Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juni 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 113 - 16. juni 2008 15 Innilig áheitan á Kristinu Háfoss, landstýriskvinna í mentamálum um at taka allan orðbókapolitikkin, sum liggur í skeljasori upp til nýggja viðgerð Hesa seinastu tíðina havi eg í eini greinarøð, sum bert fekk innivist í øðrum av teim stóru bløðunum, Sosialinum, gjørt vart við ta vanlagnu, sum orða­ bókapolitikkurin hevur verið fyri av ymsum orsøkum. Men høvuðsorsøkin til hesa greina­ røð var eitt skriv t. 07. januar 2008 frá Mentamálaráðnum, har Alda Joensen legði meg undir at vera tvørballið, ið ikki var til at flættast við, við orðunum: ”Samráðingar hava verið við Mentamálaráðið av fyrstan tíð júst um at keypa handritið. Av tí at Mentamála­ ráðið onga semju fekk við tygum um málið, varð avrátt, at Orðabókagrunnurin skuldi taka um endan og gera semju um verkætlanina. …… 2) ”Samráðingar, ið tygum hava við Orðabókagrunnin, snúgva seg jú eisini um keyp av lidn­ um handriti.” Tað, sum Alda skrivar um at keypa handritið og keyp av lidnum handriti var ikki innihaldið í skrivi­ num, men tað, sum málið snúði seg um, var útgáva av mínum orðabókahandriti, og her hevur Alda so vavt alt málið upp í ein ellubita, tí tað, sum stendur í ”Fráboðan 02. mai 2001” er m.a. hetta: ”Sagt verður frá, at Mentamálastýrið hevur viðgjørt umsókn tygara um stuðul til útgávu av týsk- føroysku orðabók, og hevur gjørt av at stuðla tiltakinum við kr. 470.000.” ”Peningur er til liðugtgerð og útgávu av týsk-føroysku orðabókini.” Alda Joensen, hetta er tað, sum stendur orðarætt í fráboð­ ani frá Mentamálaráðnum, útgáva og liðugtgerð, og ikki ikki fyri at gera eina orðabók, men at tú ikki megnar at lesa skriv frá tykkum sjálvum, kann verða katastrofalt í sam­ bandi við umsóknir, tí menta­ málaráðharrar og møguligar stjórar hava nú beinleiðis skeivt grundarlag at meta um umsóknirnar, sum tú hevur skimmað leysliga ígøgnum, tí tú hevur lisið ein boðskap inn í skjalið, sum ikki stendur í upprunaskjalinum. Er hetta við vilja, grov manipulasjón av innihaldinum í uppruna­ skjalinum, ómegd frá tínari, ella hevur onkur stjóri noytt teg at skriva hetta? Hesi 10 seinastu árini hevur Tjóðveldisflokkurin nú Tjóð­ veldi átt 6 mentamálaráðharr­ ar: Signar á Brúnni, Annlis Bjarkhamar, Tórbjørn Jacob­ sen, Óla Holm, Høgna Hoy­ dal, Anitu á Fríðriksmørk (rað­ fylgjan er tilvildarlig), Jógvan á Lakjuni, fólkaflokkurin, sum sat samfull 4 ár frá 2004­ 2008, og loksins Kristina Háfoss ert tú nr. 7 landstýris­ kvinna í mentamálum í Tjóð­ veldi, t.v.s., at frá 1998 til 2008 hava 7 mentamálaráð­ harrar av 8 verið úr Tjóðveldi. Tórbjørn Jacobsen er tann einasti, sum kann vísa á eina alneyðuga orðabók fyri 1.600.000 kr. Hvønn teirra velur tú sum fyrimynd? Ynsk­ ir tú, at ein varði á orðabóka­ økinum skal liggja eftir teg, tá tú ert farin úr starvi. Tobbi dugdi og tordi, eftir hann liggur Føroysk­enskt orðabók. Mentamálaráðið við Tór­ birni Jacobsen sum menta­ málaráðharra játtaði 470.000 kr til orðabókaútgávu, sum eg valdi ikki at taka ímóti, tí sam­ sýningin fyri orðabókahandrit­ ið heldur ikki tá var ikki fing­ in upp á pláss. Neyvan man vera tað vera vanlig manna­ gongd at lata bát fara av bakkastokki og síðan at smíða hann. Men Óli Holm fekk óivað tett okkurt holið eftir ráðum frá onkrum innanhýsis stjóra sum ráðgeva í Menta­ málaráðnum Tí fari eg at heita á teg, Kristinu Háfoss, mentamála­ ráðharra: Ger tær tann ómak og les grein hjá Bjarna Djur­ holm í Dimmu t. 22. februar 1997, fyrispurningin hjá Bjarna Djurholm 9. februar 1997 (løgtingsmál nr. 45/96), og svarið frá