Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juli 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 - 14. juli 2001 21 Føroysku flogbólts- kvinnurnar vunnu 3- 2 í finaluni á Saremaa í dramatiskum dysti. Eftir ein niðurtúr miðskeiðis í dystinum vunnu føroyingar fimta settið, og sostatt varð gullið endur- vunnið FLOGBÓLTUR Heini í Skorini Føroyingar fingu góða byrjan, og tær vóru á odda 3-0 í fyrsta setti beinan- vegin í dystinum. Serliga góvu servurnar hjá Alvildu Ólavsdóttir mótstøðulið- num trupulleikar. Síðani gjørdist javnari miðskeiðis í settinum, men føroysku kvinnurnar megn- aðu aftur at leggja luft mill- um seg og Saremaa, og føroyingar vunnu settið sannførandi 21-15. Sera góð byrjan hjá føroysku kvinnunum. Í øðrum settið helt góða spælið hjá føroyingum á, og tær vóru á odda 8-3 áðrenn langt var umliðið. Eftir hetta tóktist trupult hjá Saremaa at koma inn- aftur í næsta settið, og føroysku kvinnurnar høvdu greiða yvirvág. Tær koyrdu eisini næsta settið heim, og tær vunnu heili 25-16. So- statt sá út til, at kvinnurnar stevndu móti at endurvinna gullið fyri tveimum árum síðani. Føroyska spælið hevði stutt sagt verið sera gott, og ikki var líkt til, at Saremaa hevði møguleika at koma innaftur í dystin. Komu í ein aldudal Men kvinnurnar úr Sa- remaa vóru hamskiftar, tá byrjað varð uppá triðja settið. Áðrenn føroyingar fingu gongd á spælið, var støðan 7-1 til Saremaa, og nógvir feilir vóru at síggja á føroysku liðnum. Men eftir time-out og rætting uppá mistøkini komu okk- ara kvinnur aftur eftir niðurtúrin fyrst í settinum. Men kvinnurnar komu inn- aftur í ein aldudal, og spælið var óstøðugt. Kvinnnurnar hjá okkum vóru aftanfyri 22-14, og endaliga úrslitið í triðja setti var 25-18 til Saremaa. Sera stórur munur á spæl- inum hjá føroyingum frá fyrsta og øðrum settið samanborið við triðja sett. Máttu út í fimta sett Fjórða settið var sera javnt, men Saremaa hevði eins og í triðja settið yvirvág. Tá støðan var 16-10 til Sare- maa, varð time-out, og føroysku kvinnurnar skuldu nú finna ein hátt at koma inn aftur í dystin. Føroyar tók seg spakuliga inn á Saremaa, og eitt skifti var 21-17 til Saremaa. Før- oysku kvinnurnar megnaðu tó ikki at vinna settið og harvið dystin, og Saremaa vann settið 25-18. Nú var neyðugt at fara út í fimta og avgerandi settið, og finalan á Oyggja- leikunum í kvinnuflogbólti 2001 skuldi avgerast við hesum setti. Sigurin kom heim Eftir javna byrjan fekk Føroyar spælið at rigga, og blokkurin og álopsspælið kom veruliga í gongd. Tað var júst hetta, sum ikki hevði riggað í 2. og 3. settið. Frá at vera framma- nfyri 9-8 komu tær upp á heili 14-8, og so høvdu føroysku kvinnurnar heili seks matcbóltar. Fyrsti matchbólturin var ein serva sum bleiv ov long, men í næsta bóltinum sveik før- oyska manningin ikki, og sostatt var gullið veruleiki. Føroyingar fingu endur- reisn eftir tvey vánalig sett, og við trimum settum móti tveimum hava føroysku flogbóltkvinnurnar vunnið gull á Oyggjaleikunum á Man 2001. Gullið kom heim í dramatiskum dysti Dysturin um fjórða plássi móti Saaremaa endaði eins og dysturin í bólka- spælinum gjørdi. Føroyar taptu greitt 0-3 FLOGBÓLTUR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Wight Tað mundi koma sera illa við hjá føroysku flogbólts- monnunum, tá tað eydn- aðist Álandi at vinna á Saaremaa í hálvfinaluni. Tá Føroyar samstundis taptu 3-1 í sínari hálvfinalu merkti hetta, at mótstøðu- liðið í bronsudystinum aftur gjørdist Saaremaa, og tað er eingin loyna, at hetta ikki hóskaði føroyingunum serliga væl. Føroysku