Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-13, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 13. juni 2008 29 Tekniska Skúla í Tórshavn tørvar 2 faklærarar Talan er um størv á: • Trædeildini og Eldeildini Vit ynskja at umsøkjarar: • hava hug og hegni at arbeiða við ungdómi • eru hugaðir fyri broytingum • kunnu arbeiða sjálvstøðugt og hava góð samstarvsevni • duga at loysa trupulleikar, tá ið á stendur • eru framfýsnir og kunnu geva íblástur at menna arbeiðsplássið Umsøkjarar, sum hava viðkomandi hægri útbúgving, kunnu hava fyrimun. Eisini kunnu umsøkjarar til eldeildina, sum hava hollan kunnleika innan veikstreymsøkið, hava fyrimun. Umsóknir, saman við upplýsingum um útbúgving, royndir og møgulig viðmæli, skulu vera Tekniska Skúla í Tórshavn, postrúm 3239, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. juni 2008. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jógvan Sørin Hansen, starvsfólkaleiðara, á tlf 568070 Vit vænta at umsøkjarar hava: • sveinabræv • viðkomandi starvsroyndir • hollan og dagførdan kunnleika innan økið Vit bjóða: • spennandi og avbjóðandi størv í einum umhvørvi, sum er í støðugari menning. skapandi umhvørvi www.tst.fo Vit sóknast eftir einum samskiftisleiðara, ið hevur hugflog og skapandi evnir, hevur áhuga í orku og umhvørvi, og sum ynskir at kunna um og bera fram okkara virksemi, visjónir og mál. Ráðgeving og samskipan eru lyklauppgávur. Samskiftis- leiðarin skal standa fyri samskiftinum innan- og uttanhýsis í tøttum samstarvi við allar deildir hjá SEV. Hetta inniber millum annað at hava ábyrgdina av heimasíðum okkara. Branding av SEV, eins og menningin av starvsfólkum okkara innan samskifti, eru partar av uppgávunum hjá samskiftis- leiðaranum. Vit ynskja at tú hevur ein ”lættan penn”, er upp- søkjandi og dugir at bera ein boðskap fram. Samskiftisleiðarin hevur tilvísing til stjóran, og starvið er lønt sambært sáttmála millum SEV og avvarðandi yrkisfelag. Hevur tú hug at taka av hesi avbjóðing, er tú vælkomin at senda umsókn við prógvum og øðrum til SEV. Freistin at søkja er fríggjadagin 20. juni, kl. 12.00, 2008. Hevur tú spurningar, er tú vælkomin at ringja til Hákun Djurhuus á telefon 346800. Elfelagið SEV - Landavegur 92 - Postsmoga 319 - 110 Tórshavn - www.sev.fo SAMSKIFTI, SAMSKIPAN & RÁÐGEVING STEPHANSSONS HÚS