Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-14, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juli 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 133 • leygardagur • 14. juli 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Hví fækka heiðursmerkini? Lesið eisini samrøðuna við Petur Heðin av Fløttu inni í síðuni Ási Mikkelsen er sannførdur um, at verður eitt veruligt elituarbeiði ikki sett í gongd í Føroyum, verður hetta endin á heiðursmerkjasavnan ini hjá bæði frælsum ítrótti og svimjing ÍTRÓTTUR Jákup Mørk/Álvur Haraldsen – Isle of Man Eftir at frælsi ítrótturin fyri tveimum árum síðani vann hópin av heiðursmerkjum heim til Føroya, hevur talan bert verið um tvey úr bronsu hetta árið. Ein av teimum, sum hev- ur mist sítt heiðursmerki, er Ási Mikkelsen, sum vann silvur á Gotlandi, men í ár mátti taka til takkar við fjórða plássinum. Støðið er hækkað Spurdur, um hvørjar or- søkirnar til hetta, sigur Ási, at orsøkirnar til hetta er tvinnar. - Fyrst og fremst var tað tað, at eg leyp ov stutt. Møguleikarnir fyri at kiksa í eini slíkari kapping eru altíð størri, enn tá tú ert heima, og við hvørt kiksar tað. - Hinvegin er støðið í kappingini nógv hækka seinnu árini, og meðan eitt lop oman fyri sjey metrar við vissu gav gull fyri fýra árum síðani, so gevur hetta bara bronsu í dag, sigur Ási. Støðið á Oyggjaleikun- um hevur enn ikki nátt altjóða støðinum, men tað er komið upp á tað sama, sum tú sært í Norður- lendskum kappingum. Og tað er soleiðis í Danmark og Noreg og fyri sóvítt eisini Svøríki, at tú vinnur ikki eitt meistaraheitið utt- an so, at tú hevur vant miðvíst í minst eini tíggju ár. - Tað er soleiðis, at tú noyðist at laga teg eftir ítróttini. At gera hana til ein lívsstíl, og tað er ikki fyrr enn tú hevur vant soleiðis í eini tíggju ár, at tú kanst vinna heiðursmerki á slík- um stevnum. Kreppan hjálpti ítróttini Eitt er lívsstílur. Nakað annað eru umstøðurnar, og her kann so ikki sigast annað enn tað, at før- oyingar als ikki hava sama møguleika, sum mótstøðu- menninir hava. Ási er eisini samdur i hesum, og hann hevur eisini eina greiða støðu til, hví Føroyar seinnu árini hava verið við í kappingini um heiður- smerki. - Tey, sum kappast um heiðursmerki fyri Føroyar í dag, tað eru fólk, sum vóru fyrst í 20’unum, tá kreppan var í Føroyumk. Hópur av ungfólki fluttu til Dan- markar, og tey, sum tá fóru í holt við at íðka frælsan ítrótt, hava nú verið aktiv í eini 10 ár. - Tað, sum hendir nú, er, at tað gongur øgiliga væl í Føroyska búskapinum, og fólk flyta heimaftur. Á ein hátt kanst tú siga, at kreppan var góð fyri fræls- an ítrótt í Føroyum. Weekend-bumsar Eftir at hava sagt sína hugs- an um hetta, vendir Ási aftur til tosið um at gera ítrótt til ein lívsstíl, og her heldur hann avgjørt ikki, at føroyingar eru nóg væl fyri. - Elitu ítróttur er so at siga ikki til í Føroyum. Tú mást gera upp við teg sjálvan, hvat ítróttur yvir- høvur er. - Í Føroyum er tað gjarna soleiðis, at tú bara íðkar ítrótt helvina av árinum. Til dømis eru føroyskir fót- bóltsspælarar »weekend- bumsar« helvtina av árinum, og við einum slík- um hugburði, so nært tú ikki einum støði, har tú fært savnað fleiri heiðursmerki á eitt nú Oyggjaleikunum. - Tað er helst eisin ein spurningur um at skapa ein ella annan form fyri elitu- arbeiði, sum vit ongan tíð hava havt. Hini satsa øðrvísi Yvirhøvur tykist tað annars vera soleiðis, at føroyingar á Oyggjaleikum vera betri fyri, tá talan er um lið- kappingar, heldur enn í kappingum fyri einstak- lingar. Spurdur um talan kanska er um eitt slag av »jantelov« sigur Ási, at tað heldur hann ikki. - Eg veit ikki rættiliga, men tú kanst venda tí hinvegin. Tekur tú okkurt av føroysku liðunum, sum eru við her, og tveitir tey í eina norðurlendska kapp- ing, so høvdu tey neyvan staðið seg. - Tað er helst soleiðis, at støðið á einstaklingunum, sum eru við her, er hægri enn hjá liðunum. Sjálvandi eru framvegis nøkur hol, men tað verða alt fleiri greinar, har medaljuvinn- ararnir hava norðurlendskt støði. - Eg haldi eisini, at tað er soleiðis, at onnur lond í størri mun satsa upp á einstaklingarnar enn lið. Tey siga sum so, at um vit eru 60.000 fólk, so kunnu vit ongan tíð fáa eitt lið, sum hevur altjóða støði. Tá finnast ikki nóg nógv, sum eru nóg góð. Hinvegin kunnu vit kanska finna onkrar einstaklingar, sum kunnu standa seg, og tí hava tey heldur valt at satsa upp á elituarbeiðið. - Tú ert noyddur til at hava elituarbeiðið í slíkum førum, tí líka mikið, hvussu stórt talentið er, so