fríggjadagur 13. juni 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 112 - 13. juni 2008 ]
B36 kann
arga KÍ
Eisini hjá kvinn
um verður
steypafinalan
leygardagin. KÍ
hevur verið plágað
av skaðum, men
vónin er sjálvandi
at endurvinna
steypaheitið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Verður tosað um kvinnu
fótbólt í Føroyum, so
slepst illa undan at
nevna KÍ.
Kvinnurnar úr Klaks
vík hava verið í flokki
fyri seg seinastu nógvu
árini, og tær upplagdir
favorittar undan final
uni leygardagin.
Skal nakað lið arga
KÍ, so er tað tó helst
B36, sum í fjør var so
sera nær við at taka
FMheitið til Havnar
fyri fyrstu ferð í níggju
ár. Landskappingardyst
inum herfyri gav eisini
ábendingar um, at B36
kann hótta KÍ, tí har
vóru tær úr Havn bert
eitt misnýtt brotsspark
frá at eiga øll stigini
móti einum KÍliði,
sum tó eisini var rakt
av skaðum.
Og her er tað ikki
minst saknurin í Mal
enu Jospehsen, sum
hevur verið meinur.
Umframt
sjáldsama
góða máltevið, so er
Malena eisini ein av
teimum, sum støðugt
koyrir undir viðspælar
arnar, og tí vóna tey í
Klaksvík, at hon verður
tøk til dystin leygardag
in.
Talan er annars um
10. steypafinaluna á
rað hjá KÍkvinnunum,
og tað finst neyvan ein
betri háttur at markera
hetta, enn at kvinnurnar
enn eina ferð koma
norður við steypinum í
hond.
Rógvi Johansen um venjing, lívsstíl og moral
Rógvi Johansen var í fleiri ár fremsti føroyski súkklarin. Ikki bara her heima, men eisini í Danmark gjørdi hann
um seg, og hóast hann ikki longur er aktivur í fremstu røð, so hevur hann framveigis nógva vitan at oysa av. Tí
hevur Tórshavnar Súkklufelag boðið honum til Føroya at halda fyrilestur, so eisini onnur kunnu fáa lut í tí, tann nú
44 ára gamli Rógvi hevur at fortelja frá sínum royndum innan súkkling, venjing og ítrótt sum heild. Fyrilesturin
verður í ÍSFhúsinum leygardagin, og Rógvi sigur sjálvur, at hann fer at fevna breitt: Fyrst og fremst fari eg at
leggja dent á tað, eg kann fortelja frá mínari sterkastu síðu, sum var einkultstartur, har tú fyrst og fremst skalt
kappast við teg sjálvan, og at tað tí snýr seg um rástyrki, góða venjing og mentala javnvág, sigur Rógvi, sum eisini
ætlar sær at tosa um moralsku síðuna av ítrótti. Heilt einfalt, tí hann heldur hetta vera eina mangulvøru fleiri
staðni. Fyrilesturin í ÍSFhúsinum leygardagin, sum byrjar klokkan 14, er bert fyri limir í Tórshavnar Súkklufelag
og Føroya Triathlonfelag.
Á Norðoyastevnu vóru
ábendingar um, at
møguleiki kann verða
fyri fleiri nýggjum
vinnarum, tá ið annn
ar FM róðurin verður
í Hósvík í morgin
Kappróður
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Longu í morgin verður
annar FM kappróðurin í ár.
Fyrsti róðurin var í Klaksvík
síðsta leygardag, og næstu
vikurnar verður kappróður á
skránni hvønn leygardag
fram til 12. juli. Tá verður
Vestanstevna, og so verður
steðgur fram til á Ólavsøku.
Í Hósvík eru teir farnir
undir fyrireikingarnar til FM
róðurin á Sundalagssstevnu,
sum verður í morgin. Har
verður róð á øllum trimum
teinunum – 1000, 1500 og
2000 metrum – og hann sigur
frá hampuligum høgættar
veðri. Hitin verður kanska
upp í 10 stig, og vindurin
verður 510 metrar um sekun
dið. Tað verður skýggjað loft
og okkurt ælið verður eisini.
Eingin ivi er í, at tað
hevur týdning fyri kapping
ina, at bestu bátarnir frá
Norðoyastevnu og harvið
favorittarnir hesa ferð nú
hava hvønn annan undir
liðini. Intensiteturin verður
størri, enn tað er møguleiki
fyri, at hann kann verða, tá
ið tað kann vera heilt langt
ímillum teir, sum eru í
harðari kapping, og so kann
tað
ikki
útilokast,
at
umstøðurnar at rógva kunnu
vera rættiliga ymiskar, tá ið
tað eru langur teinur ímill
um bátarnar.
