Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juli 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 - 14. juli 2001 17 17 16 Nr. 133 - 14. juli 2001 Í seinastu royndini eydnaðist Hera Ziska at varpa klingruna somikið langt út, at talan gjørdist um bronsumerki FRÆLS ÍTRÓTT Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Man Higartil var bronsan hjá Hera í sleggjuvarpi einasta heiðursmerki, sum Føroyar høvdu vunnið í frælsum ítrótti á Oyggjaleikunum í ár, men hósdagin legðist so enn eitt heiðursmerki aft- urat føroyska savninum. Seinasta royndin Heri Ziska vann gull á leikunum fyri tveimum árum síðani, men orsakað av skaðanum, sum hann fekk í fjør, so vóru vónirnar fyri einari endurtøku ikki av teimum bestu. Leingi var eisini líkt til, at Heri als ikki skuldi fáa nakað heiðursmerki, og fram til seinasta kastið lá hann framvegis á einum fjórða plássi. Tað eydnaðist tó Hera at varpa klingruna 43,92 metrar í seinastu royndini, og flutti hann seg við hes- um eitt pláss upp í kapp- ingini, samstundis sum flotta røðin av heiðurs- merkjum hjá Hera helt fram. Hann hevur nú vunnið heiðursmerki í 11 Oyl-kappingum á rað. Kom undir 10 Hallur Holm tók lut í 3.000 metra forðarenningini, har hann seinastu tíðina hevur staðið seg væl í Danmark, og millum annað skal taka lut í DM-finaluni fyri lið. Undan kappingini varð tó ikki roknað við, at Hallur kundi fara at stríðast um heiðursmerki, og sjálvur segði hann eisini, at mál hansara var at koma undir teir 10 minuttirnar. Hetta eydnaðist eisini akkurát hjá Halli, sum kom í mál í tíðini 9.59,47, og tá hetta so samstundis rakk til eitt fjórða pláss í samlaðu røðini, er einki at siga til, at Hallur kann vera væl nøgdur um avrikið. Eisini hóast tað sjálvandi hevði verið stuttligari, um talan gjørdist um eina enn hægri plasering. Nýtt met Heini Hátún rann seg týs- dagin í finaluna á 400 metra teininum, og hóast at kalla eingin møguleiki var at vinna, so royndist Heini tó sera væl í kappingini. Hann setti nevnliga nýtt føroyskt met á teininum við 50,28 sekundum, og er hetta ein betran upp á 24/100 samanborið við gamla metið. Avrikið hjá Heina rakk til eitt fimta pláss í kapping- ini. Sunnvá gavst Seinsti føroyski luttakarin var Sunnvá Bjarnastein, sum skuldi royna at verja silvurmerki, sum hon vann á 10.000 metra teininum á Gotlandi. Leingi var Sunnvá eisini væl við í kappingini, og kom hon saman við fýra øðrum rennarum í ein bólk, sum tók seg langt burtur frá hinum rennarunum. Líkt var tó til, at hon hevði gjørt ov nógv av í roynd sínari at verja heið- ursmerki, og efitr at hava runnið nakrar kilometrar, vóru bein hennara somikið moyr, at hon ikki longur hevði orku til at halda fram, og tískil mátti gevast í kappingini. Compound skjúttarnir fáa nærum við vissu gull, og eisini røkist fyri einum heiðursmerki í recurve hjá monnum BOGASKJÓTING Jákup Mørk/Álvur Haraldsen - Isle of Man Ikki kann sigast annað enn, at ferð er á ørvunum hjá føroysku skjúttunum á Isle of Man. Hósdagurin var triði kappingardagurin, og hóast seinasta umfarið ikki varð skotið fyrr enn fríggjadagin eftir evstamark okkara, so er lítið at ivast í, at talan verður um fleiri heiðurs- merki til Føroyar. Compound Síðani compound-skjót- ingin kom á skránna á leikunum, hevur føroyska liðið staðið seg avbera væl, og árið í ár er einki und- antak í so máta.