoytti so aftur undan vindinum, meðan fyrrverandi bygdarráðsfor- maðurin í Bø trýsti á knøtt- in og gjørdi nógvan royk í Áardali uttan fyri Bø. – Her er roykur og eingin grind, citeraði hon Jákup á Møn. Tað kundi hon saktans siga, hóast tað bara var partvís sannheit, tí dagin fyri hevði rættiliga fitt av grind verið í Bø. Tá løgdu 185 hvalir beinini á Bíggj- arsandi eftir einum hálvum tíma. Eftir at skotið var, varð farið niðan í skúrarnar, har borðreitt var við onkrum góðum, sum Hotel Vágar hevði gjørt til. Nærkast framtíðini Fyrsta skotið er latið av, og roykurin stendur tjúkkur út frá munnanum Mynd: Edvard Joensen Fólk vilja fegin flyta til Gásdals, tá tunn- ilin kemur. Tá verður avstandurin til eitt nú Sørvágs heldur einki at tosa um, sigur 77 ára gamli Solberg Henriksen TUNNILSGERÐ Edvard Joensen Áardalur: Tað kemur ein eldri maður stríðandi móti vindinum niðan móti av- grevstrinum fyri Gása- dalstunnlinum Bíggjar- megin. Hann er sum øll hini, komin uppliva, tá fyrsta skotið verður latið av. Hesin maðurin hevur alla sína tíð búð í Gásadali, og hann fegnast um, at tað nú eru útlit fyri, at hann fær fleiri bygdarfelagar í Dalin- um, sum hann nevnir heim- bygdina. Onkuntíð hevur hann gingið lættari á hesum leiðum, tann nú 77 ára gamli Solberg Henriksen. Landskenda postboðið í Gásadali, sum í ein stívan mansaldur regluliga hevur gingið um fjøllini við posti og øðrum, sum tiltrongt hevur verið í Gásadali. Hann fegnast um, at tað endiliga er komið so langt, at skotið verður. – Hesaferð vóni eg, at tað verður álvara, sigur hann. At tað verður hol ígjøg- num, er hann púra ivaleysur í. Og tá verður gott atbúgva í Gásadali, sigur hann. – Tað er liviligt í Dalin- um, sigur Solberg Henrik- sen. Og tað er eisini áhugi millum fólk at koma niðan at búgva, tá holið er komið, sum skilst. Tá ber til hjá teimum, sum hava møguleika fyri landbúnaði at búgva og virka har uppi. Og tann, sum arbeiðir aðrastaðni kann tá tað sama búgva í Gásadali, sum onkra aðra- staðni. Og er tað útróður, so er avstandurin til Sørvágs jú eingin, tá ein situr í bili allan vegin. Solberg Henriksen er kanska tann núlivandi føroyingurin, sum saman- lagt hevur borið eina mestu byrðuna um fjøll. Hann byrjaði at ganga við posti til Gásadals undir seinna heimsbardaga. Tá hjálpti hann pápa sínum, greiðir hann frá. Síðan tók hann við og røkti starvið, líka til hann ikki slapp at ganga meira. – Tað var undir kreppuni, flennir hann. Men tað var nokk ikki tí kortini. Eg var tá 69 ár, og teir hava nokk bara loyvi at vera í slíkum starvi, til teir eru 67. So aldurin mundi nokk vera tann veruliga orsøkin til, at Postverkið ikki vildi hava meg meira. Jú, Solberg Henriksen minist nógvar serligar túrar um Skarðið. Bæði ringar og góðar. Og mangt hevur hann borið. Nógv tons tilsaman. Alt mátti á bakið, tí umstøðurnar at koma oman í Dalin eru slíkar, sigur hann, at ross kundi ikki brúkast. Tað fekk ikki gingið oman av Skarðinum til Gásadals. Pauli Jacobsen, sum ættaður er úr Gásadali, ivast ikki í at flyta niðan- aftur, tá tunnilin er