Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juni 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 113 - 16. juni 2008 - Vit høvdu eina góða rutu, tá Faroe Ship sigldi úr Føroyum til Scrabster, haðani til Hirtshals og uppaftur til Føroya, sigur Birgir Kass, sum starvast hjá Faroe Seafood Útflutningur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Birgir Kass er ein teirra, sum heldur, at tænastan hjá Faroe Ship til frama fyri føroyskan fiskaútflutning er alt ov vánalig. Hann sigur, at føroyskir fiskaútflytarar høvdu eina góðu rutu, tá felagið sigldi úr Føroyum til Scrabster, haðani til Hirtshals og uppaftur til Føroya. - Tá sigldi skipið við nógvum fiski, sum antin kundi skipast upp í Scrabs- ter ella í Hirtshals. Heim- aftur úr Hirtshals hevði skipið eisini farm til Før- oya. Birgir vísir á, at Faroe Ship broytti hesa rutu fyrst í hesum árinum, soleiðis at felagið nú sigldi tvær ferðir um vikuna úr Føroyum til Scrabster og heimaftur til Føroya. - Vit hava skilt, at Faroe Ship var ikki nøgt við farmin heimaftur úr Scrabs- ter, og tí hevur felagið helst valt at niðurleggja hesa rutu. Ikki nøktandi Føroyskir fiskaútflytarar halda lítið um nýggju rutuna, sum Faroe Ship nú fer at sigla úr Føroyum til Immingham. - Vit kunnu væl skilja, at hetta passar betri inn í konseptið hjá Eimskip, sum eigur Faroe Ship, men henda farleið tænir ikki útflutningi av feskum fiskavørum úr Føroyum. Birgir Kass sigur, at ein fráferð úr Føroyum til Immingham heldur ikki er nøktandi. - Fyri tað fyrsta er ein fráferð ov lítið, og í øðrum lagi er teinurin langur. Fiskurin kann skjótt gerast ov gamal, áðrenn hann kemur út til keypararnar, og váðin hjá føroyskum útflyt- arum gerst sostatt ov stórur, sigur hann. Føroyskir fiska- útflytarar eru ikki nøgdir við tænastuna hjá Faroe Ship. Teir halda, at tað merkist, at aðrir enn føroyingar eiga og reka felagið, og teir sakna sálina, sum skal dríva verkið til frama fyri føroyskan fiskaútflutning Útflutningur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú Faroe Ship síðst í hesum mánaðinum gevst at sigla úr Føroyum til Scrabster mánadag og fríggjadag, verður hetta eitt stórt afturstig fyri føroyskar fiskaútflytarar – og eisini fyri føroyskar fiskimenn, sum av hesi orsøk kunnu vænta at fáa minni fyri fiskin. Avgerðin hjá Faroe Ship hevur ført til, at eitt felag nú er undir stovnan og hevur útvegað sær skip til fiskaflutning úr Føroyum til Scrabster. Frá álítandi keldum veit Sosialurin, at felagið kanska verður stovnað longu í dag ella í morgin. Teir, sum standa aftanfyri felagið, eru serliga útflytarar av feskum fiski, bæði laksi og øðrum fiskasløgum. Leingi hevur verið greitt, at fiskaútflytarar ikki eru nøgdir við tænastuna hjá Faroe Ship og tað, at felagið nú gevst við siglingini úr Føroyum til Scrabster, hevur fingið feløg, sum arbeiða við feskum fiski, at taka neyðuga stigið at byggja sær eina rutu upp sjálvir. Ein av stigtakarunum sig- ur við Sosialin, at teir ikki vilja út alment við ætlanini, fyrr enn øll viðurskifti eru komin upp á pláss. - Men allar kanningar eru lidnar, og vit eru so gott sum til reiðar at stovna felagið, sum kemur at taka sær av hesum flutningi. Skip er eisini útvegað til flutningin. Verri tænasta Í staðin fyri at sigla til Scrabster tvær ferðir um vikuna, fer Faroe Ship eftir 30. juni einaferð um vikuna at sigla til Immingham, sum liggur á leiðini við Grimsby, ið er nógv syðri á bretska meginlandinum. Fiskaútflytarar síggja tað, sum ein stóran trupulleika, at teinurin niður til Immingham er nógv longri enn til Scrabster – og ikki minst, at talan bert verður um eina fráferð úr Føroyum um vikuna. Fiskurin kann gerast ov gamal, tá hann kemur út til keypararnar, og vandin er, at váðin hjá fiskaseljarunum soleiðis verður ov stórur. Hetta kemur at merkja, at fleiri skip, sum kundu hugsað sær at selt veiðina – ella ein part av henni – til keyparar, sum senda fiskin feskan av landinum, noyðast inn í senn, og tað kann aftur merkja, at avreiðingarprís- urin ikki verður optimalur. Fiskaseljarar hava ikki verið nøgdir við tænastuna hjá Faroe Ship gjøgnum veturin, tí tað hevur mangan staðið á hjá felagnum at hildið rutuna úr Føroyum til Scrabster. Teir halda, at tað merkist, at tað nú eru aðrir enn føroyingar, sum eiga Faroe Ship, og teir sakna eisini sálina, sum skal dríva verkið til frama fyri før- oyskan fiskaútflutning. Loysir seg at fara til parterapi Ein fýraára gomlum royndarætlan við parterapi uppá landsins rokning, hevur havt bíðilistar við sær hjá sálarfrøðingum og parterapeutum. Umleið 90 prosent av luttakarunum hava verið nøgdir ella sera væl nøgdir við gongdina, og meginparturin av teimum sum luttóku fyri at bjarga parlagi sínum, eru framvegis saman í dag. Hetta vísir ein miðvegis kanning, har pør við trupulleikum í parlagnum kundi koma til terapi fyri 300 krónur, í mun til at gjalda 15.000 kr. hjá sálarfrøðingi ella coach. Royndin varð sett í verk av táverandi familju- og brúkara- málaráðharranum, Lars Barfoed við tí fyri eyga at hjálpa børnum hjá foreldrum, sum høvdu trupulleikar í hjúnalagnum, skrivar Berlingske Tidende. Sum skilst er ætlanin, at ætlanin skal halda fram. Rendi útav í Havnardali Um nátturðatíð sunnukvøldið kom løgreglan í Havn fram á ein bilførara, ið teir mettu koyra heldur ótrygt eftir eystara ringvegi, nærhendis Hvítanesi. Talan var um ein svartan BMW, og tá løgreglan royndi at steðga honum koyrdi mannligi bilførarin undan teimum, allan vegin út í Havnardal. Her fingu løgreglu- menninir umsíðir steðgað bilføraranum. Maðurin, sum var nógv ávirkaður av rúsandi løgi, varð handtikin á staðnum. Stovna felag at sigla við feskum fiski Vánaligur flutningur úr Føroyum kann eisini merkja, at fiskaprísurin ikki verður optimalur Mynd: Vilmund Jacobsen Fiskaútflytarar taka nú málið um flutning úr Føroyum til Skotlands í egnar hendur og fara at skipa sína egnu rutu millum Føroyar og Scrabster Faroe Ship slepti tí góðu rutuni