fríggjadagur 13. juni 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 112 - 13. juni 2008 ]
Pólverjar vóru í
øðini. Men hóast
brotssparkið helst
verður nógv umrøtt,
so var eingin ivi um,
at Eysturríki hevði
uppiborið í øllum
førum eitt stig fyri
ómakin í gjárkvøldið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Dómarin ivaðist ikki, tá
hann í yvirtíðini dømdi
brotsspark.
Á
sjónvars
myndunum
var
eisini
sjónligt, at Lewandowsky
væl og virðiliga hevði fatur
í troyggjuni hjá mótstøðu
manninum, men talan var
samstundis um støðu, sum
á ongan hátt er óvanlig í
hornasparksstøðum.
Hvussu var og ikki, so
bjargaði hetta Eysturríki
eitt uppiborið stig og eina
framhaldandi vón um at
spæla seg í fjórðingsfinaluna
í endaspælinum.
Eysturríki átti kanska
longu at avgjørt dystin
fyrsta
korterið,
tá
teir
tríggjar ferðir skaptu sær
upplagdar møguleikar móti
einum pólskum liði, ið mest
av øllum tóktist ófyrireikað
upp á trýstið, sum heima
liðið legði á.
Hickersberger og hansara
menn blástu nevnliga til
álop frá fyrsta bríksli, men
ístaðin fyri at leggja seg á
odda,
mátti
Eysturríki
brádliga ásanna, at gestirnir
løgdu seg á odda. Roger
Guerreiro var skjótastur at
fylgja upp eftir skotroynd,
og so hjálpti tað lítið, at
sami Guerreiro var rang
staddur í støðuni, tí linju
verjin veittraði ikki.
Eftir steðgin kundi Pól
land økt, men ein væl
leikandi Jürgen Macho helt
Eysturríki inni í dystinum.
Og so kom brotspparkið
altso. Eitt brotsspark, sum
elsti spælarin í kappingini
– 38 ára gamli Ivica Vastić
– trygt setti í netið.
Kanska var tað eisini
heppið, at tað júst var Vastić,
sum setti bóltin í netið. Eitt
av mongu bryggjaríunum í
Eysturríki
hevði
lovað
ókeypis øl restina av lívi
num til tann spælarin, sum
skoraði fyrsta málið fyri
Eysturríki. Ein stór øl
nýtsla er ikki júst tað, sum
hóskar best til eina tilveru
sum yrkisspælari, men nú
Vastić stendur fyri pensións
aldrinum á fótbóltsvøllinum,
nýtist honum ikki at taka
heilt somu atli.
Brotssparkið móti
Póllandi bjargaði Eyst
urríki frá stóra vónbrot
inum hóskvøldið. Og
gevur enntá møguleika
fyri stórum fagnaði í
seinasta dystinum, har
lagt er upp til brak móti
Týsklandi. Og upp og
niðurtúrar innan fót
bóltin eru nakað, sum
eysturríkar kenna til
Fótbóltur
Heri Simonsen
hersim@sosialurin.fo
1924: Eysturríki verður fyr
sta landið uttanfyri Stóra
Bretland, sum ger reglur
um yrkisfótbólt, soleiðis at
bestu leikarnir kunnu liva
av ítróttini hjá sær.
1927: Eysturríki tekur
stig til kappingina, sum
verður
nevnd
“Mitropa
Cup”, sum var ein kapping
fyri tey bestu liðini í Mið
og SuðurEvropa. Kapp
ingin verður seinni nýtt,
sum frimil til Evropa Cup
kappingarnar, sum byrja í
1950unum. Mitropa Cup
heldur fram líka til 1992,
bert steðgað av krígsávum,
og í 1979.
1930: Rapid Wien gerst
fyrsta eysturríkska liðið,
sum vinnur Mitropa Cup.
1931: 1. Wiener FC vinn
ur Mitropa Cup. Eystur
ríkska
fótbóltslandsliðið,
millum manna nevnt “Das
Wunderteam”
bergtekur
Evropa við góðum fótbólti.
Bestu dystirnir er 50 sigur
in á Skotlandi, og 82 sigur
in á Ungarn. Millum 1931
og fram til HMendaspælið
í 1934 tapir landsliðið bara
2 av 26 landsdystum.
1933: Austria Wien vinn
ur Mitropa Cup.
1934: Eysturríki gerst nr.
4 í HMendaspælinum í
Italia. Teir vinna 21 á Un
garn
í
fjórðingsfinaluni,
men tapa 01 ímóti italsku
vertstjóðini í hálvfinaluni.
Bronsudystin ímóti Týsk
landi tapa eysturríkarar 23.
1938: Eysturríki verður
slúsað uppí tað stórtýska
ríkið. Aftaná, at “Anschluss”
er sett í verk verða teir bestu
eysturríksku spælarnir tikn
ir uppí týska landsliðshópin.
Stóra undantakið er tann
framúrskarandi teknikkarin,
Mathias Sindelar, sum ber
seg undan at spæla á stór
týska landsliðnum. Rapid
Wien gerst týskur steypa
vinnari eftir ein 31 finalu
sigur yvir FSV Frankfurt.
1939: Mathias Sindelar
verður funnin deyður í íbúð
sínari. Deyðsorsøkin er ikki
kortløgd enn. Aftaná aldar
skiftið verður Mathias Sind
elar valdur til bæði besta ítrótt
rmann í Eysturríki í 20. øld,
og til besta fótbóltsspælara í
Eysturríki í 20. øld.
