fríggjadagur 13. juni 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 112 • 13. juni 2008
Vikuskifti
16
Tvíhús – Hornavegur 5b, Oyri
Nýggju tvíhúsini eru í 3 hæddum, miðhæddin og ovasta
hæddin eru til sølu. Miðhæddin er 68 m2 og ovasta
hæddin er 58 m2 - í alt 126 m2 – alt er innrættað. Grund-
økið er 300 m2. Byggiár: 2007. Húsini hava føroyaprofil-
klædning, svart alminiumstak, tætt tróður við dúki,
plastikvindeygu og úthurðar og innhurðarnar eru fyll-
ingshurðar ( Finland), og gólvini á vesinum er sveisað
vinyl. Í miðhæddini er durur, gongd, trappuuppgongd,
baðirúm við brúsu, køkur/stova í einum og vásakøkur. Í
ovastu hædd er, hjúnarúm, 2 kømur og wc. Húsini eru
orkusparandi, liggja í barnavinarliigum og friðaligum
umhvørvi, hava gott útsýni og góð parkeringsviðurskifti.
Prísur : 950.000,00
Sethús – Argjavegur 41b, Argir
Húsini eru í 3 hæddum, miðhædd og kjallari 67 m2 hvør,
umframt óinnrættað loft uml. 35 m2. Grundøkið er 543
m2. Byggiár 1964. Í miðhæddini eru nýmótans køkur,
stova, 2 kømur, baðirúm, gongd, hjallur og vindfang. Í
kjallarahæddini er sjálvstøðug íbúð við køki, stovu,
kamari, baðirúmi og gongd, umframt kjallara-/fýrrúm.
Loft sum er óinnrættað kann innrættast. Húsini eru í
góðum standi, standa í friðarligum, barnavinarligum og
veðurgóðum umhvørvi, og hava rímiligt útsýni.
Prísuppskot : 2.000.000
Sethús – Høganesvegur 23, Toftir
Húsini eru í 3 hæddum – ovasta hædd er 54 m2 -
miðhæddin 54 m2 og kjallarin 54 m2 íalt uml. 162 m2. Til
húsini hoyrur eisini eitt stórt úthús. Grundøkið er 890 m2.
Byggár: 1924. Í miðhæddini er durur, gongd stova, køkur,
trappuuppgongd og trappuniðurgongd. Í ovastu hædd
er baðirúm, hjúnarrúm og 3 kømur. Í kjallarinum er
fýrrúm/ vaskirúm og kjallararúm. Urtagarður og terassa
er niðan fyri húsini.Øll miðhæddin er renuerað og nýtt
baðirúm er á loftinum. Húsini hava nyggjan klædning og
nýggj vindeygu. Húsini standa væl fyri, og har er gott
busssamband, veðurgott, barnavinaligt og gott útsýni.
Um hóskandi boð fæst.
Sethús – Viðargøta 25, Argir
Nýggju, frálíka snøggu og stásiligu sethúsini eru í 2 hædd-
um á 138 m2 – í alt 276 m2 – alt innrættað. Grundøkið er
500 m2. Byggiár: 2007. Einki er spart, tá ið talan er um
tilfar og dygd. Í erva er inngongd, gongd / hall / trappu-
gongd, baðirúm, arbeiðsrúm / kamar við klædnarúmi,
stova við brenniovni, borðsstova / alrúm / køkur, hjallur,
grovkøkur / vaskirúm við útgongd til garagu við inngongd
og sjálvvirkandi portri. Í neðra er inngongd, gongd /
trappugongd, stova / alrúm – har klárt er at seta upp køk,
hjúnarrúm, baðirúm, kamar við klædnarúmi, goymslurúm
/ teknikkrúm, vaskirúm, fýrrúm / kjallararúm. Altanur og
garður / urtagarður er ávegis. Húsini standa í náttúru-
vøkrum, veðurgóðum og barnavinaligum umhvørvi við
blindan veg. Skúli, barnagarður og busssamband er nær
við, og nýggjur skúli og ringvegur er á veg. Framúrskarandi
panoramaútsýni er inn yvir Havnina og út á fjørðin.
Um hóskandi boð fæst
Sethús – Landavegur 8 , Tórshavn
Húsini eru í 3 hæddum – tær niðastu eru 42 m2 og ovasta
er 35 m2. Har til er hjallur / goymslurúm á 25 m2 – í alt 144
m2. Grundøkið er 282 m2. Byggiárið er 1881, men húsini
eru umvæld og dagførd so við og við. M.a. eru nýgg
gólv, nýggjur køkur og alt loftið er gjørt av nýggjum. Í
miðhæddini er stórur hjallur / úthús, inngongd, gongd,
baðirúm, køkur / alrúm, borðsstova / stova. Í erva er
trappuuppgongd / trappupallur og 2 kømur. Í neðra er
vaskirúm / fýrrúm / kjallararúm. Garður og stórt park-
eringsøki er aftanfyri húsini. Húsini standa sera væl fyri
mitt í býnum í hugnmaligum, friðarligum og veðurgóðum
umhvørvi nær Skálatrøð og hava frálíkt útsýni av lofti-
num.
