leygardagur 14. juli 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 133 - 14. juli 2001
C
M
Y
K
22
Tá vit eftir hálv-
finalusigurin á
Gibraltar tosaðu við
Margit Joensen, segði
hon seg síggja nógv
fram til ein spenn-
andi finaludyst
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
– Isle of Man
Nakað
eftir
sigurin
á
Gibraltar fingu vit orðið á
Margit Joensen, sum aftur í
ár hevur sýnt sera gott spæl
á liberoplássinum.
Eftir at hava ynskt henni
tillukku
við
sigrinum,
spurdu vit hana, hvussu
føroyska liðið nú fór at
fyrireika seg til finaluna.
Um tað ikki kundi darva
teimum eitt sindur, at tær
enn ikki høvdu verið undir
nøkrum veruligum trýsti,
orsakað av væntandi mót-
støðu.
- Tað er rætt, at vit enn
ikki hava verið undir veru-
ligum trýsti í dystunum,
men hetta hevur eisini
gjørt, at spæl okkara ikki
hevur so gott, sum tað kann
verða.
- Millum annað hjá mær
sjálvari, har móttøkurnar
eru sera týdningarmiklar,
hevur ikki gingist nóg væl,
men eg ivist ikki í, at hetta
verður betri fríggjadagin.
Tá verður nógv meira
smasja móti okkum, soleið-
is at eg alla tíðina verið í
gongd, og so verður kon-
sentratiónin størri, sigur
hon.
Stuttligari
Annars roknaði Margit við,
at talan fór at verða um eina
sera spennandi finalu.
- Bæði liðini hava verið
sera sterk higartil, og enn
hevur mótstøðan verið av-
markað. Tá talan verður um
ein dyst, har mótstøðan er
størri, fer hetta heilt víst at
lyfta støðið á spælinum, og
tað er sjálvandi eisini nógv
stuttligari at spæla, tá talan
er um ein spennandi dyst.
Hvørt hon roknar við at
vinna gull ell silvur, vildi
Margit tó einki siga um, tá
vit at enda spurdu hana um
vónirnar til dystin.
- Vit eru so avgjørt ikki
vísar í nøkrum sum helst.
Sjálvandi fara vit á vøllin
fyri at vinna gullið, men vit
vilja heldur ikki leggja
óneyðugt trýst á okkum
sjálvar. Øll hini rokna
kanska við, at vit uttan víð-
ari fara at verja gullið, og
tað ætla vit sjálvsagt, men
lætt verður tað so á ongan
hátt, segði hon at enda.
Føroyska kvinnuliðið
vann leikandi lætt
móti Gibraltar í hálv-
finaluni, og eru tær
nú til reiðar at verja
gullilð frá undan-
farnu Oyggjaleikum
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
– Isle of Man
Eftir at hava vunnið seg
rættiliga trygt úr bólka-
spælinum, skuldu føroysku
flogbóltskvinnurnar fríggj-
adagin spæla hálvfinalu
móti næstbesta liðnum í
hinum bólkinum, Gibraltar.
Eingin ivi
Spenningurin var sjálvandi
hampuliga stórur undan
dystinum, men tað gjørdist
tó rættiliga skjótt greitt, at
her var einki sum helst at
vera bangin um.
Føroysku
kvinnurnar
vóru snøgt sagt nógv betri
enn hjá Gibraltar. Eisini
hóast onkrar heldur óneyð-
ugar misskiljingar gjørdu,
at Gibraltar hóast alt fylgdi
hampuliga
væl
við
á
stigatalvuni talvuni.
Tekniskt vóru tær als ikki
í nær námind okkara gent-
um, og tær fingu tí ongan
tíð lagt nakað veruligt trýst
á, og tí tóktist vandi als ikki
at vera fyri, at sigurin
skuldi fara at gleppa okk-
um av hondum.
Ikki minst tóktist Helga
Nordendal nú at vera mun-
andi betri fyri, enn hon var
í Guernsey. Tá tóktist hon
bera ótta fyri, at ryggurin
ikki fór at halda til at spæla,
og tað er ikki annað enn
náttúrligt, tá talan er um
fyrsta dystin eftir skaða-
steðg. Hesin óttin tóktist nú
vera beindur burtur, og
spennandi verður at vita,
hvussu spæl hennara verð-
ur í finaluni.