Signari á Brúnni upp á fyrispurningin hjá BD í sama løgtingsmáli. Her fært tú greitt innlit í orðabókamál­ ið, soleiðis sum tað lá fyri 10 árum síðan, og var tað ikki fyri tey bæði privatu forøgini, Stiðjan og Sprotan, so hevði støðan verið syndarlig! Í Dimmu t. 25. apríl skrivar Herman Oskarson (= HO) hesi orðini: ”Politikkur hevur forkomið okkum framdriftina hesi seinastu 10 árini og so guðsdoy 10 tey komandi eis­ ini!” Við lítlari broyting snikki HO’sa orð soleiðis, at tey hóska til míni viðurskifti: ” Orðabókapolitikkur hevur forkomið okkum framdriftina í orðabókum hesi seinastu 10 árini ­ og so gudsdoy 10 tey komandi eisini!” um hildið verður fram við somu mann­ ing og mannagongdum, tí Polo er við at kollsiga í ver­ balari vælvild – men dyggum dugnaloysi. So Kristina Háfoss, landstýriskvinna í mentamálum, tú eigur byrj­ anina av teimum næstu 10 árunum og avgerðin er tín! Time out Kristina Háfoss, landstýris­ kvinna í mentamálum, her nýti eg myndamál úr ítróttar­ heiminum: Time out fyri orða­ bøkur. Hetta ítróttarhugtak verður mangan nýtt, tá tað gongst av skriðuni hjá einum liði, og tað er júst tað, ið tað ger á orðabókamótinum. Her er komin stígur í arbeiðið vegna manglandi førleika, idealismu, embætis­ ella valds­ misnýtslu. Fleiri orðabóka­ handrit liggja í hálvagekki (Orðabókagrunnurin liggur inni við orðabókahandritum fyri meira enn 5 milljónir), samla støv og aveldast. Tær koma ikki brúkaranum til gangs, serliga okkara ungdómi. Nøkur øki, sum tú kanst taka upp til viðgerðar, eru td. 1) Reglugerðir og manna- gondir, sum Høgni Hoydal, Jóhan Petur Hentze og Signar á Brúnni hava umrøtt, men aðalstjórar og deildarstórar látast ikki um vón, tí hygg at svari upp á fyrispurning frá Jenis av Rana, har Menta­ málaráðið svarar undir pkt 3: ” Ad. 3: Vanlig mannagongd er, at Mentamálaráðið fær umsóknir frá høvundum ella forløgum, og tað stendur øll­ um í boði at søkja um studn­ ing til orðabókagerð. Tað er ein vanlig fortreyt, at umsókn­ in verður latin inn, áðrenn verkætlanin byrjar. Hinvegin er einki til hindurs fyri, at studningur verður útgoldin til liðugt orðabókahandrit, um høvundur ella forlag ynskir hetta, og handritið annars lýkur grundleggjandi faklig krøv.” (Undirstrikað av mær). Spyr aðalstjóran, Petur Peter­ sen ella fráfarna deildarleiðar­ an, Jóannes Dalsgaard, ella mín sann eisini núverandi deildarleiðara, Martin Næs, sum heldur ikki ynskir, at mín orðabók skal fáa somu sømdir sum Ulf Timmermann (200) og Johnny Thomsen (2001) , sum hava fingið ávikavist 1,89 og 1,9 milljónir fyri væl minni orðabøkurbøkur enn mína, og sum til denna dag ikki eru komnar undan kavi enn. Hví hava hesir stjórar ikki nýtt tann seinna partin av Ad. 3 í mínum føri? Hvørji munnu argumentini vera? Hvaðan er hetta stýrt? Menta­ málaráðharrarnir skifta, men aðal­ og deildarstjórar eru teir somu. Bjarni Djurholm hevði sína 2) raðfylgju av orðabók- um í 1997, men tú kanst nýta hesa niðanfyri, har nakrar nú hava sæð dagsins ljós, tær flestu komnar frá privatum for­ løgum, Stiðjanum og Sprot­ anum + Samheitaorðabókin, meðan Orðabókagrunnurin hesi seinastu mongu árini lítið og einki hevur formátt sær, og sum ætlar sær undir nýggja Dansk­føroyska orðabók aftur­ at, so at vit hava tríggjar av slagnum. Hvør hevur vitað so skaft?!. ­ ensk­føroyska orðabók 1992 og 2008 ­ donsk­føroysk orðabók 1998 ­ týsk­føroyska orðabók, ­ fransk­føroyska orðabók, ­ sponsk­føroysk orðabók og russisk­føroysk??? ­ føroysk­ensk orðabók 2005 og 2008 ­ føroysk­donsk orðabók??? ­ føroysk­ týsk orðabók??? ­ føroysk­fransk orðabók ­ føroysk­sponsk orðabók og føroysk­russisk orðabók Aðrar