Handils – og skrivstovubygningur:
Jónas Broncksgøta 40, Tórshavn
Bygningurin er í 3 hæddum, veg- og miðhædd eru hvør
uml. 80 m2 og ovasta hædd uml. 10 m2 – í alt uml. 170 m2.
Grundøkið er 179 m2. Byggiárið er upprunaliga 1950, men
húsini eru høvuðsumvæld við bjálving, klædningi, vind-
eygum, hurðum, gólvum o.ø. Í niðastu hædd er inngongd,
handilshøli, skrivstovuhøli, goymsla, fýrrúm og baðirúm. Í
ovaru hædd er inngongd, gongd við trappu til loftið, 2
stovur / skrivstovur, køkur, baðirúm, 2 kømur / skrivstovur.
Í ovastu hædd er kamar og loftsrúm / goymslurúm, sum
til ber at innrætta til íbúð. Sunnanfyri er garður við
inngongd til íbúðina. Bygningurin stendur við virkna
handils- / høvuðsgøtu nær miðbýnum í Havn og kann
nýtast til handil og umsiting eins og til bústað.
Prísuppskot : 2.300.000,00
Sethús – Birnugøta 29, Tórshavn
Húsini eru í 2 hæddum – ovara hædd er uml 60 m2 og
niðara hæddin 101 m2 – í alt uml. 161 m2, Til hoyrir eisini
ein garaga við lítlum loftið ið er umleið 24 m2, parkerings-
økið er til tveir bilar. Eisini er steinsettur krúpikjallari.
Grundøkið er 602 m2. Byggár: 1978. Í miðhæddini er
durur, hjallur, gongd, trappuuppgongd, baðirúm, køkur/
stova við útgongd til terassu , kamar og kjallararúm/
fýrrúm. Í ovastu hæddini er baðirúm við brúsu og baði-
kari, hjúnarúm við útgongd til altan, 2 kømur, klædnarúm,
goymslurúm og útiloft við stovu. Stórsligin urtagarður er
runt húsini og terassa er suðureftir og vestureftir. Húsini
standa sera væl fyri við blindan veg, friða økið er eystanfyri
húsini, har er gott busssamband, veðurgott, barnavina-
ligt og panorama útsyni. Húsini standa tætt við miðbýin
og tó kennur tú tað sum tú ert úti á bygd.
Prísuppskot : 2.700.000
Sethús – á Stórheyggi 1, Velbastaður
Húsini eru í 1 hædd á 138 m2 og við lágum hjallara.
Grundøkið er 974 m2. Byggiárið er 1986, men húsini eru
dagførd og í góðum standi. Dururin er gjørdur av
nýggjum, gólv eru skift í gongd og kømurum, innhurðar
eru skiftar og alt er málað. Har er inngongd, durur, hjallur
(bryggers), gongd / hall, hjúnarrúm, baðirúm, 3 kømur,
matarkøkur og borðsstova / stova við útgongd til útigólv.
Í neðra er fýrrúm / vaskirúm / kjallararúm. Húsini standa í
friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við blindan veg
og skúlar, dagstovnur og skúlabussur er nær við. Útsýnið
er heilt einastandandi vakurt.
Prísuppskot: kr. 1.950.000,00.
Sethús – Eystari Ringvegur 3, Tórshavn
Húsini eru í 2 hæddum – ovara hædd er 124 m2 og niðara
73 – í alt uml. 197 m2. Grundøkið er 889 m2. Byggár: 1966.
Í erva er inngongd, durur, hall, baðirúm, køkur, borðstova,
stova, bryggers / vaskirúm / fýrrúm við egnari útgongd,
hjallur, millumgongd og 3 kømur. Í neðra er inngongd,
gongd, 3 goymslu- og kjallararúm, ið lættliga kunnu
innrættast til íbúð. Garður / urtagarður er runt húsini og
4 – 6 bilar kunnu standa í túninum. Húsini standa nær
býnum í sera náttúruvøkrum umráði út til friðað øki, og
har er gott busssamband, veðurgott, barnavinaligt og
gott útsýni.
Prísuppskot : 2.300.000,00
Sethús – Mannbrekka 8, Hoyvík
Stóru húsini eru í 3 hæddum á 109 m2 – í alt 327 m2 og
hartil er bilhús á 20 m2. Grundøkið er 1012 m2. Byggiárið
er 1976, men ymiskar dagføringar eru gjørdar so sum
nýgg vindeygu á lofti omaneftir, altanhurð. Í miðhæddini
er inngongd, durur, hall/trappugongd, gesta-wc, hjúnar-
rúm við skábsveggi og egnum baðirúmi, køkur, stova/
arbeiðsrúm og borðsstova við útgongd til útigólv/altan. Í
ovastu hædd er trappugongd, gongd, baðirúm, stova, 3
kømur og goymslurúm. Í niðastu hædd er inngongd,
gongd, stova/ítrivsrúm, baðirúm/wc/sauna, fýrrúm, stórt
vaskirúm við útgongd til urtagarð og hjall, og goymslu-
rúm. Húsini standa í veðurgóðum, friðarligum og vøkrum
umhvørvi. Dagstovnar, skúli, studentaskúli og stórur
handil er nær við og úr húsunum er panoramaútsýni yvir
Havnina, Nólsoynna og út á fjørðin.
