Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-13, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 21 Nr. 112 • 13. juni 2008 mítt land Føroyar Aftur hesa vikuna vóru fimm spennandi evni umrødd í sendirøðini “Føroyar mítt land”, sum er á Rás2 hvønn gerandisdag. Evnini, sum vórðu umrødd í sendirøðini í hesi vikuni, og sum høvi verður at endurhoyra sunnudagin klokkan 13, vóru: Føroyingur uttanlands og í Føroyum; gamla Havnin; føroyski tjóðbúnin – hesa ferð frynsamuffur, kubbar og hosur; sjóverk og ymisk ráð móti tí; umframt Kaarsberg, sum var prestur á Viðareiði í 1830-unum. Kári Mikkelsen, Eirikur Lindenskov, Nicolina Jensen Beder, Janus Mohr og Freydis Poulsen løgdu sendingarnar til rættis. Rás2, sunnudagin klokkan 13. Føroyar mítt land í næstu viku: 16/6 Halgir Winther Poulsen 17/6 Janus Mohr 18/6 Nicolina Jensen Beder 19/6 Helena Samuelsen 20/6 Turið Sigurðardóttir Hvønn gerandisdag kl. 8, kl. 9, kl. 22 og kl. 23, (týsdag tó 22.30) Føroyar mítt land Heimsins elsta kirkja funnin Fornfrøðingar í Jordan halda, at teir hava vunnið heimsins elstu kirkju. Kirkjan er funnin í Rihab har norðuri í Jordan, nær við markið til Sýria. Jordan Times skrivar, at fornfrøðingarnir halda, at kirkjan er 2000 ára gomul, og tann gamla kirkjan varð funnin undir einari aðrari kirkju, sum skal erða frá ár 230 eftir Krist. Fornfrøðingarnir halda, at kirkjan í Rihab hevur havt serliga vitjan, tí nøkur av teimum fyrstu kristnu skulu hava hildið til í hesari kirkjuni. Hetta vóru kristin, sum vóru flýggjað úr Jerusalem, har tey vórðu forfylgd. Umleið 30 kirkjur eru í Rihab, og tað skal verða vist, at Jesus og Maria hava verið á ferð í økinum.