orðabøkur eru: Móður­ málsorðabókin 1991­1998, Føroysk­italsk orðabók 2004 og Íslendsk­føroysk orðabók 2006 3) Tað minsta kravið, ið Løgtingið kann og skal seta, er, at tað er nøkulunda samsvar millum játtan og úrslit, sum als ikki er støðan í dag vegna tvørrandi vanstýring frá Menta­ málastýrinum. Tí er vandi fyri, at Løgtingið fer at seta krøv um úrslit fyri játtaðan skatta­ pening. Aftur í ár, hevur Menta­ málaráðið fingið tillutað 940.000 kr til orðabókagerð. Hvat man Martin Næs fara at nýta hesa upphædd til, sum vónandi fer til orðabókagerð, sum hon upprunaliga er oyra­ merkt til frá Løgtingsins síðu, tí tað munnu ikki vera nógvar orðabókaverkætlanir í gerð í løtuni, kanska er onkur parlør­ ur, orðabókasnøkil, settur í gongd av Orðabókagrunninum við vælsignilsi frá Mentamála­ ráðnum. Jenis av Rana set tín fyri­ spurning um orðabókapoli­ tikkin fram aftur sum skjótast! 4) Minka um óneyðugar instansir í orðabókagerð og orðabókaútgávu, t.d. er eingin fremmandamálsfrøðingur hvørki í Orðabókagrunninum, Mentamálaráðnum ella nú í uppskoti í seinastuni í Mál­ nevndini. Heldur tú, at sjúkra­ hússtjórin hevði sett ein slakt­ ara úr SMS, FK ella aðrari fyritøku á hjartadeildina, um verkfall var á sjúkrahúsinum? Skurðlæknar duga síni ting, og tað gera slaktarar eisini, men kortini hvør á sínum øki. Soleiðis er eisini við fremm­ andamálsorðabókum, tær krevja sínar serfrøðingar! 5) Hvussu ber tað til, at Orðabókagrunnurin fær øll orðabókahandrit fyri einki, og skal fáa allar inntøkurnar fyri tær bøkur, sum verða seld­ ar, meðan tað privata forlagið ikki fær boðið nakað orða­ bókahandrit. Hetta arbeiðs­ lagið hjá Mentamálaráðnum er kappingaravlagandi – og tað við lít. Hví ikki bjóða hvørt handrit út til tann, sum megnar at fáa tað avgreitt bæði skjótt, væl og tøkniliga best? 6) Bjarni Djurholm skjeyt í 1997 upp at seta ein sam- skipara á hetta økið, sum er sera skilagott. Hesin kundi so sitið fyribils í eini 5 ár og fingið skil á hetta misrøkta økið í skjótt 10 ár. Hetta skuldi verið bæði á tí fíggjar­ liga økinum, planleggingar­ økinum og útgávuøkinum. Hesin persónur kundi so verið undir tínum málsøki ella einum øðrum uttanveltaðum stovni við ábyrgd yvir fyri Løgtingi. Skal eg tora at bjóða meg fram til hetta starv?! Arnstein Nicklasen skrivar t. 25 mars 2007 eina grein í Dimmu, har hann m.a. vísir á eitt serligt fyribrigdi í tí før­ oyska samfegnanum: ”… Ella sita leiðarar í dag bara kúrrir og krúpa og royna at yvirliva ein dag í senn, eina viku kanska, ella henda mánaðin at enda? Ger nakar teirra ein vørr fyri sakini longur? Ella er alt blivin ein gráur greytur av yvirlivarum? Ongin skipari á Polo. Hvør er – og hvar eru – eitt nú lokomotivini í Tinganesi…” Íslandi verða avgerðir tiknar, sigur Gunnvá Balle, og eru tær skeivar, so verða tær broyttar, men her á hesum lítla øki rekur Polo fyri vág og vind. So Kristina Háfoss, landstýriskvinna í mentamálum, tú kanst verða tað nýggja lokomotivið í hesum sorgarleiki við tað, at tú torir at taka alt orðabóka­ bókamálið upp til nýggja viðgerð og møguliga kallar avvarðandi partar í málinum til fundar. Tú hevur grein í Sosialinum d. 28. apríl 2008, har tú vísir á: ”Átøk, ið síggjast aftur í ár og komandi ár eru fylgjandi:” Eg kundi hugsað mær, at henda grein upprunaliga er skrivað ”MPP” av embætis­ fólki. Tí seti eg tær henda spurning: ”Hvussu ber tað til, at orðabøkur ikki verða grett­ ar við einum orði í hesi drúgvu grein, sum fyllir eina heila blaðsíðu. Man tað ikki vera við vilja, tí Mentamála­ ráðið er dumpað so dyggiliga á hesum øki. Tí tú skrivar seinni í greinini: ”Mál okkara er mest týðandi parturin av samleika okkara. Vit vita tó, at nútíðartøknin og samskiftið við umheimin ger, at útlendskt mál gerst alsamt størri partur av dagliga málinum í Før­ oyum. Tað hevur tí alstóran týdning, at vit gera tað vit kunnu fyri at geva føroyska málinum at mennast í,…” Men hetta hevur ikki verið veruleikin til í dag, tá ið vit hugsa um orðabøkur. 10 ár eru liðin, og vit eru langt frá komin á mál. Tú letst í orðum at vilja málinum væl, men sýn eisini í verki, at álvari er aftan fyri orðini. Sum kvinna ger ein vørr á hesum øki, vís, at tú vilt, dugir og torir at seta sjøtul á hetta upptak, tí upptak verður. Tobbi gjørdi tað á sinni. Eg havi bert í hesum greina­ stubbum roynt at víst á mín variant í hesum fyribrigdi. Arnstein heldur áfram í somu grein: ”Og hvussu nógv hetta kommersið hevur kostað í ómakslønum, fundarpeningi, og óneyðugari brúktari tíð, tað spyr bara eingin um – Í grein 9 vísti eg á, at orðabókapoli­ tikkurin hevur kostað sam­ fullar 11 ­ ellivu ­ milljónir”. Kristina Háfoss, landstýris­ kvinna í mentamálum, tú kanst nú gera munin, nýt títt time out, snara Polo á, og legg á annan bógv, tí henda ørvitis­ leið, sum hon hevur hildið hesi seinastu 10 árini, gongur ikki longur – ella vilt tú tað? Nú havi eg bíðað í 10 ár og runnið á fundir hjá tvíbeintum fjallskipanum av leiðarum, millumleiðarum og sjálv­ gjørdum leiðarum, men enn er einki komið burturúr. So Krist­ ina Háfoss, landstýriskvinna í mentamálum, hvønn vegin sparkar tú bóltin, verður tað aftur sjálvmál í tíni tíð sum mentamálaráðharri? Spurdi nakað blað eftir einari syrgiligari søgu, sum hevur kostað føroyska skatt­ gjaldaranum fleiri milljónir! Tað rætta talið eru 11 millj­ ónir. Tann minni parturin hevur borið ávøkstur, men meginparturin er tó goldin av tí føroyska skattgjaldaranum, sum man hava krav upp á at fáa nakað fyri sín dýrt goldna skatt. Man henda søgan fara at vera tann einasta og seinasta? Eg spyrji bara, man nakar av teimum beinleiðis og óbein­ leiðis umrøddu persónum í hesum greinum fara at gera vart við seg? Bert ein sam­ starvsfelagi, sum nú fer frá fyri aldur, hevur sýnt orða­ bókamálinum málinum áhuga og stuðlað hesari orðabókini. Ikki ein fólkaskúlalærari, faklærari, starvsfelagi, mið­ námsskúlalærari ella hægri hava fest stavin á blað um tørvin á orðabókum, ella um vit yvirhøvur skulu hava tær. Man tað vera tí, at vit innast inni kortini ynskja ”Reyðu orðabøkurnar”. Tað er so ómaksleyst at elta onnur, bara lúsin er fremmand?! Men lýsingar á føroyskum eru nú ásettar við lóg, nær man ein lóg koma á hesum øki, Høgni Hoydal? Men Kári á Rógvi skal fáa tann heiður, at hann svaraði, um enn í sinnismuni, og tí gjørdist svar hansara, sum tað gjørdist. Hann átti heldur at vent kanónini niðan í Menta­ málaráðið, tí har liggur okkara felags meinbogi! Men hann hevur nú ein góðan pall at gera vart við orðabókamálið sum formaður í Orðabóka­ grunninum – Løgtingsins røðarapall! Lat orðini hjá Dorit Hansen í grein ”Orðabøkur drukna í Mentamálaráðnum” í Sosiali­ num d. 04. septemur 2007 vera tey seinastu á hesum sinni: Føroyar hava ongan orðabóka­ politikk, og orðabøkur eru tí bundnar at ósjálvsøknum einstaklingum. Samstundis druknar almennur stuðul til orðabókagerð í embætisverk­ inum í Mentamálaráðnum. Hetta halda bæði Kári á Rógvi, formaður í Orðabókagrunni­ num og Kári Davidsen, orðabókarithøvundur” Ein tøkk til Sosialin, sum hevur tikið mína greinarøð við, men sum Dimma hevur sensurerað burtur við grund­ gevingini: Men grundin til, at greinarnar hjá tær ikki komu í blaðið, er tann, at tær eisini stóðu í Sosialinum…” Tak orðabókapolitikkin til nýggja viðgerð Kári DaviDsen viðmerkingar