Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-13, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2008síða 40

‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 112 - 13. juni 2008 lýsingar Lærarastørv í Runavíkar kommunuskúla Til skúlaárið 2008/09 verður søkt eftir 9 lærarum at byrja 1. august 2008. • 7 lærarum í tíðaravmarkað fulltíðarstarv skúlaárið 2008/09 fyri lærarar í farloyvi og avlopstímar. • 2 lærarum í tíðaravmarkað stytri enn eitt ár fyri lærarar í farloyvi a) eitt starv fulla tíð fyri lærarar í barnsburðar- loyvi frá skúlaársbyrjan til u.l. 1. mars 2009. b) Eitt starv 21 tímar um vikuna fyri lærara í farloyvi til 1. jan 2009. Søkt verður eftir lærarum, sum kunnu lesa tímar í m.a. Innskúlingini, miðdeildini, framhaldsdeildini og í serstovunum. Umsøkjararnir mugu hava førleika at átaka sær eina ella fleiri av hesum lærugreinaøkjum: máli, støddfrøði, ítrótti, kunningarlærugreinunum, handaligu lærugreinunum, bókasavn, teldulæru og at arbeiða við næmingum við breki. Vit vænta, at tú • ert fyrikomandi, umhyggin og engasjerað/ur • ert virkisfús/ur og ert hugað/ur fyri toymissamstarvi • í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vilt vera við til áhaldandi at menna skúlan Lønar- og setanartreytir Setanarøkið eru allir skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla. Tey, ið sett verða, eiga at tola broytingar starvinum viðvíkjandi. Størvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 27.4 sam- bært avtalu millum Fíggjamálaráðið og Føroya Lærarafelag. Størvini eru treytað av, at tímajáttanin heldur. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum, c.v. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 18. juni 2008, kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið frá Ásmund Lamhauge, skúlastjóra á tlf. 447331 & 217331 ella Duritu P. Joensen, varaskúlastjóra á tlf. 447331 & 221363. Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár um 432 næmingar og um 52 starvsfólk. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/rks RUNAVÍKAR kommunuskúli Glyvravegur 10A · FO 625 Glyvrar Tlf. 447331 · fax 447767 t-postur: rks@skulin.fo Familjubátur til sølu VIKNES 770 Combi til sølu um hóskandi boð er. Byggiár 2002, báturin er sum nýggjur, hevur bert siglt 680 tímar. Maskina Yanmar 144 HK 2002 – við ”slirigear”. Báturin hevur VHF, GPS/ekkolodd, radara, bjargingarbát til seks fólk. Róður inni og úti á dekkinum. Tveir oljutangar á 200 litrar. Borðkrókur og vask. Fýra koyggjupláss. WC við septiktanga og vask. Báturin hevur hitablásara og er sera vælegnaður – bæði sum familjubátur ella til vinnu. Báturin kann síggjast á uttastu flótibrúnni í Havn. Áhugaður keypari er vælkomin at ringja 316510 / 216510 Teldupostadr: punta@post.olivant.fo Bátamotorur Vælhildin Volvo Penta – typa KAD300 – A til sølu. Sum nýggjur, bert 3 ára gamal og siglt 375 tímar. Hevur 285 HK, Turbinu og vinkul gear – mrk. HURTH. Instrumentering fylgir vid – kann síggjast eftir avtalu. Um áhugi – ring 229654 T V Ø R O Y R A R K O M M U N A