Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juli 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 - 14. juli 2001 19 19 Alla tíðina meðan kappast varð, royndu luttakarar og áskoð- arar at seta dám á, og føroyingar stóðu so einki aftan fyri hini í høllini UNDIRHALD Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen – Isle of Man Tað var ein sonn uppliving hjá áskoðarunum at síggja svimjikappingarnar á Oyggjaleikunum á Man. Eitt var, at sjálv avrikini í svimjingini í fleiri førum vóru sera góð, men tað besta í kappingini mundi ivaleyst vera stemningurin, sum valdaði inni í høllini, teir dagarnar, sum kapp- ingin stóð á skránni. Dansur og tónleikur Allar fýra dagarnir, sum svomið var, var tónleikur at hoyra, og talan var alla tíð- ina um tónleik, sum fólk kendu. Mambo nr. 5, gomul Queen- og Abba løg, tón- leikur úr Grease. Ja, snøgt sagt ein rúgva av góðum hittum, veruliga fingu lív í áskoðarafjøldina, og ikki minst svimjararnar og tey, sum vóru við á beinkinum hjá ymsu londunum. Tað vildi soleiðis til, at føroyska liðið alla tiðina helt til við síðuna av dóm- araborðinum, og ofta vistu hesir ikki, um teir skuldu flenna ella skelda, tá før- oyingarnir við dansi og trummum gjørdu sítt til at skapa eitt sindur av lívi í høllini. Tíbetur valdu dómararnir í flestum førum at smíla, men tá seinasti dagurin var um at vera liðugur, høvdu tey allar helst fingið nokk, og í øllum førum vóru tey samd um, at nú skuldu før- oyingarnir ikki longur sleppa at dansa einsamøll. Meðan »Uptown girl« hjá Billy Joel rungaði úr hátalarunum, dansaðu nakrar av føroysku gentun- um sum vant. Hesa ferð við aftur og aftur at fremja tvey dansistev, samstundis sum klappað varð, og brádliga legðist afturat føroyska bólkinum. Ein fyri og annar eftir komu dómararnir yvir til føroyingarnar, og meðan langa røðin av dansarum soleiðis hugnaðu sær, skalv øll høllin í ovfarakætinum hjá áskoðarunum. Jú, hóast talan ikki gjørd- ist um øll tey ætlaðu heiðursmerkini til føroysku svimjararnar, so er einki at ivast í, at føroyska legan hugnaði sær óført teir fýra dagarnar í svimjihøllini. Lív í svimjihøllini At enda stóð ein long røð av dómarum og føroyingum og dansaði til tónarnar hjá Billy Joel 18 Nr. 133 - 14. juli 2001 Føroysku fótbólts- kvinnurnar møttu ongari mótstøðu á veg til finaluna. Hósdagin vunnu tær metsigur við sekstan málum móti ongum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen – Isle of Man Tá FSF næstu ferð fer at senda føroysku fótbólts- kvinnurnar uttanlands, verður tað neyvan til Oyggjaleikirnar, at leiðin gongur. Tá hesar reglur verða skrivaðar, er finalu- dysturin enn ikki leiktur, men staðfestingin higartil hevur verið, at leikirnir eru ein alt ov lítil avbjóðing hjá kvinnunum, sum hava vundið burtur úr allari mót- støðu higartil. Tók 35 sekund Hósdagin var hálvfinalan á skránni, og hóast ein slík vanliga er rættiliga spenn- andi, so reyk spenningurin í hesari longu eftir 35 sek- undum. Tá hevði Rannvá Andreasen runnið seg ígjøgnum mótstøðuverjuna, og so var 1-0. 