komin TUNNILSGERÐ Edvard Joensen Áardalur: Yngra ættar- liðið av burturfluttum gásadalsfólki fer at flyta aftur, sigur ein teirra, sum er fluttur úr Gása- dali til Sørvágs. Pauli Jacobsen er gásadalsmaður, hóast hann býr og arbeiðir aðrastaðni í Vágum. – Tá tunnilin er lið- ugur, flyti eg niða aftur beinanveg, sigur hann púra avgjørdur. Og hann fer ikki at verða einsamallur um tað, heldur hann. Tað eru fleiri, sum hava somu hugsan, sigur hann. Tað ber væl til at búgva har uppi, tá tunn- ilin er komin, hóast ein arbeiðir aðrastaðani í Vágum. Haðani er stutt at koyra allastaðni, sigur hann. Og vinnumøguleikar eru eisini í Gásadali, vísir hann á. Fyrst og fremst er tað sjálvandi landbúnaðurin. Men eisini eitt nú smoltaling ber væl til at hava har uppi, heldur hann. Og tá koyrandi verður, ber eins væl til at hava bilverkstað ella aðrar slíkar tænastur har uppi, sum tað ger í øðrum bygdum í Vágum. Nú er einki sum eitur. Nú endiliga er farið í gongd, má ikki koma upp á tal at steðga aftur ella seinka tunilsgerðini, sigur Pauli Jacobsen, gásadalsmaður. Pengar- nir eru settir av til hetta arbeiðið, og tað skulu teir eisini brúkast til. Eg fari niðan at búgva Pauli Jacobsen, h.m., man ivaleyst fáa okkurt gott »tunnilstip« frá tunnilsveteraninum Heina O. Heinesen, løgtingsmanni Mynd: Edvard Joensen Áhugi fyri Gásadali Solberg Henriksen gekk við posti til Gásadals til hann var 69 ára gamal. Nú hann er 77 ára gamal, gleðist hann um, at hann skjótt fer at sleppa gjøgnum fjallið, sum sett er á aftan fyri hann Mynd: Edvard Joensen Norðmaðurin Øivind Solbakk er sonuviðgeri og hevur samstundis ein skúla fyri sonuviðgerðar í Føroyum. Tann danski skúlin og Øivind halda seg hava verið fyri grovum álopi í sending á Rás 2. Hesum finnir Øivind seg ikki í, og hann stevnir tí útvarpsvertinum og gestinum, sum eisini er sonuviðgeri STEVNING Stefan í Skorini Fyri tveimum árum síðani setti Øivind Solbakk á stovn ein skúla, har fólk kunnu læra til sonuviðgera. Hesi tvey árini hava 36 føroyingar tikið prógv á hesum skúlanum sum sonuviðgerðar. Nú er skúlin komin í veruligan andglett, og ivi er sáddur um hansara góð- kenningar. Í eini sending á Rás 2, sum varð send tann 16. og 18. mai í ár, er Oda Andrea- sen, sonuviðgeri, gestur í útvarpsstovuni hjá Óla Jákupi Rólantson, ið er programmleiðari á støðini. Har verður sagt, at skúlin hjá Øivindi ikki lýkur tær neyðugu treytirnar fyri at vera ein góðkendur sonu- terapi-skúli. Staðfest verð- ur í sendingini, at skúlin ikki er góðkendur aðra- staðni, hetta er ikki ein nøktandi útbúgving, og at hon er vánalig. – Eg góðtaki als ikki slíkar ákærur móti skúlan- um. Tí fara vit at steðga teimum í føðingini. Allar ákærurnar í sendingini eru beinar lygnir, og tí eru vit noydd at verja okkum, sigur Øivind Solbakk við Sosialin. Hann fer tí at stevna Odu Andreasen og Óla Jákupi Rólantson fyri ærumeiðing. Hann hevur verið hjá sakførara og viðgjørt málið. Sakførarin heldur, at hann hevur góðar møgu- leikar at vinna, greiðir Øivind frá. Sendingin Í sendingini á Rás 2 eru grovar ákærur