Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juni 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 113 - 16. juni 2008 Andlát og jarðarferðir Jarðarferðin hjá Marnu Hansen verður úr Leirvíkar kirkju mánadagin kl. 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Marnu, kunnu lata eina gávu á konta í Norðoya Sparikassa. Andlát og jarðarferðir Dagurin 17. juni. Bótolvsøka ella bótolvsmessa. Munkurin Botolphus stovnaði kleystur í Lincolnshire í Onglandi, og býurin Boston eitur eftir honum. Hann doyði umleið ár 680. Navnið Bótolvur ella Bótal hevur verið brúkt sum mansnavn í Føroyum og kemur fyri bæði í samband við jørð og útróðrarmið. Týsdagin 17. juni fyllir Johanna Sofía Hammer (nevnd Hannefía) Hvítanes, Tvøroyri 90 ár. Hannefía er ættað úr Sør­ vági, dóttir til Elsebeth Mariu og Harald í Lágabø. Hon er elst av 9 systkjum. Hon misti pápan sum 19 ára gomul. Hetta var árið eftir ta tiltiknu ferðina, tá ið Coralia bjargaði manningini á Blithesone í ódnarveðri á Kappanum. Pápi hennara var kokkur á Blithesone, og fekk hann mein av túrinum. Tá hann doyði, vóru fleiri av børn­ unum undir skúlaaldur. Hannefía fór sum ung til Suðuroyar at tæna og giftist við Mikkjali Frederik Hamm­ er (nevndur Minnurin) av Hvítanesi á Tvøroyri. Hann var sonur Johannu og Julius á Hamri. Minnurin var 14 ára gamal, tá ið hann misti pápan. Hann var í miðjuni av níggju systkjum. Minnurin var sjómaður øll síni ungu ár. Hann sigldi krígsárini við trolara og slupp. Var úti fyri hending­ um av krígsávum, sum darv­ aðu honum so mikið, at hann rættuliga ungur legðist upp á land og arbeiddi har fyrifallandi arbeiði. Hann sigldi við Skálabergi, har svágurin, Kaj Johannesen, var skipari. Síðsta túrin var hann í 1959. Hannefía og Minnurin fingu fimm børn, fýra dreingir og eina gentu: Har­ ald Hammer, sum er giftur við Sonju Poulsen úr Fugla­ firði, er elstur. Tey búgva í Syðrugøtu.Julius á Hamri Hammer giftist við Bergtóru Midjord úr Hvalba, har tey búsettust. Johannus Hamm­ er giftist við Paulu Egilsnes úr Vestmanna. Tey búðu fyrst í Vági, og nú búgva tey í Sandavági.Einar Terji Hammer giftist við Hanne­ miu Jacobsen úr Vági. Tey búsettust á Hvítanesi á Tvør­ oyri.Yngst er Eydna, sum giftist Ingolfi Kjærbo úr Sumba. Tey búgva á Norð­ asta horni í Havn. Hannefía passaði hús og heim, meðan maðurin var burtur. Seinni, tá børnini vóru eldri, fór hon at arbeiða í fiski. Í 1998 doyði fyrst tann næstelsti sonurin, Julius, og góðan mánað seinni, maðurin. Hannefía, sum framvegis er rímuliga væl fyri, eigur fleiri ommu­ og langommu­ børn. Føðingardagin heldur hon hjá dóttrini í Havn, har tað er opið hús. Hannefía Hammer 90 ár Í morgin 17. juni verður Lis Hammer í Havn 60 ár. Foreldur hennara vóru Elly og Hans Petur Djurhuus. Hans Petur var útbúgvin skipsverkfrøðingur. Hann varð bedingsmeistari á Gørð­ unum í Vági, og seinni gjørd­ ist hann skipasýnismaður í Havn. Pápi hansara var Hans Djurhus, træskipasmiður, ættaður av Nesi í Vági og mamman var Louisa Jensen úr Garsinni í Hvalba. Elly, fødd Dam, var ættað úr Havn. Hon var dóttur Jens Christian Dam, ar­ beiðs­ og traðarmaður úr Havn og Katrinu f. Joensen, bóndadóttir úr Innistovu norðuri í Vági. Lis er fødd í Nes/Vági. Tey fluttu til Havnar, tá ið hon var 9 ár. Lis fór fyrst í kommunuskúlan og síðan í millum­ og realskúlan. Her var hon liðug í 1964. Sama ár fór Lis í læru á Bruna­ tryggingini og gekk sam­ stundis á Handilsskúla um kvøldið. Hetta tók trý ár. Lis giftist 