12 minuttir seinni hevði Rannvá skotið trý mál, og so var kósin líka sum løgd móti stórsigr- inum. Restin av dystinum var spurningurin bara, hvussu stórur føroyski sigurin skuldi verða. Spælararnir hugnaðu sær óført, meðan tær kappaðust um at skjóta mál, og hóast venjarin valdi at taka tær tríggjar, Helgu, Eyðvør og Rannvá, av vøll- inum fyri at spara tær, so minkaði hetta á ongan hátt um trýstið oman móti mál- inum hjá Jersey. Eisini føroysku áskoðar- arnir hugnaðu sær óført, og klappini vóru eins ljódlig, hvørja ferð bólturin varð sendir í meskarnar. Hin- vegin var rár hending, at tær hjá Jersey hóttu stór- vegis oman móti føroyska málinum, men ta einu ferð- ina var tó kortini nær við, tá Annika mátti verja fyri eini at kalla leysari mótstøðu- kvinnu. Støðan var tá 16-0 til okkara, og ivaleyst hevði Annika iðra seg, um hon brádliga noyddist í málið eftir bóltinum. Hetta hevur hon enn ikki roynt á hesum Oyggjaleikum, og ivaleyst hevur hon heldur ongar ætlanir um hetta. Framtíðin Eftir stendur bert spurning- urin um, hvørt kvinnu- landslið okkara aftur í framtíðini skal fara at taka lut í undankappingunum, har luttøkan varð trekt aftur fyri nøkrum árum síðani. Tað tykist vera lítið ítróttarligt høpi í at senda liðið aftur til Oyggja- leikirnar. Eisini hóast tað skuldi víst seg, at Áland er eitt sterkt mótstøðulið. Tá høvdu pengarnir verið betri nýttir til eina 10 daga langa venjingarlegu, ella til at tekna liðið til onkra aðra og sterkari kapping. Føroyar-Jersey 16-0 (10-0): Enn ein føroysk málveitsla Sólvá Joensen endaði føroysku málveitsluna, tá hon sendi brotsspark í netið Eftir hálvfinaluna móti Jersey prátaðu vit við Eyðvør úr Dímun, sum higartil hevur sýnt stórspæl á føroyska miðvøll- inum FÓTBÓLTUR Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen – Isle of Man Tað hevur mest sum verið greitt alla tíðina, men tað var so ikki fyrr enn hós- dagin, at tað varð staðfest, at Føroyar og Áland skulu spæla finaludystin í kvinnufótbólti á Oyggja- leikunum. Vita lítið Eftir dystin hittu vit Eyðvør úr Dímun, og spurdu vit hana, hvørt hon roknaði við, at tað eisini fór at bera til at vinna á Álandi í final- uni. - Vit vita faktist øgiliga lítið um Áland, men Álvur (Hansen blðm.) hevur so verið og hugt eftir onkrum dysti hjá teimum. - Tær hava í øllum førum eina kvinnu, sum spælir í svensku fótbóltsdeildini, og annars sigur hann, at tað á liðnum eru tríggjar, sum eru rættiliga góðar, tó at tær ikki á nakran hátt eru betri enn tær bestu á okkara liðið, heldur Eyðvør, sum tó ikki vil seta navn á, tá vit spyrja hvørjar hesar eru. - Eftir úrslitunum at døma, hava tær á leið somu styrki sum vit, ella kanska eitt sindur minni, men tað ber illa til at meta eftir dyst- um, sum verða vunnir við so nógvum málum. - Tær hava tó longu latið tvey mál inn, og tað kundi kanska bent á, at tær hava okkurt veikt lið í verjuni, sum kann vísa seg at vera guff hjá okkara áleyparum. - Hvussu er og ikki, so vit ógvuliga lítið, og kanska ger hetta heldur ikki so nógv. Undir øllum umstøð- um mugu vit fara á vøllin at spæla okkara spæl, og so mugu vit síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Eyð- vør úr Dímun at enda. Vita lítið um mótstøðuna Eyðvør úr Dímun heldur, at føroysku kvinnurnar undir øllum umstøðum mugu fara á vøllin at spæla sitt spæl Føroyar-Jersey 16-0 (10-0) 1-0: Rannvá Andreasen 1. 2-0: Rannvá Andreasen 10. 3-0: Rannvá Andreasen 13. 4-0: Helga Ellingsgaard 17. 5-0: Helga Ellingsgaard (br.) 19. 6-0: Halltóra Joensen 26. 7-0: Rannvá Andreasen 28. 8-0: Eyðvør úr Dímun 37. 9-0: Helga Ellingsgaard 43. 10-0: Eyðvør úr Dímun 45. 11-0: Helga Ellingsgaard 57. 12-0: Rannvá Andreasen 58. 13-0: Rini Mørk 65. 14-0: Eyðfríð Kristiansen 75. 15-0: Eyðfríð Kristiansen 79. 16-0: Sólva Joensen (br.) 80. C M Y K 18 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo