Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juni 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 113 - 16. juni 2008 tíðindi Forboð er nú sett fyri langtíðarparkering inni í Eiðis bygd Kommuna Snorri Brend Eiði: Á seinasta fundi sínum samtykti bygdaráðið á Eiði at taka eitt stig til at betra um parkeringina. Hetta stigið merkir aftur, at lýst er forboð fyri lang­ tíðarparkering í bygdum øki í kommununi. Forboðið kom í gildi 1. juni og er galdandi fyri øll akfør yvir 3,5 tons. Ístaðin fyri at parkera inni í bygdini, verður víst til parkeringsøkið á havnar­ lagnum. Parkeringin skal skipast betur Nú sleppa bert smærri bilar at parkera inni í Eiðis bygd Hósdagin letur upp ein framsýning við orginalgrafikki í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin er opin fram til týs­ dagin í næstu viku List Snorri Brend Tað er verkstaðarfelags­ skapurin »Ren Grafiq« sum stendur fyri framsýn­ ingini. Í hesum felagsskapi eru í alt 13 grafikkarar, ið veruliga brenna fyri graf­ ikki. Í framsýningini vísa donsku grafikkararnir teirra hugsan um nútíðar grafikk, sum fevnir um alt frá eksperimenterandi spæli við formum og lit­ um til tey meiri klassisku úttrykkini. ­ Við framsýningini vóna vit at skapa áhuga fyri møguleikunum at úttrykkja seg gjøgnum grafikk, verður sagt. Miðað verður eisini eft­ ir at fáa eitt samstarv í lag við føroysk listafólk. Tey 13 listafólkini eru: Hanne Axelsson, Birgith Themberg Anthon, Karen Backhaus, Susanne Dyhre­Poulsen, Ingrid Fuglsang, Suzanne Grave­ sen, Dorte Gudmundsson, Charlotte Grangaard Jen­ sen, Anne Houe, Inger Margrethe Knudsen, Per­ nille Mejslov, Jorun Shah og Marianne Toftum. Tað serstaka er, at tær báðar seinast nevndu hava føroyskar røtur. »Ren Grafiq« í Smiðjuni Marianne Toftum hevur gjørt hesa myndina Tann elsti parturin av skúl­ anum í Fuglafirði skal umvælast sum skjótast, tí serfrøðingar hava staðfest, at ein skúlastova er illa fongd við soppi. Hinvegin vístu kanningarnar eisini, at hinar stovurnar og hava so at siga ongan sopp, skriv­ ar Kringvarp.fo. Fugla­ fjarðar skúli hevur leingi ætlað at umvæla eldru part­ arnar av skúlabygninginum. Øll vindeygu verða skift, og leitað verður eftir lekum, sum kunnu hava verið atvoldin til soppavøksturin. Stovan, ið er fongd við soppi, skal ikki takast í nýtslu aftur, fyrr enn vissa er fingin fyri, at viðurskiftini aftur eru í lagi, hevur Fuglafjarðar kommuna gjørt greitt. Skúlin í Fuglafirði umvælast Fríggjakvøldið var eykabygdarráðs­ fundur í Leirvík, har bygdarráðið samtykti at koyra málið um veg til og úr Norðoyar­ tunlinum gjøgnum Leirvík til vegleiðandi fólkaatkvøðu LeirvíK Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Leirvíkingar skulu nú á fólkaatkvøðu um vegafør­ ingina til og úr Norðoya­ tunlinum. Hetta samtykti Leirvíkar bygdarráð á eykabygdaráðs­ fundi í Leirvík fríggja­ kvøldið. Sambært einmæltu sam­ tyktini í bygdarráðnum verður fólkaatkvøðan týs­ dagin 8. juli. Á atkvøðuseðlinum verða tveir spurningar at taka støðu til í sambandi við ferðsluna til og úr Norðoya­ tunlinum. Bygdarráðið hevur sam­ tykt, at spurningarnir verða hesir: * Niðri í bygdini (soleiðis sum løgtingið hevur samtykt) * Uppi á Brekkum (sambært uppskoti hjá Selmar Nielsen, arkitekti) Eingin brúgv Onkur hevði kanska væntað, at spurningurin um brúgv millum pierarnar eisini fór at gerast ein val­ møguleiki á eini fólka­ atkvøðu, men hesin er ikki við í samtyktini hjá Leir­ víkar bygdarráð. Leirvíkingar á fólkaatkvøðu Nú skulu leirvíkingar á fólkaatkvøðu um vegaføring Mynd: Vilmund Jacobsen