menninir hava nevnliga ongan tíð vunnið á Saareema í Oyggjaleika- høpi, og dysturin hesa ferð gjørdist heldur einki undantak í so máta. Einki at rafla um Sum heild varð talan um ein rættiliga tryggan sigur til Saaremaa. Agressiva spæl teirra hóskaði als ikki til okkara, og hóast vit komu hampuliga nær í onkrum setti, so var saml- aði sigurin ongan tíð í vanda. Sostatt endaði luttøkan hjá monnunum hbesa ferð uttan heiðursmerki, men sjálvt um hetta í sjálvum sær er harmuligt, so vóru tó fleiri positiv element í føroysku luttøkuni. Tað varð sagt undan kappingini, og tað er eisini ein veruleiki, at nógvir ungir leikarar hesa ferð fingu møguleikan. Um tvey ár hava hesir fingið tað pettið eyka av royndum, sum ger, at teir megna at halda dampinum uppi ígjøgnum ein heilan dyst, og ikki – sum í hálvfinaluni móti Gotlandi – spæla nakrar fantastiskar bóltar, fyri síðani at geva tvey ella trý stig púra óneyðugt frá sær. Stabilitetur er lyklaorðið í hesum sambandi, og verð- ur hetta fingið í rættlag, er lítið at ivast í, at talan kann gerast um heiðursmerki um tvey ár. Føroyar-Saaremaa 0-3 (19-25, 11-25) Endurtøka Saaremaa vísti seg enn eina ferð at vera ov sterkt fyri føroyingar, sum tí máttu taka til takkar við fjórða plássinum 21 20 Nr. 133 - 14. juli 2001 Marit Magnussen vann sær tvey gull- merki, tá bundna kappingin í kvinnu- fimleiki var á skránni fríggjamorgunin FIMLEIKUR Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen – Isle of Man Fríggjadagin eydnaðist tað hjá Marit Magnussen at vinna gullið, sum hon ikki fekk, tá fría kappingin var á gólvinum mikudagin. Ta ferðina datt hon í eini seriu, sum hon seinastu tveir mánaðirnir hevur vant at kalla uttan mistøk, so einki er at ivast í, at hon var ovur- fegin, tá hon fríggjadagin hevði ikki minni enn trý heiðursmerki um hálsin. Tað var nenvliga ikki bert á gólvinum, at Marit stóð seg væl. Umframt gullið í sínari favoritt grein, vann hon eisini silvur í lopi, og samanlagt var hetta nóg mikið til at tryggja sær gull í samlaðu kappingini. Eitt gullmerki, sum hon átti saman við einari gentu av Isle of Man. - Beint eftir, at hon hevði fingið heiðursmerkini um hálsin, hittu vit Marit, og sum vera man, var hon ovurfegin um hetta. - Mikudagin datt eg eitt gullmerki burtur, so á ein hátt, er hetta eitt gott plást- ur á sárið. Tað gjørdi tað so ikki verri, at eisini vann gull samanlagt. Hóast eg plagi at standa meg hampu- liga væl í lopi, so hevði eg avgjørt ikki roknað við tí, segði Marit at enda. Dupult gull til Marit Hetta var eitt plástur á sárið, segði Marit um gullið, sum hon nú vann í bundnu kappingini Føroysku fótbóltskvinnurnar vunnu eina dramatiska, málríka og til tíðir væl spælda finalu móti Álandi, hóast tær tríggjar ferðir vóru aftan fyri, og máttu spæla seinasta hálva tíman við tíggju gentum á vøllinum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen – Isle of Man Tað var ein skelkandi byrj- an, sum føroysku kvinnur- nar fingu, tá tær fríggja- morgunin spældu finalu- dyst á Oyggjaleikum. Fram til finaluna hevði bólturin ongan tíð verið í føroysku meskunum, men tað tók bert Marinu Mörn tveir minuttir at oyðileggja vøkru hagtølini. Dysturin var ikki meira enn byrjaður, tá ein long sending varð løgd inn um føroysku verj- una, og har kundi Marina renna seg púra leysa og smekka bóltin í føroysku meskarnar. Løtu seinni kundi og áttu Føroyar helst at javna, men álendski málverjin bjargaði skotinum frá Eyðvør. Mistak kostaði aftur Tað eydnaðist tó okkara at javna leiðsluna fáar minutt- ir seinni. Eftir at hava mót- tikið bóltin