móti skúlan- um og útbúgvingini. Send- ingin er fest á blað, og Sosialurin hevur fingið eitt avrit av henni. Óla Jákup Rólantson tosar við Odu Andreasen, og prátið fellur inn á út- búgvingina, sum kann takast í Føroyum. – Men tað er ikki ein nøktandi útbúgving, og hon er ikki góðkend aðrastaðni, sigur Óla Jákup Rólantson í sendingini. Hesum kann Øivind tó vísa aftur. Øivind umboðar ein danskan skúla, Vest- egnens Zoneterapiskole, og hann er góðkendur av SAB, Sammenslutningen av Alternative Behandlere, og av NNH, Norske Natur- terapeuters Hovedorganisa- sjon og av NFS, Norsk Forening for Soneterapeut- er. Hetta vísa skjøl, sum Øivind hevur víst blaðnum. Hann er tí ikki í iva um, at undirvísingin er nóg góð, og at ákærurnar í sending- ini eru skeivar. Tað skal rættast. Síðani verður tosað um krøvini, ið sett verða í útbúgvingum. Tá sigur útvarpsverturin, at hetta útbúgvingartilboðið ikki kemur í nánd av hesum krøvum og lýkur heldur ikki treytirnar hjá Toll- og Skattstovuni um MVG- frítøku, tá tey fara undir virksemi. At enda dregur hann samanum. »Men tað stutta av tí langa er, at tann útbúgvingin er for vána- lig…« Oda Andreasen virkar í dag sum sonuviðgeri í Havn, og hon var gestur í sendingini. – Og tað er virkiliga synd fyri hesi fólkini, sum ganga á henda skúlan og halda, at tey fáa fullfíggjaða útbúgv- ing, og so vísir tað seg, tá ið samanum kemur, at tað er tað ikki, sigur Oda Andrea- sen um útbúgvingina hjá Øivindi og Vestegnens Terapiskole í Føroyum, sambært avritinum av sendingini. Hetta hevur fingið sinnið í kók hjá tí norska sonu- viðgerðanum. Hann hevur tí ætlanir um at stevna teimum báðum fyri ærumeiðing, tí hann metir, at hesar ákærur skaða hans- ara virksemi í Føroyum. Ræðist ikki stevning Oda Andreasen og Óla Jákup Rólantson verða sambært Øivindi stevnd fyri rættin í næstum. Tá Sosialurin ringdi tey upp, vistu tey enn ikki av hesum, og tí kom tað óvart á tey bæði. Oda ræðist tó ikki nakra stevning. Hon dugir nevni- liga ikki at skilja, hvussu skúlin hjá Øivindi kann lúka treytirnar við 650 tímum, sum krevjast. Fleiri úttalilsi hjá Óla Jákupi Rólantson verða av Øivindi mettar sum æru- meiðandi, og hann vil vera við, at verturin skuldi kannað málið betri, áðrenn hann lat tað fara út í luftina. Óla Jákup sigur hinvegin, at hansara úttalilsi ikki kunnu metast sum staðfest- ingar, men heldur partur av spurningunum, ið hann setir Odu í sendingini. Øivind hevur hinvegin ongan hug at lata nakað út- talilsi fara framvið borðin- um uttan átalu. Hann er keddur av, at fleiri sonu- viðgerar, ið hava útbúgving hjá honum, hava fingið ta fatan, at útbúgvingin ikki er nóg góð. Hann sigur, at skúlin lýkur allar treytir viðvíkjandi tímum og undirvísing, og at hann hevur góðkenningar frá felagsskapum í Noregi og Danmark. Rok millum føroyskar sonuterapeutar: Øvind finnur seg ikki í útspilling Øivind Solbakk er sonuviðgeri, og hann kennir seg so ærumeiddan av øðrum sonuviðgera í sending í Rás 2, at hann nú stevnir fyri ærumeiðing Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 5 4