Eftir at liðini soleiðis
høvdu fylgst fyrsta triðing-
in av fyrsta settinum, settu
okkara veruliga ferð á, og
settúrslitini siga helst alt
um, hvussu tryggur før-
oyski sigurin var.
Torfør finala
Sigurin inniber, at Føroyar
nú eru til reiðar at spæla
finaluna, sum verður ímóti
Saaremaa.
Í sínari hálvfinalu vunnu
hesar somuleiðis ein trygg-
an sigur á Guernsey, og
lítið er at ivast í, at talan tá
verður um ein spennandi
dyst.
Bæði liðini hava víst seg
at vera alt ov sterk hjá nøkr-
um av hinum at nerta, so
enn hava tær ikki verið sett-
ar undir trýst, men neyvan
fer hetta at gera, at annar
parturin fer at taka ein
finalusigur
sum
nakra
sjálvfylgju.
Føroyar-Gibraltar 3-0 (25-14, 25-21, 25-13)
Eingin slingur í valsinum
Eingin slingur var í valsinum, tá føroysku flogbóltskvinnurnar hósdagin spældu hálvfinalu móti
Gibraltar
Stuttligari við spenningi
Margit Joensen ivast ikki í, at
spælið frá báðum pørtum
gerst betri, tá liðini verða
løgd undir trýst
Føroyar-Gotland 1-3 (25-20, 23-25, 18-25, 18-25)
Finaludreym-
urin brast
Í løtum sýndu før-
oysku menninir satt
stórspæl, men alt í alt
gjørdust teir ov stutt-
ir í hálvfinaluni móti
Gotlandi
FLOGBÓLTUR
Jákup Mørk/
Álvur Haraldsen
- Isle of Man
Stóri spurningurin undan
hálvfinaluni móti bólka-
vinnarunum úr Gotlandi
tóktist vera, um føroyska
liðið hevði reist seg, eftir
greiða tapið móti Saar-
emaa.
Fyrsta løtan av dystinum
prógvaði tó, at hetta so als
ikki var nakað at óttast, tí
føroysku menninir hava
neyvan verið meira tendr-
aðir enn tað sama, tá teir
fóru á vøllin.
Fyrsta settið byrjaði sera
væl frá okkara síðu, og
áðrenn hinir vóru komnir
rættiliga ígongd, høvdu
okkara vunnið sær eina
hampuliga leiðslu.
Í allar mátar var nógv
meira kraft í føroyska av-
rikinum, í mun til tað, sum
vit hava sæð í undanfarnu
dystunum. Neyvleikin í
hevingunum var størri, enn
hann hevur verið og lættari
var tí at fáa ferð á smasjini,
sum vórðu send tvørtur um
netið. Mest positivt var tað
tó, at blokkurin fyri fyrstu
ferð í kappingini veruliga
tóktist at rigga.
Fleiri bóltar vórðu vunnir
í blokkinum, har tað ikki
minst var ein styrkur, at
Ragnar Petersen veruliga
hevði fingið glið á.
Eftir at Føroyar soleiðis
høvdu nærum tjóvstartað,
kom tó meira glið á spælið
hjá mótstøðumonnunum,
men hóast teir ongan tíð
lótu føroyingarnar renna
undan sær, so megnaðu teir
ikki at vinna seg upp aftur í
hesum settinum.
Mistøk kostaðu
Næsta settið var talan fram-
haldandi um sera javnt
spæl. Liðini skiftust um at
hála stórspælið fram, og í
fleiri førum var talan um
bæði langar og undirhald-
andi bóltar.
Miðskeiðis í settinum
framdu okkara tó brádliga
fleiri óenyðug mistók, sum
tóktust íkoma av, at kon-
sentratiónin hjá fleiri leik-
arum brádliga ikki var til
staðar. Einar tríggjar ferðir
vunnu teir bóltar, tí okkara
gloymdu at tippa holið
aftan fyri blokkin, og Got-
land fekk óneyðugt møgu-
leika at renna undan okk-
um.