ð Hjá monnunum sita før- oyingar á trimum av fýra teimum ovastu sessunum, og lítið bendir á, hetta verðu broytt á seinasta degnum. Teir báðar fyrstu dag- arnar hevur tað verið Albert E. Dam, sum hevur verið fremstur í kappingini, meðan svágurin og verjandi Oyl-meistarin, Schandorff Vang hevur verið nummar tvey. Hetta broyttist tó hósdagin, tá tað gekk rættiliga illa hjá Per, meðan Schandorff hinvegin gjørdi sera fá mistøk, soleiðis at hann nú er 16 stig framman fyri Per. Á fjórða plássinum er Per Holm Andersen, so talan er nærum um føroyskt fullveldi á økinum. Hjá kvinnum er Sigrid Vang framvegis á øðrum plássi, og eftir ein ikki alt ov góðan dag hjá Sigrid, er munurin upp til fremsta plássið vaksin í 16 stig. Heili 68 stig eru til triðja plássið, so silvurmerkið tykist í øllum førum at vera heima, eins og gullið í liðkappingini er tað. Har eru Føroyar knøpp 100 stig framman fyri silvurmerkja- kandidatarnar av Guernsey. Recurve Hjá revurve liðnum roynd- ust teir báðir fyrstu kapp- ingardagarnir einki serligt, men nú er vend av álvara komin í. Undan hósdegnum var Hans Petur Højgaard á fjórða plássinum, har hann hevði 20 stig upp til bronsumerkið, men eftir hósdagin stóð betri til. Hans Petur liggur nú væl fyri á øðrum plássinum, har hann hevur 21 stig upp til fremsta sessin og heili 39 stig niður til silvurmerkini. Poul Martin Joensen og Bjarni Rasmussen eru á ávíkavist 13. og 18. pláss- inum. Hjá kvinnum er kona Bjarna, Annlott Rasmus- sen, á sætta plássi, og samanlagt gevur hetta eitt fimta pláss til recurve liðið. Heri fekk bronsu Skjóta metal Tað var Bente Kjær, sum handaði heiðursmerkini í frælsum ítrótti hósdagin HANDAN Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Man Umframt heiðursmerki hjá Hera Ziska, so var eisini okkurt annað ískoyti til handanina av heiðurs- merkjum í frælsum ítrótti hósdagin. Bente Kjær, sum er eitt av ÍSF-umboðunum á ferðini, handaði nevnliga heiðursmerkini hendan dagin. Eitt sindur av nervum Á veg út til leikvøllin hittu vit Bente, og vit spurdu hana, um hetta var nakað, sum hon hevði vitað leingi. - Eg fekk upprunaliga at vita, at eg skuldi handa heiðursmerkini, tá kappast varð í fjallasúkkling, men tá hetta varð tikið av skránni, varð eg spurd, um eg so kundi taka frælsan ítrótt ístaðin. Spurd, um hon var eitt sindur spent, nú hon var á veg út til leikvøllin, segði hon, at hon ikki endiliga var so spent. - Eg vil siga, at eg havi eitt sindur av nervum. Eg veit ikki rættilga, hvussu hetta fer fram, og eisini tí at tað er øgiliga mansdomi- nerandi her niðri. Eg haldi, at nú vildu tey so bara hava, at tað var ein kvinna, sum skuldi handa merkini, men tað er so eisini í lagi fyri mítt viðkomandi, sigur hon at enda. Tá vit prátaðu við hana, var ikki greitt, um nakar føroyingur fór at vera á pallinum, men sjálv vónaði Bente, at so fór at verða. - Tað vóni eg at sleppa. Tað vildi verið ótrúliga stuttligt, segði hon at enda. Hóast hon ikki hevur vant nakað serligt í ár, so er Sigrid Vang nærum vís í at fáa silvurmerki í Compond- kappingini Handanin var føroysk Bente hevði nakað av nervum, tá vit hittu hana á veg út til leikvøllin Hallur Holm náddi málinum, sum hann hevði sett sær í forðarenningini C M Y K 16 Føroyar vunnu eitt heiðursmerki afturat, tá seinasti kappingar- dagurin í svimjingini var á skránni hós- dagin SVIMJING Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen – Isle of Man Føroyar tryggjaðu sær bronsumerki í stafettini á 4x100 metrum, har før- oyska liðið annars hevði vónað, at tað kundi bera til at vinna sær silvurmerki. Føroyska liðið byrjaði í geil fýra við skjótastu kvalifikatiónstíðini, men roknað varð tó ikki við, at okkara menn kundu nerta við Jersey, sum tykjas vera sera væl fyri á hesum tein- inum. Tað var heldur ikki fyrr enn á seinasta strekkinum, sum Eivind svam, at Før- oyar komu fram at heiðurs- merkjarøðini, tí fram til tað høvdu vit verið á ávíkavist fjórað og fimta plássinum. Tíðin hjá føroyska lið- num var tó betri, enn hon nakran tíð hevur verið áður, men kortini varð mett, at liðið kundi svomið betri, so heiðursmerki hevði verið eitt sindur fínari enn tað úr silvuri. Eivind ov stuttur Eivind Eysturoy gjørdist akkurát ov stuttur í 50 metra frísvimjing, men hó- ast talan var um persónloigt met, so helt hann kortini, at hann