Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juni 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 113 - 16. juni 2008 Stríðið við brenni­ víns­devulin og aðrar illar andar er drívmegin aftanfyri nýtt yrkingas­avn, s­um yrkjarin og tón­ leikarin Petur Póls­on gevur út í næs­tum Yrkingsavn Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo ”Hamskifti” er heitið á nýggja yrkingasavninum hjá Peturi Pólson, sum kem­ ur út í næstum. Í savninum eru 30 yrkingar, yrktar í tíð­ arskeiðinum 2002 til 2006. Sjálvur sigur høvundurin, at hetta var eitt tíðarskeið við sera stórum, persónlig­ um rembingum, ið merkja yrkingarnar. Ein leitan eftir sínum innasta samleika ber gjøgnum alt savnið, ið setur spurningar, heldur enn at koma við svari. Turrumegin tilveruna Við nýggja savninum eru sjey ár liðin, síðani Petur Pólson gav út eitt yrk­ ingasavn. ”Í somu sjey ár hevur Petur livað turrumegin tilver­ una. Dysturin við brennivíns­ devulin og aðrar illar andar gerst í hesum savni drívmeg­ in at fata borgarligu tilveruna og seta hana í glas og rammu, sum menniskja, pápi og lærari, ” skrivar Birg­ ir Kruse millum annað í fororðunum til ”Hamskifti”. Hóast nógvar av yrking­ unum tykjast daprar við heitum sum ’InnanAngist’, ’Mín sál er troytt’ og ’Bund­ in’, er oftast okkurt, sum lyftir tær upp frá og snarar teimum á aftur. Ein farri av iva, eitt vet av undran og forvitnir neistar av gleði tamba áhaldandi yrkingar­ nar, eins og røddin í teimum illa vil sleppa orðunum – ella lívinum aftur. Vakt ans Petur Pólson hevur javnan vakt stóran ans sum yrkjari. Eitt nú, tá hann í 1997 gav út savnið ”Ongin sól er til”, ið gav honum Mentanar­ virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. Petur Pólson hevur eisini verið virkin á føroyska tón­ leikapallinum. Fyrst við bólk­ inum Visible Fish, síðani við bólkinum Clickhaze. Í 2005 gav hann út sína fyrstu solo­ fløgu, Koma, ið vann stóra viðurkenning í Føroyum eins væl og uttanlanda. Í løtuni er hann í ferð við at gera sína næstu fløgu. Dagliga starvast Petur sum lærari á Miðvágs­ Sandavágs skúla, umframt at hann eisini skrivar á nýggja vágaportalinum. Tað er forlagið Grønhólm­ ur, ið gevur savnið út, sum væntast at vera í bókabúð­ unum fyrst í juli mánað. Petur Pólson og brenni- vínsdevlarnir Tunglyndi summar dagar veit eg onga vón framtíðin spyr meg torskildar spurningar, sum eg ikki havi dirvi at svara veit ikki, um eg eri um at gerast gamal kenni meg tíðum eldri enn fjallið, eg búgvi undir summar dagar sakni eg at sita einsamallur inni í einum myrkum rúmi og lata glottarnar ansa sær sjálvum eina løtu so eg sleppi undan at taka støðu til, um mær leingist eftir at koma út aftur millum tey livandi droymi spøkilsi í loyndum og gerist spakuliga eitt ekkó av onkrum farnum, sum eg sjálvur havi manað fram setist aftur og gerist eitt við hitt fullkomna myrkrið Úr ”Hamskifti”, Petur Pólson, 2007 Stórar persónligar remb­ing­ ar merkja nýggja yrkinga­ savnið, ”Hamskifti”, hjá Peturi Pólson. Serstøku permumyndina eigur Heidi Andreassen Nógv fenol-dálking í Føroyum Fenol­dálkingin er eins umfatandi í Føroyum, sum í okkara grannalondum, vísir ein felags norðurlendsk kanning. Hetta skrivar heimasíðan hjá Kringvarpinum. Fenol verður nógv brúkt í vaskievnum, og tá ið ymisk plastevni verða framleidd, og nøkur av fenolunum virka sum kynshormon og eru undir illgruna at gera menn minni fruktagóðar. Listatúrur til Sandoynna Leygardagin 21. juni er ætlanin at skipa fyri einum listatúri í Sandoynni. Túrurin byrjar á kaiini í Skopun (myndin) kl. 11. Súsanna í Jákupsstovu verður ferðaleiðari. Farið verður við bussi úr Skopun og runt til hinar bygdirnar í oynni, har nógv spennandi er at síggja. Fyrst verður farið til minnisvarðan í Skopun, síðani til Sands har m.a. Listasavnið og kirkjan verða vitjað. Eftir tað verður farið til Skarvanesar, har Poul Jákup Thomsen borðreiðir við kaffi og heimabakstri og sigur frá Díðrikki á Skarvanesi. Aftaná gongur leiðin til Skálavíkar og Húsavíkar, har nógv forvitnisligt er at síggja og hoyra, og síðani verður vitjað í Dali. Tilmelding er neyðug, og kann hon gerast á Sandoyar Kunningarstovu á tel. 361836 ella tpost sandinfo@olivant.fo. Pláss er í mesta lagi fyri 20 fólkum, og verður túrurin bert gjørdur um 14 fólk boða frá luttøku. Lands­s­týris­maðurin í almannamálum hevur nú heimild til at veita s­tuðul til s­erlig bútilboð til pers­ónar við s­tórum s­os­ialum trupulleikum HEiMLEYs Eirikur Lindenskov eirikur@sosalurin.fo Við kunngerðini um serlig bútilboð verður farið undir eitt skipað samstarv ímillum tað almenna og sjálvbodnar felagsskapir. Kunngerðin um serlig bútilboð, sum varð lýst fríggjadagin, gev­ ur Almannastovuni heimild at veita stuðul til sjálvbodnar felagsskapir, ið skipa serlig bútilboð til heimleys. Kunngerðin ásetir eisini nærri reglur um rakstur av serligum bútilboðum. Landsstýrismaðurin í almannamálum fekk, við løgtingslóg nr. 31 í lóg um forsorg frá 30. apríl 2007, heimild at skipa ella góð­ kenna serlig bútilboð til persónar við víðfevndum sosialum trupulleikum, sum ikki eru førir fyri at útvega sær ella fasthalda ein varandi bústað. Nýggja kunngerðin um serlig bútilboð ásetir, hvørjar reglur og treytir eru fyri at skipa og reka eitt slíkt bútilboð. Tað eru sjálv­ bodnir felagsskapir, sum hava sjálvboðin sosial hjálp­ arátøk sum týðandi part av sínum grundarlagi, ið kunnu søkja Almannastov­ una um stuðul til serlig búti­ lboð. Fyri nøkurm vikum síðani keypti Frelsunarherurin gamla Kaggan til herb­eg. Sjálvb­odnir felagsskapir kunnu nú søkja um stuðul til slíkt virksemi Serlig bútilboð til heimleys