Mistøkini vórðu tó rætt-
að nakað seinni, men hetta
varð tó ikki nóg mikið til at
vinna tað mista innaftur, og
tí slapp Gotland undan at
koma sær í eina 0-2 støðu,
sum ivaleyst hevði talað til
fyrimuns fyri okkara.
Ístaðin fingu teir nú
sinniligu yvirvágna í dyst-
inum, og seinastu bæði
settini vunnu teir eisini
hampuliga sannførandi, tó
at okkara í longum løgum
royndu at muta ímóti.
Tað var tó ov seint og ov
litið hjá okkara, sum so-
leiðis máttu taka til takkar
við einum dysti um triðja
plássið, heldur enn at
sleppa at verða partur av
einum finaludyst.
Nr. 133 - 14. juli 2001
23
Strandfaraskip Landsins lýsa við hesum eftir handverk-
ara til viðlíkahaldsarbeiði á Farmaleiðum.
Uppgávurnar hjá Farmaleiðum
Høvuðsuppgávan hjá Farmaleiðum er at samskipa, við-
líkahalda og menna farma-flutningin millum meginøkið
og útjaðarøkini í Føroyum.
Starvið fevnir um
Høvuðsuppgávurnar hjá handverkaranum:
•
Standa fyri smærri viðlíkahaldi av útbúnaðinum og
farmastøðum runt landið og annað fyrifallandi
arbeiði
•
Samskifti og samstarv við verkstað um viðlíkahald
Førleikakrøv
•
Handverkaraútbúgving
•
Arbeiða sjálvstøðugt og hava lætt við at samstarva
•
Góðan røkjuskap
Setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmálanum millum
Fíggjarmálastýrið og avvarandi yrkisfelag.
Umsókn
Umsókn við próvskjølum skal sendast til:
Strandfaraskip Landsins
att. Starvsfólkadeildin
Boks 88
FO-110 Tórshavn
og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 30. juli
2001.
Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú venda tær til
Heina á Borg, farmaflutningsleiðara, á tlf. 343060 ella
e-post: hab@ssl.fo
Starv
HANDVERKARI
Høvuðsuppgávan
hjá
fyritøkuni er at lúka
landsins
tørv
á
innanlanda fólka- og
farmaflutningi, og skal
fyritøkan í so stóran mun
sum gjørligt rekast á
handilsligum
støði.
Fólka-
og
farmaflutningurin setir
stór krøv um eina góða
kundatænastu, herundir
trygd,
reglusemi
og
skjótleika.
Árliga rakstrarætlanin
hjá
Strandfaraskipum
Landsins javnvigar við
yvir 100 mió. kr. Talið á
starvsfólkum svarar til
180 fulltíðarstørv, herav
umleið 155 operatørar.
Talið á flutningsanlegg-
um er 12 skip, 40 bussar
og 15 lastbilar. Flutn-
ingsuppgávurnar fevna
um alt landið.
Volvo 440 TDI Diesel
Ár. 06-1994
Audi 100 Limosine
2,5 TDI Diesel
Ár. 10 - 1993
Sóltak · alufelgur · radio / cas.
o.a.
Audi 100 2,5 TDI
Avant Diesel
Ár. 11 - 1992
Sóltak · alufelgur · viðfestikrók ·
radio / cas. o.a.
Audi 80 1,9 TDI Diesel
Ár. 05 - 1994
Sóltak · radio / cas. o.a.
BMW 525 tds
Ár. 03 - 1994
Sóltak · radio / cas. o.a.
Úrvalsbilar Spf.
530 Fuglafjørður
tel. 444943 · fax 444638 · far. 217704
Myndir síggjast
á www.bilar.fo
BILAR TIL
SØLU
Audi 80 1,9 TDI Diesel
Ár. 06 - 1994
Sóltak · alufelgur · automatgear
radio / cas. o.a.
Ford Granada 2,8 I
ca. 170 HK
Ár. 1983 - Gev eitt boð
alufelgur · powerstýring ·
sentrallás · radio o.a.
10 l.
499kr.
Vit hava eisini
Johnstonés
við Landavegin
Tlf. 316066
Bert
Johnstonés
Stormshield
*royndir vísa
at hon heldur
í 15 ár
Betonmáling
5 l.
399kr.
Træverju
23