Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-13, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2008síða 39

‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 13. juni 2008 39 lýsingar Leys størv í Tórshavnar kommunu Tórshavnar kommuna Pedagogar og hjálparfólk til Dagstovnin á Landavegnum Søkt verður eftir einum pedagogi til barnagarðsstovu fyri pedagog í barnsburðarfarloyvi, at arbeiða 40 tímar um vikuna at byrja 1. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Eisini verður søkt eftir einum hjálparfólki, fyri hjálparfólk í barnsburðarfarloyvi, at arbeiða 40 tímar um vikuna at byrja 1. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Farloyviðstíðin fyri bæði størvini er frá 1. august 2008 til 31. januar 2009. Søkt verður eisini eftir einum pedagogi til vøggustovu, at arbeiða 40 tímar um vikuna at byrja 11. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Kirstina Djurhuus, stovnsleiðara, á telefon 30 23 80, ella Brynhild Guttesen, varaleiðara, á telefon 25 07 04. Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera hjá Dagstovninum á Landavegnum, Landavegur 84, 100 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 30. juni 2008. Pedagogar til Lítlaskóg Søkt verður eftir tveimum pedagogum til vøggustovu at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 4. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Beintu Dalbø, leiðara, telefon 21 91 35. Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera hjá Lítlaskógi, boks 217, 110 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 30. juni 2008. Pedagogur til Býlinghúsið inni á Gøtu Søkt verður eftir einum pedagogi til vøggustovu at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 11. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Poulu Ejdesgaard, stovnsleiðara, telefon 31 77 01. Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera hjá Býlingshúsinum inni á Gøtu, Ovaragøta 30 B, 188 Hoyvík, í seinasta lagi mánadagin 30. juni 2008. Pedagogur til Býlinghúsið undir Brúnni Søkt verður eftir einum pedagogi fyri pedagog í barnsburðarfarloyvi at arbeiða 30-35 tímar um vikuna at byrja skjótast til ber. Farloyviðstíðin er fram til 31. mai 2009. Setanarviðurskifti Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Pedagogar til Frítíðarskúlan í Hornabø Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 30 tímar um vikuna og tveimum pedagogum at arbeiða 25 tímar um vikuna at byrja 11. august 2008 ella eftir nærri avtalu. Um pedagogur ikki søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv. Setanarviðurskifti Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meiri fæst at vita um størvini við at venda sær til Ann-Elisabeth Joensen, stovnsleiðara, telefon 21 44 67. Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera hjá Frítíðarskúlanum í Hornabø, Hornagøta 13, 100 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 30. juni 2008. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Turið Horn, stovnsleiðara, telefon 31 91 80. Umsókn saman við møguligum viðmælum skal vera hjá Býlingshúsinum undir Brúnni, Smærugøta 9b, 100 Tórshavn, í seinasta lagi mánadagin 30. juni 2008.