Prísuppskot: kr. 3.500.000,00.
Sethús – Oyrabakkavegur 41, Oyrabakki
Hugnaligu húsini eru í 3 hæddum. Ovasta hæddin er
umleið 45 m2 - Miðhæddin er umleið 65 m2 - Kjallarin er
umleið 45 m2. Íalt umleið 155 m2. Grundøkið er 1960 m2.
Byggiár 1953. Til húsini hoyrir eisini eitt úthús/garaga.
Í ovastu hæddini eru 2 kømur og hjúnarúm. Í miðhæddini
er durur, hjallur, gongd, baðirúm, køkur og stova. Í niðastu
hæddini er kjallararúm/fýrrúm. Tað er urtagarður rundan
um húsini, ið standa væl fyri og hava sera gott útsýnið.
Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.
Prísuppskot : hóskandi boð
Tvíhús : Lynggøta 5, Norðskáli
Í mai mánaði 2008 varð farið undir at byggja eini tvíhús á
Lynggøtu við Norðskála, sum verða liðug í septembur
mánaði 2008. Húsini verða í 1 hædd - samlað búvídd 95
fermetrar. Eisini er eitt ovasta loft íð kann innrættast
Húsini koma at hava føroyaprofil klædning svart
alminiumstak, tætt tróður við dúki, plastikk vindeygu og
úthurðar. Innhurðarnar verða fyllingshurðar ( Finland), og
gólvini á vesinum verða sveisivenyl. Tey eru innrættaði
soleiðis : Durur, gongd, baðirúm, forstova , 2 kømur,
hjúnarrúm, grovkøkur, køkur,og stova. Møguleiki er at
velja gólv og køk eftir egnum ynski. Eisini kemur eitt
goymslurúm at hoyra til húsini.
Prísur: kr. 1.150.000,00.
Grundstykki – á Ryggi 35, Nólsoy
Grundstykkið matr.nr. 88b á 458 m2 liggur sera væl fyri í
norðara endanum í bygdini við asfalteraðan blindan veg í
barnavinaligum, friðaligum og náttúruvøkrum umhvørvi
við góðum útsýni. Lætt er at binda í el, vatn og kloakk.
Sethús – Norðuri í Sundum 18, Kollafjørður
Hugnaligu húsini eru i tveimum hæddum, 56 fermetrar
hvør hæddin, samlað búvídd 112 fermetrar. Grundøkið er
350 m2. Byggiár : 1946. Urtagarður er rundan um húsini.
Veghæddin: gongd, baðirúm, hjúnarúm, køkur, stova og
trappa til niðastu hædd. Niðasta hæddin, Gongd, fýrrúm,
kjallararúm, 2 kømur, baðirúm og stova.. Húsini í góðum
standi og eru dagførd øll sum tey eru. Húsini liggja væl
fyri, hava gott útsyni og tætt er til allar hentleikar.
Tvíhús – Gerðisgøta 9, Lamba
Húsini verða eftir ætlan liðug á heysti 2008. Húsini verða
í 2 hæddum – samlað búvídd 200 fermtrar. Húsini koma
at hava føroyaprofil klædning svart alu-tak, tætt tróður
við dúki, plastikk vindeygu og úthurðar. Innhurðarnar
verða fyllingshurðar (Finland), og gólvini á vesinum verða
sveisivenyl. Í ovaru hæddini verður durur, gongd, baðirúm
og 2 kømur, hjúnarrúm, goymslurúm, køkur/stova og
svali. Møguleiki verður at velja gólv og køk eftir egnum
ynski. Niðara hæddin verður óinrættað. Tapetsering og
máling eru ikki íroknað prísin, men møguleiki er fyri at
fáa hetta gjørt.
Prísur : 1.250.000,00
Sethús Sjúkrahúsbrekka 12 Tvøroyri
Húsini eru í 3 hæddum á 68,5x3+5 = 210 m2. Grundøkið
er 230 m2. Húsini eru upprunaliga bygd uml. 1910, men
eru bygd heilt av nýggjum í 2007. Í miðhæddini er inn-
gongd, durur / gongd, gestawc, køkur / alrúm / borðsstova
/ stova og bryggers við egnari inngongd. Í ovastu hædd
er trappuuppgongd og -pallur, 3 stór kømur og baðirúm.
Í niðastu hædd eru 2 inngongdir og 2 kjallararúm. Húsini
standa í friðarligum og veðurgóðum umhvørvi í mið-
býnum á Tvøroyri, har stutt er til skúlar, handlar, buss-
samband o.a. Útsýnið er gott – serliga av loftinum.
Prísuppskot: kr. 1.000.000,00.