9. august 1969 við Jógvan av Eiði, sonur Lisu og Eliesar Hammer. Tey vildu royna nakað nýtt og fluttu til Danmarkar í 1971. Her arbeiddi Lis á tekn­ isku deild hjá tryggingarfel­ agnum Skandinavia. Deildin tók sær av truplum trygging­ arskaðum, har eisini trygg­ ingarsvik kundi vera uppi í. Her arbeiddi Lis saman við verkfrøðingum og politistum frá Ríkispolitinum í einum spennandi starvi í 6½ ár. Síðani fóru tey til Nuuk í Grønlandi, har Jógvan hevði fingið arbeiði sum telefonverkfrøðingur á Tele Grønland. Har búðu tey í trý ár, og Lis arbeiddi á advokatskrivstovu og seinni á Faroegreen, sum var ein partur av Føroya Fiskasølu. Í 1980 komu tey heim aft­ ur til Føroyar. Árið eftir fór Lis at arbeiða á táverandi Ídnaðarstovuni. Her húsað­ ist eisini Útnorðurssam­ starvið, har Thomas Arabo var stjóri. Lis arbeiddi eina tíð á báðum stovnum. Aft­ aná nøkur ár valdi hon burt­ urav at arbeiða fyri Útnorð­ ursamstarvið, sum varð víðkað við Noregi og broytti navn til Norrønt Atlantssam­ starv. Her var Kjartan Hoy­ dal stjóri í nøkur ár. Lis hevur verið har uttan steðg í øll árini frá 1981. Samstundis hevur hon ment seg fakliga við at taka merk­ onomprógv á Handilsskúl­ anum um kvøldi í 1980­ árunum. Í Keypmannahavn fingu tey í 1973 sonin Regin. Hann er búskaparfrøðingur og giftur við Beintu f. Sim­ onsen úr Fuglafirði. Tey búgva í Havn og eiga Tóru og Rúna og vænta ein alva í juli. Høgni er føddur í Grøn­ landi í 1978. Hann er IT­sup­ portari og giftur við Kirstin f. Andreassen úr Havn. Tey búgva í Havn og eiga Leu, Levi og Eyð. Yngsti sonurin Sjúrður er føddur í Havn í 1982. Hann hevur tikið B.Sc. í lívfrøði í Aberdeen og fer at halda fram við lestrinum í Glas­ gow eftir summarfrítíðina. Hóast Lis er býarmenn­ iskja, trívist hon ikki minni væl á Eiði, har tey nú eiga hús. Henni dámar serliga væl á Eiði um summarið. Hon er altíð komin til Eiðis við børnunum at vitja ommuna og abban, sum tóku ímóti teimum við opnum ørmum. Nú kemur hon norður við ommubørnunum, sum eru hennara eitt og alt. Lis elskar ta vøkru náttúr­ una, fuglalívið og at ganga í haganum og fjøllunum. Henni dámar eisini væl at hoyggja og annars tað, sum hoyrir til bygdalívið. Hon tekur slaktið upp, ger blóðpylsu, rullupylsur og garnatálg sum ein onnur bóndakona. Hennara rabar­ busúltutoy er framúr. Tað er so heppið, at á Eiði býr systkinabarnið Katrin. Tær eru sera góðar og koma nógv saman. Lis og Jógvan eru bæði sera vinsæl og blíðlig. Tí eiga tey eisini nógvar vinir. Lis hevur eisini greiða mein­ ing um avgerandi viðurskifti og bakkar heldur ikki fyri at siga sína hugsan. Vit hava kenst og hava eisini arbeitt hurð um hurð í nógv ár. Tað hevur altíð verið stuttligt at hitta Lis og eisini hini inni á Menningarstovuni. Ynskt verður Lis tillukku við degnum. ó. Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Lis Hammer 60 ár Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá elskaði maður mín, pápi, verfaðir, abbi og beiggi okkara Vermund Joensen Tórshavn doyði og varð jarðaður. Tøkk til talarar fyri góð og troystarrík orð í kapellinum, Ebenezer og á grøvini. Tøkk til tykkum mongu, sum komu heim í Hellutún til mín og hjálptu mær á ymiskan hátt, komu við bakstri og hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri kransar, blómur og peningagávu og tykkum, sum ringdu til mín. Tøkk øll somul, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Harrin signi tykkum øll. Familjunnar vegna Fanny Arni, Janita og Dan við familjum