Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juni 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 113 - 16. juni 2008 Í mong ár hava fólk á útoyggjum havt sítt stríð við at fáa oljuna til hús. Hetta hevur verið gjørt við oljutunnum, men Sørvágs kommuna ætlar nú at sleppa av við tunnurnar: Oljan skal pumpast niðan í bygdina í oljutangar. Trupulleikin er bert tann, at parturin hjá landinum liggur eftir. Og tað hevur hann gjørt síðani seinasta summar! Bygdamenning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Mykines: - Okkara ynski er, at tað skal verða eins lætt og eins bíligt hjá myk- inesfólki at fáa oljuna til húsini, sum tað er hjá fólki á meginøkinum, sigur borg- arstjórin í Sørvágs komm- unu, Jákup Suni Lauritsen. Fólkið í oynni kennir alt til stríðið at fáa oljutunn- urnar til bygdar, annaðhvørt hetta so hevur verið gjørt við sjóvegis ella loftvegis flutningi. Ætlanin hevur verið at gera tað meiri einfalt at fáa hesa oljuna niðan í bygdina, og tí er ein skipan gjørd klár til hetta. Tað sum hinvegin vantar í er, at pumpuútgerð verður sett umborð á verjuskip okkara at fáa oljuna í land. - Vit halda sjálvir, at henda skipanin er avbera góð. Hon er klár at taka í nýtslu, men tað er spell at vit framvegis mugu bíða eftir landsins myndugleik- um, sigur borgarstjórin í Sørvágs kommunu. Í bygdini standa tveir tangar, pumpuskipanin er klár og ein vognur við pumpu og tanga er klárur at koyra runt til sethúsini í Mykinesi. Kommunan hevur víst øðrum smáplássum í Føroyum skipanina, og eru tey øll áhugað í hesi. Men fyrrenn hon er roynd í verki, veit ein ikki um, hvussu hon kemur at virka í verki. - Vit eru í øllum førum til reiðar, staðfestir Jákup Suni Lauritsen. Verjuskip pumpa Tað var upprunaliga táver- andi landsstýrismaður í inn- lendismálum, Jacob Vester- gaard sum arbeiddi við at finna eina skilagóða loysn á hesum máli fyri útoyggj- arnar. Sambært hesi ætlanini skuldu okkara egnu verju- skip – Brimil og Tjaldrið – hava ein avgerandi leiklut í hesi tænastu til tey støðini, har ikki var komandi við tangabilum. Ætlanin var snøgt sagt, at útgerð skuldi setast umborð á hesi bæði skipini, og við hesi útgerðini kundi ein so pumpa oljuna niðan í tangarnar á landi. Á landi var skipanin hon, at her skuldu tangar setast upp at savna oljuna í. Hetta sama hava teir nettupp gjørt í Mykinesi – ein til SEV og ein til kommununa, haðani ein síðani skuldu flyta og lata oljuna víðari til tað einstaka húsarhaldið. - Alt hetta varð gjørt fyri at sleppa undan oljutunn- unum. Men enn er skipanin altso ikki sett í verk, sigur Jákup Suni Lauritsen. Sama sum á meginøkinum Fyri Sørvágs kommunu hevur henda íløgan verið rættiliga kostnaðarmikil. Men ynskið teirra hevur verið at lætt um hjá fólkinum í Mykinesi. - Okkara íløga hevur verið um 200.000 krónur, men so leingi sum øll útgerðin ikki er til, er snøgt sagt eingin skipan, sigur Jákup Suni Lauritsen. Ætlan teirra hevur líka síðani seinasta summar verið, at lokali umsjónar- maðurin hjá kommununi, Kjeld Nattestad skal fara eftir oljuni í tanganum hjá kommununi, fylla í tann minna tangan á vogninum, og síðani koyra hana til húsarhaldini í bygdini. - Hetta skal ikki verða stórt øðrvísi enn hjá fólki í meginøkinum, sigur borgar- stjórin. Sama prís Eftir at kommunan hevði gjørt sítt, søkti hon um stuðul frá landinum til hesa skipanina. Hetta varð gjørt umvegis stuðul til útoyggjarnar, men enn er eingin oljudropi pumpaður niðan til fólkið í bygdini. Og hetta hendir, hóast øll útgerðin og øll skipanin eru til reiðar. - Skuldu vit gjørt tað sjálvi, hevði tað verið alt ov kostnaðarmikið fyri tann einstaka borgarin. - Okkara útgangsstøði var púra greitt: Eingi mykines- fólk skuldu gjalda meiri fyri oljuna, enn fólk inni á meg- inlandinum, sigur borgar- stjórin í Sørvágs kommunu. Illa gongst at fáa svar frá báðum ráðunum – Fiski- málaráðnum og Vinnumála- ráðnum. Og sum Jákup Suni Lauritsen sigur heldur speiskliga: - Kanska fara hitapumpur og sólfangarar at yvirhála skipanina! Oljutunnur verða søga í Mykinesi Greinarøð úr Mykinesi Leygardagin 28. juni verður Útoyggjastevna hildin í Mykinesi. Í hesum sambandi hevur Sosialurin vitjað í bygdini, her lýsa ymisk viðurskifti í stevnubygdini. Fyrsta greinin varð í blaðnum 13. juni. ” Eingi mykinesfólk skuldu gjalda meiri fyri oljuna, enn fólk inni á meginlandinum ” Kanska fara hitapumpur og sólfangarar at yvirhála skipanina Skipanin á landi er klár: Ein pumpuvognur skal flyta oljuna runt til tey húsarhaldini í Mykinesi. – Vit bíða bara eftir landsins myndugleikum, sigur Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvági Oljutunnurnar í vestastu bygd í Føroyum verða nú søga. Í Mykinesi er ein skipan til reiðar at pumpa oljuna til húsarhaldini Garðdagur heima á Sandi Leygardagin var garðdagur í Barnagarðinum á Teiginum á Sandi. Hópin av foreldrum og børnum møttu upp til ein hugnaligan arbeiðsdag saman við starvsfólkum í Barna- garðinum. Dagurin gekk gott, og nógv kom frá hondini, skrivar bkv.fo. Tornið varð takt, ein sandkassi var víðkað- ur. Børnini hava nú fingið eitt frálíkt stadionøki, samstund- is sum alt túnið varð sópað, blómur vóru settar niður, og annað arbeiði varð eisini gjørt, ið trongdi til. Norskt ferðalag í Sandoynni Sunnumorgunin kom Sámal Bláhamar, ferðaleiðari við tveimum bussum fullum av norskum dansarum. Hesir dansarar koma úr Askjer í Norra. Tey vitjaðu kirkjuna í Skopun og koyrdu inn í bygd- ina á Sandi á veg til Húsavíkar, har tey fóru í kirkju kl. 12. Jákup R. Hansen, prestur talaði. Síðani fingu gestirnir eitt stutt søguligt yvirlit frá bygdarráðsformanninum í Húsavík, Hanus undir Leiti- num. Síðani fóru gestirnir til borðs í Sólarris og kl. 15 vístu norsku gestirnir fram ymiskar dansir úr heimlandinum. Heimasíðan bkv.fo skrivar, at gestirnir úr Norra greiddu frá at tey høvdu verið í Føroyum í eina viku og m.a. víst dansir fram.