Tættar kappingar
Á Norðoyastevnu vann Drek
in róðurin millum gentu
bátarnar. Hvassi, sum í fjør
stóð seg so ógvuliga væl,
var næstur gentunum í Havn
ar Róðrarfelag. Nú er báturin
av Oyri so tætt við at vera í
heimasjógvi, sum tað ber til,
og genturnar av Eysturoyar
landinum í Sundalagnum
fara ivaleyst at leggja alt og
kanska meiri enn tað fyri í
royndini
at
endurvinna
sigurin, sum tær vunnu á
Sundalagsstevnu í fjør.
Kvinnurnar umborð á
Sílinum vóru á Norðoya
stevnu
eina
bátslongd
frammanfyri Frúnna, sum
hesa ferð tykist vera einasti
avbjóðari.
Í
kappingini
millum
6mannafør
við
kvinnum verður tað kappast
hesa ferð. Tað var ikki
fyrrenn fríggjadagin í síðstu
viku, at tað varð greitt, at
Jarnbardur og Gongurólvur
fóru at kappast á Norðoya
stevnu.
Dreingirnir umborð á
Sílinum vunnu mest sann
førandi sigurin av øllum á
Norðoyastevnu. Havfrúgvin
og Junkarin vóru í tættari
kapping um næstfremsta
plássið. Tað er torført at
ímynda sær, at hesir báðir
bátarnir, sum í morgin fara
at rógva hvørju sínu megin
Sílið, kunnu megna at veita
havnardreingjunum kapp
ing um fremsta plássið.
Men nú fæst at síggja.
Sundabáturin var í Klaks
vík eina bátslongd undan
Tvørabátinum, og Heiða
báturin var eina stóra báts
longd frammanfyri Argjabát
in. Sambært úrslitini á Norð
oyastevnu er lítið sannlíkt, at
Sundabáturin og Heiðabát
urin fara at fáa kapping frá
øðrum enn hesum báðum.
Tað kennist sum sannur
aldudalur, at tað bara luttaka
tvey 10mannafør. So lítil
hevur luttøkan ongantíð ver
ið áður, síðani tað í 1973
varð farið at kappast um FM
eftir galdandi skipan, og tað
skal leitast væl og leingi
langt aftur í tíðina fyri at
finna so lítla luttøku í kapp
ingini, sum plagar at vekja
størst áhuga millum áskoðar
arnar. Tíbetur vísti tað seg á
Norðoyastevnu, at talan er
um tætta kapping, og hóast
Ormurin eftir fínan start
stýrdi kappingini og vann
trivaligan sigur á Havnarbát
inum, so bendir alt á, at tað
eisini í Hósvík fer at verða
tøtt kapping, hóast tað longu
frammanundan er greitt – og
tað er spell – at vinnarin
verður í Suðurstreymi. Klaks
víkingur, Eysturoyingur, ein
bátur úr Suðuroy og Vest
menningur høvdu av sonnum
prýtt um kappingina.
Tað kann gerast heilt spennandi
Heiðurbáturin var góða bátslongd framman fyri Argjabátin á norðoyastevnu, og tað verður fyrst og fremst við hendan, at guli báturin av Glyvrum skal kappast
Mynd: Álvur Haraldsen
Strategurin handan
hondbóltsævintýrið
í Slagelse er nýggjur
nevndarformaður,
og Todi Jónsson er
nú stjóri í Fremad
Amager
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Síðani Nicolai KaasHeil
mann gavst sum stjóri um
ársskiftið, hevur Todi Jóns
son verið virkandi stjóri í
felagnum, men nú verður
hetta gjørt til varandi
loysn,
sigur
Fremad
Amager í tíðindaskrivi.
Við hesum fær Todi
møguleika at nýta meira
orku í dagliga rakstrinum
av felagnum, soleiðis at
málini, sum felagið hevur
sett, kunnu røkkast, verður
sagt í tíðindaskrivinum.
Nýggjur nevndarformað
ur, nú Todi verður stjóri
burturav, er Brian Molle
rup. Hann hevur áður havt
fleiri toppsessir í donskum
vinnulívi, og ikki minst er
hann kendur sum maðurin,
ið saman við Anju Ander
sen stóð handan stóra hond
bóltsævintýrið í Slagelse.
Todi er nú stjóri í FC Amager