leygardagur 14. juli 2001síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 133 - 14. juli 2001
Nr. 133 - 14. juli 2001
7
Persónliga sær bispur
tað ikki sum nakra
gølu, at tingið í ár
verður sett sunnudag.
Men hann heldur, at
tingfólk og kirkjuligi
myndugleikin áttu at
havt gjørt vart við
seg, tá tað bleiv lógar-
fest, at tingið skal
setast ólavsøkudag,
sjálvt um hann fellur
á sunnudag
TINGFUNDUR
John Johannessen
– Vit mugu bara finna okk-
um í, at tað er staðfest við
lóg, at tingið skal setast
sunnudag, um ólavsøku-
dagur er sunnudag
Hetta sigur Hans Jacob
Joensen, føroya bispur, í
sambandi við kjakið, um
hvørt tað er rætt ella skeivt,
at løgtingið á ólavsøku í ár
verður sett ein sunnudag.
– Nýggja stýrisskipanin
er samtykt av tveimum løg-
tingum og tingfólk hava
havt góða tíð at viðgera
málið, men eingin gjørdi
vart við seg tá, ásannar
bispur.
Heldur ikki kirkjuligi
myndugleikin gjørdi vart
við seg, tá tað varð lógar-
fest, at tingið skal setast
sunnudag. Tí spyrja vit
bisp, um ikki kirkjan sjálv
eigur eitt sindur av ábyrgd-
ini av, at fyrsti arbeiðsdagur
hjá tingfólkum í ár verður
sunnudag.
– Eg var ikki bispur, tá
nýggja stýrisskipanin varð
viðgjørd. Eg var tá ikki
annað enn ein gemenur
prestur. Men tað er rætt, at
eg sum gemenur prestur
kanska burdi sagt okkurt tá.
Málið skuldi verið tikið
upp tá, so vit fingu disku-
terað tað ígjøgnum tá í
staðin fyri nú, sigur bispur.
Og hann leggur afturat, at
var hann bispur tá og hevði
fingið spurningin til við-
gerðar, hevði hann mælt
frá, at tingið verður sett
sunnudag.
Í hesum sambandi heldur
Hans Jacob Joensen, at tað
hevði verið eitt gott hug-
skot at tikið spurningin upp
í sambandi við fyrireiking-
arnar til eina komandi før-
oyska grundlóg ella eina
endurnýggjaða stýrisskip-
anarlóg.
Persónliga heldur bispur
tað kortini ikki vera nakra
gølu, at tingið í ár verður
sett sunnudag. Men honum
hevði dámt best, um kirkju-
gongdin og skúðgongan
vórðu hildin sunnudag, og
at tingið varð sett mánadag-
in eftir.
POLITIKKUR & SAMFELAG
Bispur um tingfund sunnudag:
Ov seint at tala at
Tað er greitt staðfesti
við lóg, at tingið skal
setast sunnudag, um
ólavsøkudagur fellur
á ein sunnudag. Men
Hendrik Old ætlar
sær framvegis hvørki
at ganga skrúðgongu
ella møta á tingfundi.
Hann sigur seg vilja
staðfesta, at
sunnudagur er
frídagur hjá øllum
TINGFUNDUR
John Johannessen
Hendrik Old, tingmaður,
stendur fast við mótmæli
sítt móti ætlaða tingfundi-
num sunnudagin á ólav-
søku.
– Tað kemur ikki upp á
tal, at eg møti til tingfundin
ella skrúðgonguna á ólav-
søku, sigur Hendrik Old.
Tað er greitt staðfest í
nýggju stýrisskipanarlóg-
ini, at tingið skal setast
ólavsøkudag klokkan 13,
sjálvt um ólavsøkudagur
fellur á ein sunnudag. Tí
hevur Hendrik Old skyldu
at møta til tingfundin
sunnudagin 29. juli, eins og
hann hevur skyldu at møta
til aðrar tingfundir.
Men Hendrik Old fer ikki
á tingfund.
– Vit hava eisini eina
halgidagslóg, ið sigur, at
tað ikki skal arbeiðast
sunnudag. Hana ætli eg
mær at virða.
– Fyri meg er hetta málið
ikki
ein
átrúnaðarligur
spurningur. Hetta er ein
spurningur, um tingið skal
virða, at sunnudagurin er
frídagurin
hjá
øllum.
Gongdin í samfelagnum í
dag er, at sunnudagurin
meira og meira verður
gerandisdagur, so tímalønt
fólk eru noydd at arbeiða
sjey dagar um vikuna. Og
eg haldi, at tingið má ganga
undan at vísa, at sunnudag-
urin er frídagur. Serliga nú,
vit fara inn í oljuvinnuna.
