Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-13, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 13. juni 2008síða 41

‹ fyrra síða allar 90 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 112 - 13. juni 2008 41 lýsingar Í Sernámsdeplinum er eitt starv sum samskipari leyst til setan skjótast til ber. Dagliga tænastustaðið verður NSR tænastsan á Frælsinum 30, men er samskiparin partur av leiðsluni fyri sernámsfrøðiliga virksemið, ið Sernámsdepilin stendur fyri. Fyrsta uppgávan verður í samráð við Tórshavnar kommunu og Sernámsdepilin at fyrireika stovn- setanina av NSR tænastuni, ið skal lata upp 1. august 2008. Førleikakrav Tú hevur lærara-, pedagog-, sálarfrøði- ella aðra viðkomandi útbúgving. Tú hevur starvsroyndir í pedagogiskt mennandi arbeiði við børnum og ungum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur viðkomandi eftirútbúgving og leiðsluroyndir. Uppgávur Tú fert at leiða og samskipa arbeiðið í tænastuni og vera andlitið úteftir. Tú gert tær hugsanir um, hvussu sernámsfrøðin kann mennast og samskip- ast. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt og sam- stundis hava hug og hegni at arbeiða tvørfakligt og at samstarva við aðrar fakbólkar. Løn og setanarviðurskifti Eftir sáttmála við avvarðandi fakfelag Sum liður í menningini á sernámsfrøðiliga økinum hevur Tórshavnar Kommuna í samstarvi við Ser- námsepilin og Mentamálaráðið gjørt av at seta á stovn NSR tænastu á Frælsinum 30 í Tórshavn. Tænastan skal vera klár at virka 1. august 2008 og skal veita skúlum, stovnum, foreldrum og øðrum avvarðandi at børnum og ungun ( o – 18 ár ) námsfrøðiliga- og sálarfrøðiliga ráðgeving. Manningin í fulltíðarstavi í NSR tænastuni verður: 1 samskipari – 2 sálarfrøðingar – 2 serlærarar, ið reka talimennandi og námsráðgevandi arbeiði og 1 skrivari, ið verður settur av kommununi . Lokalu serlærarnir eru part av síni arbeiðstíð knýttir at NSR tænastuni – tils. svarandi til á leið 2 størv. Sernámsfrøðiligu tænastueindirnar á Glyvrum, í Vági og nú í Tórshavn • samskipa serundirvísing og ráðgeving millum skúlar, stovnar, myndugleikar og foreldur í økinum • veita kommunum ráðgeving í sernámsfrøðiligum spurningum • skipa fyri skeiðum fyri starvsfólk og foreldur • virka fyri at skipa heildartilboð fyri børn við serligum tørvi • samstarva við barnaverndarstovur, heilsusystrar og sosialar deildir Meira fæst at vita við at venda sær til Hans Eli Dahl, stjóra. Umsóknir við avriti av próvskjølum og møg. viðmælum skulu vera Sernámsdeplinum í hendi tann 25. juni 2008. Samskipari til NSR tænastuna í Tórshavnar Kommunu S E R N Á M S D E P I L I N Sernámsdepilin Frælsið 32 – Postrúm 2036 – FO 165 Argir Tlf. 314522 – Fax 310196 E – postur: sernamsdepilin@snd.fo Endurlýsing námsfrøðilig- sálarfrøðilig ráðgeving Lesið -so eru tit við!