mánadagur 16. juni 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 113 - 16. juni 2008
Kingo-sangur í Tjørnuvík
Tað kemur javnan fyri, at Kingo-bólkurin í Tjørnuvík savnast til eina framførslu, tá gestir
vitja og ynskja at hoyra aldargamla sálmasangin, ið framvegis livir sítt fríska lív millum
bygdafólkið. Eitt slíkt høvi var týskvøldið í farnu viku, tá ein hópur við sera áhugaðum
fólki frá jútska býnum Mariager sessaðust í kirkjuni í Tjørnuvík (myndin) at lýða á Kingo-
sálmar. - Kingo-bólkurin hevur stórt rós uppiborið fyri sítt ídni og trúfesti mótvegis tí
mentanarliga dýrgripi, ið mæta skaldið Thomas Kingo skapti longu í 1600-talinum og sum
er vorðin ein felags ogn, so hvørt sum øldirnar eru gingnar, skrivar heimasíðan hjá Sunda
kommunu. Aftaná vóru gestirnir bodnir til ein góðan drekkamunn í bygdarhúsinum, har
prátið gekk um Føroyar og Kingo. Tað var eyðsæð, at her vitjaðu fólk, sum høvdu lisið
uppá heimanífrá. - Slíkar løtur prógva, at mentanararvurin fer ikki fyri bakka, uttan at vit
sjálvi lata hann fara, verður sagt.
Ein maður noyðist nú
at sita í fongsli, tí tað
ber ikki til at útvega
honum eina varda
íbúð. Hann hevur
altíð havt stórar
trupulleikar og tað
endaði við, at hann
eitt kvøldið fór inn
á kamarið hjá pápa
sínum við knívi í
hond
RættuRin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hann hevur altíð havt stórar
trupulleikar, men tað hevur
gingið sera strilti at fáa
veruliga hjálp til hansara.
Tað fortaldi ein mamma
fyri dómaranum í Føroya
Rætti í morgun.
Sonur hennara er skuld-
settur fyri at hava ætlað at
hava tikið lívið av pápanum
við knívi.
Maðurin hevur sitið varð-
haldsfongslaður í nakrar
mánaðir, men í morgun var
hann í Føroya Rætti, har
støða skuldi takast til, hvat
skal henda í málinum.
Sjálvur hevur maðurin
greitt løgregluni og Føroya
Rætti frá í grundlógarav-
hoyring, at nú orkaði hann
ikki meiri og vildi gera av
við pápan. Men eftir stuttan
bardaga við pápan, hevði
tað eydnast pápanum at fáa
knívin av honum.
Ongantíð bangin
Í rættinum í morgun vórðu
foreldrini boðsend at geva
frágreiðing og hetta fáa tey
ikki at passa, tí hann hevur
ongantíð áður verið harðlig-
ur.
Pápin segði, at hann var
ongantíð bangin og tað
hevði heldur ikki verið bar-
dagi, tí hann hevði bara
tikið knívin av honum uttan
hóvasták.
Sonurin hevði heldur ikki
sagt, hvat hann vildi og hann
hevði knívin niður við síðuni
og
hevði
ikki
hóttandi
framferð upp á nakran máta.
Pápin var eisini farin at
leggja seg beint eftir hend-
ingina og var sovnaður og
tað hevði hann ikki gjørt,
hevði hann følt seg hóttan.
Mamman greiddi frá, at
drongurin hevði altíð verið
atferðartrupul og skúlanum
fekk hann púra onki burtur
úr, tí lærararnir lótu rætt og
slætt, sum um at hann als
ikki var til so haðani var
ongin hjálp at heinta.
Hann var óróligur og fekk
ikki miðsavna seg um nak-
að sum helst.
Hann var seinni komin á
skúlan á Trøðna og har
hevði hann havt tað gott og
hevði fingið nógv burturúr.
Vinir hevði hann ikki
nógvar av og var mest fyri
seg sjálvan.
Misti tamarhaldið
Sum fráleið fór hann at
drekka og misti at enda
púra tamarhaldið og gekk
fullur í longum tørnum.
Hann var ferð eftir ferð
innlagdur til avvenjingar og
var so turrlagdur eina tíð,
men datt so út í aftur hvørja
ferð og drakk seg so út aftur
av nálini, til hann aftur varð
innlagdur.
Hann megnaði tó at passa
arbeiði, men tað vanliga
var, at hann keypti øl heim
við hvønn dag og setti seg
so at drekka.
Mamman ivaðist ikki í, at
hann var sálarliga sjúkur,
men tað hevði gingið strilti
at fáa hjálp.
Hann fekk heilivág, men
tað hevði ongin ordilig upp-
fylging verið, tí heilivágurin
bleiv bara broyttur eina
hálva tablett upp ella niður
um dagin umvegis telefon-
ina.
Mamman segði, at í veru-
leikanum hevði hann tað
frægast, tá ið hann drakk og
hann hevði altíð verið líka
góður at hava við at gera,
eisini tá ið hann var fullur.
Bað og bønaði
Men alt hetta fekk fyribils
ein enda eitt kvøldið herfyri,
tá ið hann fór inn á kamarið
hjá pápanum við knívi.
Eftir
hendingina
kom
hann inn í køkin og bað og
bønaði um hjálp, greiddi
mamman frá.
Hon ringdi fyrst til eina
heimasjúkrasystir, men hon
var upptikin og kundi ikki
koma og bað tey ringja til
læknan.
Men læknin helt ikki, at
tað var hansara borð og bað
tey ringja til løgregluna.
Sonurin bað mammuna
melda seg og at enda ringdi
hon eftir løgregluni.
Tá ið løgreglan kom á
staðið bað hann løgreglu-
menninir taka seg, tí hann
var til reiðar at koma við.
Síðani hevur maðurin
sitið í varðhaldið í nakrar
mánaðir, men allir partar
eru samdir um, at tað er
ikki rættað staðið hjá hon-
um at vera og roynt hevur
verið at finna honum eina
varda íbúð, men tað hevur
gingið strilti.
Trupulleikin er, at hann
hevur ongastaðni at vera og
tí noyðist hann aftur í fongs-
ul.
Tað er kortini ein møgu-
leiki fyri, at hann fær eina
varda íbúð skjótt, men tað
er ongin vissa fyri tíð og
inntil tað hevur eydnast,
noyðist hann at verða ver-
andi í fongslinum.
Maðurin verður í løtuni
sálarkannaður fyri at vita
um hann er egnaður at revsa
yvirhøvur og tá ið tað er
liðugt, verður endalig støða
tikin til, hvat skal henda
víðari. Ein møguleiki er eis-
ini, at hann fær ein við-
gerðardóm.
Ein maður er skuldsettur fyri at hava roynt at taka lívið av pápa sínum við knívi, men semja er um, at hoyrir valla heima í fongsli. Men tað eru ongar vardar íbúðir at fáa, og tí noyðist hann aftur í
fongsul
Bað og bønaði um at fáa hjálp