mánadagur 16. juni 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 16. juni 2008
13
Per Stig Møller, uttanríkis
málaráðharri dana, sum
skal verja donsk áhugamál,
harmast, meðan Edmund
Joensen, sum átti at vart
føroysk áhugamál, fegnast!
Hetta er ein av niðurstøð
unum av IWC málinum,
sum var frammi í farnu
viku.
Per Stig harmast, tí hann
noyðist at fylgja einum
kravi frá meirilutanum í
Fólkatinginum. Kravið er,
at hann skal atkvøða fyri
einum uppskoti í IWC um
at friða hval í Suður
Atlantshavi. Eitt krav sum
stríðir ímóti føroyskum
áhugamálum.
Edmund Joensen fegnast
tí ríkisfelagsskapurin er
trygdin fyri føroyskum
áhugamálum.
Hann skrivar m.a.í aðrari
av greinum sínum í farnu
viku:“Undirritaði hevur í
dag havt samband við
ymsar partar í politiska
umhvørvinum á Christians
borg, og tann greiða ábend
ingin er, at stjórnin fer at
halda somu kós í IWC sum
higartil. Tað merkir, at
føroyska og grønlendska
sjónarmiðið um, at hvala
veiða kann loyvast, tá hon
fer fram á burðardyggum
grundarlagi, framvegis er
almenna sjónarmiðið hjá
Ríkisfelagsskapinum í
IWC” Men greinin er ikki
meira enn komin í blaðið,
so hoyra vit í Útvarpi
Føroya, at Per Stig Møller
harmast støðuna, hann er
komin í, og at hann noyðist
at fylgja kravinum frá
meirilutanum í danska
Fólkatinginum (og ikki
bara frá SF, sum EJ annars
rør upp undir í greinini).
Harvið gongur hann, Per
Stig Møller, og danska
stjórnin ímóti ynski før
oyinga og grønlendinga, og
setir soleiðis áhugamál okk
ara til viks í hesum málið.
Tað merkir, at føroyska og
grønlendska sjónarmiðið
um, at hvalaveiða kann
loyvast, tá hon fer fram á
burðardyggum grundar
lagi, sum var almenna
sjónarmiðið hjá Ríkis
felagsskapinum nú er slept
Prinsipielt mál
Her er tað, at málið gert
rættiliga prinsipielt. Í
altjóða høpi og í altjóða
felagsskapum sum t.d í
IWC er tað egoistiskt bara
at arbeiða fyri sær og sín
um, og naivt at halda seg
kunna fáa nakað burturúr,
við bara at arbeiða fyri
bara sær og sínum. Tað er
lætt at fara skeiv, um hildið
verður, at onnur verja
okkara øki, tá ið vit leggja
vertin á teirra, hóast
áhugamálini eru tey somu.
Og tað er tað, sum er við
at henda her. Vit – okkara
umboð – fer at atkvøða
fyri at friða hval á einum
fjarskotnum øki. Tá okkara
almenna sjónarmið úti í
heimi tekur undir við at
friða hvalin aðrastaðni.
Hvønn stuðul kunnu vit so
vænta av hinum limunum í
IWC, tá ið talan er um at
veiða hval á okkara
leiðum.
Hví harmast Per tá ið
Edmund fegnast
Hóast Per Stig Møller
kennir seg noyddan at
fylgja kravinum frá Fólka
tinginum, og hóast hann
sigur seg harmast, nú hann
sum umboð okkara í IWC,
ikki er førur fyri at verja
okkara sjónarmið, so fegn
ast harafturímóti Edmund
Joensen. Hann kemur til ta
niðurstøðu í seinnu grein
síni í vikuni, sum fór, at
málið vísir “at Ríkisfelags
skapurin fylgir við tíðini
og framhaldandi er fult
førur fyri at verja áhuga
málini hjá Føroyum og
Grønlandi.”
Í staðin fyri at sannføra
sínar starvsfelagar á
Christiansborg um, hvussu
skeivt tey arbeiða í hesum
máli, so skrivar hann teigar
upp og niður um, hvussu
fantastiskur Ríkisfelags
skapurin er. Og skal hetta
málið verða dømi um tað!
Sjálvandi eiga føroysk
fólkatingsumboð at arbeiða
fyri føroyskum áhugamál
um á Christiansborg. Eisini
sambandsumboð! Í hesum
føri átti orka tí at verið løgd
í, at sannført tey donsku
fólkatingsumboðini um,
hvussu skeivt tað er av
teimum at stríðast ímóti
føroyskum áhugamálum.
Og soleiðis víst á, hvussu
illa grundað uppskotið um
friðing er, sum tey krevja,
at Per Stig Møller skal
atkvøða fyri. Men tað ger
Edmund Joensen ikki.
Hann fegnast harafturímóti,
og vísir á, hvussu væl før
oysk sjónarmið eru vard í
Ríkisfelagsskapinum.
Hvussu kunnu donsk
fólkatingsumboð halda seg
gera nakað galið móti
føroyingum, tá ið annað av
føroysku fólkatingsumboð
unum í tvinnanda greinum
fegnast um støðuna, tey
hava sett føroyingar í?
Hví harmast Per Stig Møller, tá ið Edmund Joensen fegnast?