– Eg havi sjálvur fiskað
nógvar sunnu- og halgidag-
ar, men samstundis havi eg
síðani sjeytiárini havt sam-
band við reiðarar í Skot-
landi, sum hava fleiri nóta-
skip. Teir hava aldri verið
heimanífrá ein sunnudag,
men kortini hava teir ráð at
skifta skip fimta og sætta
hvørt ár og eru peningarliga
sera væl fyri, sigur Hendrik
Old.
Hendrik Old um tingfund sunnudag:
– Eg ætli mær framvegis ikki at møta
POLITIKKUR & SAMFELAG
Løgreglan og ríkis-
felagsskapurin hanga
saman. Tí sleppa før-
oyingar ikki at yvir-
taka løgregluna, so
leingi vit eru í ríkis-
felagsskapi við Dan-
mark. Hetta hevur
fakfelagssamskipanin
hjá løgregluni, COII,
fingið at vita frá for-
sætisráðharranum
YVIRTØKA
John Johannessen
Løgreglan verður ikki før-
oysk, fyrr enn vit gera av at
fara út úr ríkinum.
Hetta er sambært Fregn-
um niðurstøðan í einum
svari frá Poul Nyrup Ras-
mussen til COII, fakfelags-
samskipanina hjá donskum
tænastumonnum, um ætl-
aðu yvirtøkuna av løgregl-
uni.
Poul Øland, sum er ein av
leiðarunum í COII, sigur
við Fregnir, at hann gjøgn-
um embætismenninar hjá
Nyrup hevur fingið at vita,
at løgreglan er ein partur av
ríkisfelagsskapinum. Og so
leingi ríkisfelagsskapurin
er til, er løgreglan ein part-
ur av honum.
Steðgaðu
fyrireikingunum
Høgni Hoydal, landsstýris-
maður, setti fyri tíð síðani
eina nevnd at fyrireika eina
føroyska løgreglu. Í nevnd-
ini vóru eisini umboð fyri
Føroya Politistafelag, sum
gjøgnum danska politista-
felagið er limur í COII.
Men fyri viku síðani fóru
umboðini
fyri
Føroya
Politistafelag úr nevndini
eftir boðum frá COII.
Danska
tænastumanna-
felagið helt, at arbeiðið í
fyrireikingarnevndini var
vorðið ov politiskt.
Poul Øland frá danska
COII sigur í hesum sam-
bandi við Fregnir, at felagið
valdi at taka seg og sínar
limir úr fyrireikingunum, tí
tað bleiv greitt, at føroying-
ar vóru í ferð við »en
politisk manøvre«, og at
arbeiðið í nevndini var ein
politisk uppgáva.
– Vit høvdu vitjað verið
við, um hetta var ein faklig
uppgáva um at tryggja
starvsfólkaviðurskiftini.
Men tað er tað ikki. Tí tóku
vit okkum og okkara fólk
úr nevndini, sigur Poul
Øland við Fregnir.
Formaðurin
í
COII,
Tommy Agerskov Thom-
sen, sigur, at avgerðin um
at fara úr fyrireikingar-
nevndini einki hevði við
brævið frá Nyrup at gera.
Hann staðfestir, at hann
persónliga tók avgerðina út
frá egnum metingum, um at
arbeiðið var vorðið ov
politiskt.
Føroyskt mál við donsk-
um ræði
Poul Nyrup Rasmussen
hevur áður meldað út, at
hann góðtekur, at løgreglan
verður yvirtikin. Tí er ikki
sørt ósamsvar millum hesar
útmeldingar og svarið til
COII.
Men sum skilst, hevur
Poul Øland frá COII fingið
at vita frá forsætisráðharra-
num, at tað kortini ber til at
skipa eina føroyska løg-
reglu.
Men
at
evsti
myndugleikin yvir henni
skal liggja hjá danska løg-
málaráðharranum.
Sosialurin hevur roynt at
fáa
viðmerkingar
frá
danska forsætisráðharra-
num, Poul Nyrup Rasmus-
sen, men boðini frá skrivara
hansara eru, at hann er í
summarfrí, og tí ikki hevur
møguleika at svara.
Løgreglan verður donsk
Føroyingar fáa ikki ræði á
løgregluni, fyrr enn Føroyar
eru farnar úr ríkisfelags-
skapinum. Hetta er niður-
støðan í einum svari frá
danska forsætisráðnum til
fakfelagssamskipanina hjá
donskum tænastumonnum
C
M
Y
K
7
6