frá Oddvá Kristinsdóttir, setti Sólvá Joensen fer á frá miðvølli- num, áðrenn hon slepti til Helgu, sum einsamøll við málverjanum kundi leggja bóltin til rættis í meskun- um. Ein skuldi hildið, at før- oysku genturnar vóru ávar- aðar eftir álendska leiðslu- málið, men løtuna eftir út- javningina góvu tær aftur mótstøðuliðnum eina gávu. bólturin varð ikki ruddaður nóg væl burtur, men endaði ístaðin hjá Ing-Mari Holm- berg. Úr 16 metrum smekk- aði hon til, og í einum bleytum boga sigldi bóltur- in yvir á handaru stong, haðani hann datt inn um strikuna. Beint eftir hetta mundi gingið heilt galið, tá okkara aftur sløsaðu afturi í verju- ni. Vandamikla Marina Mörn vann sær bóltin, og slapp eisini inn um Anniku í málinum, men lukkutíð heilkiksaði hon, tá hon skuldi senda bóltin í málið. Trýstið gav úrslit Restina av hálvleikinum royndu føroysku kvinnur- nar at trýsta, men verjan hjá Álandi helt, soleiðis at talan ongan tíð gjørdist um teir heilt stóru møguleikar- nar. Sama gongdin helt fram í seinna hálvleiki. Einar tvær ferðir bjargaði álendski málverjin sera væl, tá okkara royndu seg. Í royndunum at javna fluttu okkara seg alt longur niðan á mótstøðuhálvuni, og so hendi tað, sum ikki má henda, men sum so ofta hendir í slíkum førum. Áland skoraði. Málið var kanska heldur tilvildarligt, og kanska var hond á, tá eitt føroysk spark úr verjuni varð blokkað. Úrslitið varð undir øllum umstøðum, at Ing-Mari Holmberg enn eina ferð gjørdist leys, og tá Annika var komin dekan ov langt úr málinum, varð bólturin enn eina ferð sendir upp um hana. Nú var bert eitt at gera hjá okkara, og tað var at satsa alt seinastu hálva hálvleikin. Tað gjørdu tær eisini, og tjúgu minuttir fyri leiklok, gav hetta endiliga úrslit. Rannvá fekk fatur á leysum bólti uttan fyri brotsteigin, og eftir at hava snarað ein mótstøðuleikara av sær, smekkaði hon til uttan møguleika hjá mál- verjanum. Nakað seinni hevði Rannvá stóran møgu- leika at javna, men hesa ferð varð skotið beint upp um málið. Hetta tók tó ikki mótið frá henni, og løtu seinni sendi hon inn fyri úr vinstru, har Eyðvør púra leys kundi skalla eina uppi- borna útjavnan heim. Hondbóltsspæl Hondbóltsspælið hjá álend- ingum helt tó fram, og mál- ið til 4-3 var meinlíkt tí, sum tær komu á 3-1 við. Bólturin varð blokkaður við hondini, tá Ragna sparkaði burtur, og so kundi Marina Mörn skora til 4-3. Føroyuingar góvu tó ikki upp, og í næst seinasta minuttinum kundi Helga skora til 4-4 eftir frísparks- innlegg, sum hon at enda taklaði inn í málið. Drama- tikkurin var tó ikki liðugur. Í seinasa mkinuttinum klossaði Annika, tá hon fór út eftir eini langari álendsk- ari sending. Úrslitið varð, at Marina Mörn gjørdist leys, og tá Ragna mátti nýta hondina at verja við, var reytt kort og brotsspark. Hetta sendi Ing-Mari Holmberg tó á stólpan, so avgerðin varð útsett til longda leiktíð. Við tíggju gentum á vøllinum eydnaðist tað kortini føroysku gentunum at vinna, og endin av dysti- num var virðigur at vera partur av eini stórari finalu. Helga sendi innfyri úr vinstru, har Malena var fyrst á, og í tveimum roynd- um fekk hon skumpað bóltin inn um málverjan. Dysturin var ikki lokin, men hóast tað stóð nógv á móti endanum, so eydnað- ist tað kortini at halda tætt, og soleiðis varð tíggjunda føroyska heiðursmerkið á oyggjaleikunum tryggjað. Føroyar-Áland 0-1: Marina Mörn 2 1-1: Helga Ellingsgaard 9 1-2: Ing-Mari Holmberg 12 1-3: Ing-Mari Holmberg 61 2-3: Rannvá Andreasen 70 3-3: Eyðvør úr Dímun 77 3-4: Marina Mörn 79 Dramatikkur til ta stóru gullmedaljuna C M Y K 20