AnnitA á
Fríðriksmørk
Herfyri tók aganevndin
avgerð í málinum um 2.
deildar dystin millum 07
Vestur og MB. 07 Vestur
nýtti ein leikara, sum hevði
fingið reytt kort í seinasta
dysti undan hesum!
Aganevndin var av tí
áskoðan (sjálvandi), at leik
arin var ólógligur, og 07
Vestur skuldi tapa dystin,
júst soleiðis sum nærum
allar heimsreglur eru skrúv
aðar saman, tá tað snýr seg
um ítrott.
Men nú hevur gud hjálpi
mær eitt teir rópa fyri
yvirkærunevndin strika
allan sið og allar reglur og
annars tulkað sínar egnu
reglur soleiðis, at leikarin
mitt í øllum var lógligur!!!
Teir siga, at leikarin sat
yvir í 1. deildar dystinum,
sum var leiktur tríggjar
dagar áðrenn!!!!! Leikarin
er ikki í nær námind av 1.
deildar hópinum hjá 07
Vestur, og eg meini eisini,
at hann ONGANTÍÐ hevur
spælt við 1. deildar liðnum
hjá 07 Vestur. Allíkavæl
metir yvirkærunevndin, at
hann kann avsona karanten
una, tá 1. deild spælir!
Annars siga reglurnar, at
leikari skal sita karantenur
av sær í tí deild, hann hev
ur fingið karantenuna!!!
Hvat er hetta fyri fanan
skapur, sum gongur fyri
seg í FSF?
Tað gongur heilt greitt
fram, at onkur hevur okk
urt ímóti 4. elsta felagnum
í Føroyum.
Fleiri feløg hava vent
sær til venjarar og nevnd
ina í MB og nærum for
dømt avgerðina hjá FSF og
siga seg ikki skila eitt ein
asta petti av tí heila. Takk
fyri tað.
Hendan avgerðin kann
fáa katastrofalar avleið
ingar í fleiri ár fram.
MB hevur lið í 3. deild.
Hereftir fer 3. deildar liðið
hjá MB at spæla áðrenn 2.
deild hvørjaferð. So kunnu
leikarar, ið hava karantenu
bara sita yvir í tí dystinum!!!
Tað vil so aftur siga, at
tað fer ONGANTÍÐ nakar
at hava karantenu aftur!!!
Og ja, um hini liðini eru
líka klók sum vit og fylgja
ráðunum, ella reglunum
um tú vilt, hjá FSF, so fer
ONGIN LEIKARI Í
FØROYUM AT HAVA
KARANTENU AFTUR Í
NAKRARI DEILD!!!
So míni ráð til FSF er at
lesa regluna “rætt” og taka
til eftirtektar tað, sum
aganevndin kom til.
Víðari gott kappingarár
FSF er størsta rukkan í Føroyskum fótbólti!
John
JohAnsen
Hóast Løgtingið hevur
samtykt at lata nýggja
uttanríkisráðnum hjá
heimastýrinum 30,7 mió.
kr. til virksemi sítt í ár,
veit ongin í Tinginum,
hvønn uttanlandspolitikk
Føroyar reka
CHElandsstýrið hevur
havt egið sonevnt uttan
ríkisráð við egnum lands
stýrismanni í uttanlands
málum, síðan sitandi lands
stýrið tók við.
Nógv almenn ferðing og
vitjanir hava verið á
skránni, og sunnukvøldið
kl. 18.00 boðaði lands
stýrismaðurin í Útvarpi
num frá, at nú skal ein
bygningur keypast til før
oyska sendistovu í New
York. Seinni kemur ein
sendistova í Moskva.
Kortini veit enn ongin,
hvør almenni føroyski
uttanlandspolitikkurin er.
Tað tykist, sum lands
stýrismaðurin í uttanlands
málum fokuserar upp á
form heldur enn innihald.
Tað álvarsliga er, at Løg
tingið heldur onga hóming
hevur av, hvør almenni
uttanlandspolitikkurin í
landinum er. Tingið, sum
herfyri samtykti at lata
uttanríkisráðnum uml. 30,7
mió. kr. á fíggjarlógini, er
heldur ikki kunnað um,
hvørji úrslit eru komin
burtur úr nógva almenna
ferðavirkseminum hjá
landsstýrismanninum, og
hvat sendistovan í USA
ítøkiliga skal brúkast til.
30,7 mió. kr. er nógvur
peningur. Upphæddin svar
ar til tað, Landssjúkrahúsið
manglar til tess at fáa end
arnar at røkka saman.
Formliga eigur lands
stýrismaðurin at kunna
uttanlandsnevndina hjá
Løgtinginum, men hon
hevur ikki fingið upplýs
ingar um omanfyri nevnda.
Miðflokkurin í CHE
landsstýrinum eigur for
mannin í uttanlandsnevnd
ini. Formaðurin, Jenis Av
Rana, eigur sum skjótast at
kalla uttanlandsnevndina
saman, og nevndin má
krevja av landsstýrismann
inum, at hann kunnar
nevndina um ítøkilig úrslit
av virkseminum higartil.
Løgtingið má fáa greiðu
á, hvat tað hevur játtað
pening til, og hvør uttan
landspolitikkurin er.
Føroyskur uttanlandspolitikkur er eitt alment dulsmál
løgtings- og
fólkatingsmaður
edmund
Joensen