kundi gjørt okkurt fyri at svomið 2/10 skjótari, og har við ognað sær bronsumerki. - Um eg fekk ein betri start, so kundi eg vunnið silvur. Tað eri eg næstan vísur í. - Hatta er besta tíðin hjá mær á 50 metrum, men í stafettini havi eg svomið 23,0, og tað svarar á leið til 23,7 í slíkari kapping, og vinnarin hevði 23,6. - Eg hevði alt ov nógvar undan kappingini. Eg veit ikki hví, men kanska er tað tí at umstøðurnar eru so stórar. Eg veit ikki rættiliga hví, men nervarnir vóru alt- so ov nógvir, segði Eivind Eysturoy um fjórða plássið, sum kundi verið úr silvuri. Tvey onnur finalupláss Annars tóku Føroyar lut í trimum øðrum finalum hósdagin. Dia Jacobsen gjørdist nummar sjey í 100 metra ryggsvimjing, har hann svam teinin væl seinni, enn hann gjørdi um morgunin. Tá klokkan steðgaði, vísti hon 1.04,09, sum var á leið eitt sekund seinni enn tíðin, sum hann hevði á veg til finaluna. Shaila millum Garðarnar var í finaluni í 100 metra frísvimjing. Vinnarin á hes- um teininum hevði tíðina, 58,16, og tíðin hjá Shailu var 1.03,14. At enda tók Kristian Martin Joensen eisini lut í 200 metra bringusvimjing. Kristian Martin gjørdist nummar átta við tíðini 2.37,83. Landsliðsvenjarin í svimjing sigur, at nú mugu vit finna upp á okkurt fyri seta ferð á aftur menningina av føroyskari svimjing SVIMJING Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen – Isle of Man Vanliga hevur tað verið so- leiðis, at svimjingin hevur verið ein av sterkastu kappingargreinum okkara á Oyggjaleikum, men so- leiðis hevur ikki verið í ár. Eittans gullmerki er svomið heim, umframt at onkur silvur- og bronsu- merki eru komin sløðandi, og hetta setir spurnartekin við, hvørt arbeiðið í før- oyskari svimjing fer fram á rættan hátt. Hini mennast skjótari Eftir at svimjikappingin á hesum sinni var av hós- dagin, hittu vit Petur Heðin av Fløttu, landsliðsvenjara, og fingu vit okkum eitt prát um, hví - Vit høvdu sjálvandi vóna, at vit kundu vunnið fleiri gullmerki, men ann- ars haldi eg, at føroy- ingarnir skulu verið fegin um, at tað vóru átta geilir í hylinum, tí annars høvdu vit nógv færri finalulut- takarar. - Annars er støðið rætti- liga høgt, og her eru sett ein rúgva av metum. Bæði fyri leikirnar og fyri einstøku londini, so tað hækkar. Fleiri føroysk met eru eisini sett á leikunum, men hetta tykist ikki muna nakað serligt, tá menningin hjá hinum londunum gong- ur nógv skjótari enn hjá okkum. - Tað er heilt víst, at tey menna seg nógv skjótari. Nú er tað fyrstu ferð síðani 1997, at eg havi verið við, men eg rokni heilt vist við, at ein tjóð sum Cayman- oyggjarnar fer at vera ó- hugnaliga sterk longu um tvey ár, og eg haldi so av- gjørt, at vit nú mugu fáa gongd á menningina heima hjá okkum. Samstarv við Jersey Spurdur, um hann hevur nøkur ráð um, hvussu vit aftur skulu fáa ferð á svimj- ingina, sigur Petur Heðin, at í løtuni verður arbeitt við hesum. - Eg havi akkurát tosað saman við venjaran hjá Jersey um møguleika fyri at gera onkrar felags stand- ardir fyri londini. - Vit hava so avtala at hittast aftur í agust mánaði um kappingar í Bretlandi, og hann kom so eisini við onkrum hugskotum um, hvussu vit kunnu menna svimjingina. Hann hevur onkrar samstarvsfelagar í USA og Australia, og eg rokni við, at hetta kann gerast eitt spennandi sam- starv. - Um tað verður talan um kappingar og møguliga hvørjar, veldst tó eisini um fíggjarliga partin, tí alt hetta kostar, men tað er heilt víst, at vit mugu finna upp á okkurt, fyri at fáa ferð á menningina av føroy- skari svimjing, sigur Petur Heðin at enda. Byrja samstarv við Jersey - Eg rokni við, at um eini tvey ár verða Cayman- oyggjarnar óhugnaliga sterkar, sigur Petur Heðin millum annað Bronsa til stafettina Føroyska stafettin tryggaði sær aftur eitt heiðursmerki hósdagin, tá talan gjørdist um bronsu á 4X100 metra frí