1941: Rapid Wien verða
heiðraðir sum “Reichsmeist
ar”, meistaralið í tí Triðja
Ríkinum. Teir vinna framm
anfyri Schalke04, sum var
liðið Adolf Hitler helt við.
1954: Í HMendaspæli
num í Sveis vinnur Eystur
ríki bronsu. Í fjórðingsfin
aluni vinnur Eysturríki ein
minniligan 75 sigur á
Sveis, sum er málríkasti
dystur
í
HMendaspæli
nakrantíð. Í hálvfinaluni
tapa teir 61 móti Vestur
Týsklandi, men teir vinna
bronsuna við einum 31
sigri á Uruguay.
1965: Linzer ASK gerst
fyrsta liðið uttanfyri Wien,
sum vinnur eysturríkska
meistaraskapið.
1978:
Austria
Wien
kemur í finaluna í Evropa
Cup kappingini fyri steypa
vinnarar. Í finaluni tapa teir
stórt 04 móti belgiska
Anderlecht. Hetta sama
árið hendir “Das Wunder
von Cordoba” tá Eysturríki
í
HMendaspælinum
í
Argentina vinnur ein 32
sigur á vesturtýsku heims
meistarunum í miðumfari
num. Hans Krankl, sum
skjýtur tvey mál í tí
dystinum, skiftir frá Rapid
Wien til FC Barcelona, og
gerst nummar tvey, tá ársins
leikari í Evropa verður
valdur hetta árið.
1982:
Eysturríki
og
VesturTýskland fremja í
verki eina stóra gølu undir
HMendaspælinum í Span
ia. Í Gijon rulla liðini bóltin
aftur og fram í 81 minuttir.
Tá er støðan 10 til Vestur
Týskland, og tað røkkur hjá
báðum liðum. Algeria endar
við Svartaperi, hóast teir
hava sama stigatal, sum tey
bæði týskttalandi londini.
“Avtalaða” úrslitið førir við
sær, at síðsti dystirnir í
bólkaspælinum í EM og
HMendaumførum
eftir
1984 verða spældir sam
stundis, fyri at ein slík gøla
ikki skal endurtaka seg.
1985: Rapid Wien røkkur
finaluni í Evropa Cup
kappingini
fyri
steypa
vinnarar. Í finaluni tapa teir
13 ímóti ensku Everton.
1990: 12. september hetta
árið hendir nakað, sum
eingin føroyingur ella eyst
urríkskur
fótbóltsfjeppari
nakrantíð gloymir. Lands
krona gerst heimstaðurin
fyri eina tí størstu sensa
sjónina í fótbóltssøguni.
Eysturríki tapir 01 til Før
oyar, sum spælir sín fyrsta
dyst í einari altjóða kapping
nakrantíð.
Venjari
hjá
Eysturríki er Josef Hickers
berger, sum fer úr starvi
num. Í 2006 fær Hickers
berger afturval, sum eystur
ríkskur landsliðsvenjari.
1992: Besti eysturríkski
venjarin nakrantíð, Ernst
Happel doyr 66 ára gamal.
Umframt at vinna fleiri
meistaraheiti við eysturr
íkskum feløgum, so vann
hann nógv við bæði FC
Brügge í Belgia, og Ham
burger SV í Týsklandi.
Sama ár broytir Prater
Leikvøllurin navn til “Ernst
Happel Stadion”.
1996: Rapid Wien røkkur
aftur finaluni í Evropa Cup
kappingini
fyri
steypa
vinnarar. Hesaferð tapa teir
01 móti fronsku Paris Saint
Germain í finaluni.
2007: Eysturríki liggur so
lágt, sum nr. 101 á FIFAstyrk
islistanum. Michael Kriess,
sonur
fyrrverandi
eystur
ríkska
landsliðsspælaran,
Werner Kriess skipar fyri
savnan
av
undirskriftum.
Átakið hjá Werner Kriess og
vinmonnum leggur fram krav,
at Eysturríki ikki tekur lut í
EMendaspælinum í 2008.
Tindar og dalar hjá Eysturríki
Vónin bjargað í yvirtíðini
38 ára gamli Ivica Vastić var ískaldur, tá hann í yvirtíðini tryggjaði
Eysturríki vónina um framhaldandi luttøku í EM-endaspælinum
Mynd: Polfoto/AP
Nógv vitja EM-síðuna
Føroyingum dámar væl at gita, hvussu dystirnir í
EMendaspælinum enda. Nú ein vika er farin av
kappingini, kann staðfestast, at hundraðtals føroy
ingar tippa til hvønn dyst á síðuni, em.fo, har tey
vitjandi samstundis eru við í kapping um serstakar
EMvinningar. Eitt nú Nintendo Wii spælikonsollar
og fartelefonir.
Kappast á OL-teininum
Sunnudagin skipar Føroya Triathlonfelag fyri kappin á olymp
iska teininum. Her verður fyrst svomið 1500 metrar. Síðani
verða 40 km súkklaðir, áðrenn talan at enda verður um 10 km
renning. Svomið verður í Svimjihøllini í Gundadali. Súkklað
verður frá svimjihøllini til Kaldbak, til Kaldbaksbotn, aftur til
Kaldbak og so til Havnar. Á Hvítanesvegnum, við Plantusøluna
verður skift í renniskjógvar. Teinurin frá Plantusøluni til Eik
banka Yviri við Strond skal síðan rennast tvær ferðir. Málið er
við Plantusøluna.