hjálpir tað einki, um tað ikki verður uppdagað, fyrr enn tú ert 22 ella 23 ára gamal. - Skal tað ikki merkja endin á heiðursmerkja- røðini fyri frælsan ítrótt í Føroyum – og helst eisini fyri svimjingina – so eru vit noydd til at finna ein ella annan form fyri elituar- beiðið, sigur Ási Mikkelsen at enda. Elituarbeiðið skal í gongd – Líka mikið, hvussu stórt talentið er, so hjálpir tað einki, um tað ikki verður uppdagað, fyrr enn tú ert 22 ella 23 ára gamal Meðan eitt lop á sjey metrar nærum við vissu gav gull fyri fýra árum síðani, so er hetta bert nóg mikið til bronsu í dag, sigur Ási Mikkelsen um hækkandi støðið á Oyggjaleikunum 15 14 Nr. 133 - 14. juli 2001 Vit mugu hava stýringina um hendi – tá møgulig olja er funnin og avgerðir skulu takast um framleiðslu, sigur Eyðun Elttør, sum metir tað vera rætt tá at seta ráðleggingar- bólkar at stuðla myndugleikunum RÁÐLEGGING OG OLJA Jan Müller Oljuráðleggingarnevndin gjørdi eitt ótrúliga gott ar- beiði og legði lunnar undir ta gongd, sum hevur verið. Hon gjørdi sær eisini tank- ar um møguligu gongdina eftir, at olja er funnin. Hóast tørvur ikki í dag er á eini líknandi oljuráðlegg- ingarnevnd, nú vit hava bygt upp oljufyrisiting á fleiri økjum, so heldur Eyð- un Elttør, landsstýrismaður, at landsstýrismaðurin í oljumálum og Oljumála- stýrið í framtíðini eiga at hava eina ella aðra fasta ráðgeving, eitt slag av »sparringspartnara«, sum hann málber seg. – Men eg haldi ikki tað er rætt at seta slíka ráðgevandi nevnd her og nú. Latið okk- um fyrst síggja úrslitið av hesum fyrstu boringunum. Men verður olja funnin, er greitt, at okkum fer at tørva ráðgeving um hvussu vit skulu bera okkum at viðvíkjandi framleiðslu, nær feløgini skulu sleppa undir framleiðslu, nær feløgini skulu sleppa undir framleiðslu, hvussu oljan skal framleiðast, fáast fram til marknaðin, um vit skulu samstarva við grannalond um oljuleiðingar, um oljan skal flytast við skipi og hvaðar osfr. Vit mugu hava stýringina á øllum hesum og fyri at kunna tað er neyðugt at seta ymsar bólkar at ráðgeva okkara myndugleikum. Skuldi tað ótrúliga hent, at allar tríggjar boringarnar í ár geva positivt úrslit, t.v.s. staðfesta lønandi olju- fund, tá verður tað upp- gávan hjá føroyskum myndugleikum at meta um, hvussu skjótt farast skal fram og í hvussu stóran mun. Tað vil sjálvandi verða nakað, sum tosað verður við oljufeløgini um, men tað snýr seg so eisini um, hvat føroyska samfe- lagið heldur og vil, vísir Eyðun Elttør á. Samfelagslig árin Eyðun Elttør sigur víðari, at umframt ráðleggingina til Oljuumsitingina, so tørvar Føroyum eisini ráð- legging í sambandi við samfelagsligu árinini av oljuvinnuni annars. Tað var eisini tí, at skotið varð upp, at Mentamálstýrið setti bólk at ráðgeva í sambandi við árinini, ið eini olju- vinna kann fáa fyri sam- felagið Føroyar. Framleiðsla 2004 Spurningurin um nær møgulig oljuframleiðsla skal byrja, verður oljufund gjørt longu í heyst, kemur sjálvandi at hava ávirkan á alla víðari oljutilgongdina í Føroyum. Herfyri skeyt stjóri í einum av oljufeløg- unum, sum bora her í summar, upp, at verður olja funnin, so vil felagið – umføroyskir myndugleikar halda tað vera skilagott –fara undir at fyrireika oljuframleiðslu skjótt eftir fund. Soleiðis at fyrsta oljan spríkir upp longu í 2003 ella 2004. Hetta er tó ikki bara sum at siga tað. Tí eftir tí sum Sosialurin skilir, so vil ein »ov skjót« framleiðsla gera, at tú fær ikki optimalt burtur úr goymslunum. Hon merkir so eisini, at tú fær ikki stundir til at byggja egnan boljuterminal í Føroyum. T.v.s. at ein heilt skjót út- bygging kann hava við sær, at Føroyar mugu brúka oljuterminal í eitt nú Het- landi. Eyðun Elttør er fegin um hetlendsku tilboðini at brúka Sullom Voe til goymslu av føroyskari olju, men vísir á, at føroysk lóg sigur, at oljan skal í land í Føroyum. Eyðun Elttør heldur tað vera ov tíðliga nú at avgera, hvar møgulig føroysk olja skal fara, men hann heldur, at vit mugu ikki avskriva møguleikarnar at taka olj- una í land í Føroyum. Hetta kann eisini verða ein partur av samráðingunum við oljufeløgini – t.v.s. hvat er skilabest fyri Føroyar og tey. – Men hetlendsku til- boðini mugu so eisini verða við í okkara metingum, leggur hann afturat. Røtt avgerð at bíða við almennum oljufelag – og heldur brúka allar kreftir uppá oljufyrisitingina, heldur Eyðun Elttør, landsstýrismaður FØROYSK OLJUUMSITING Jan Müller Nú oljuboringin er byrjað av álvara, heldur Eyðun Elttør framvegis, at tað var rætt ikki at taka eitt alment føroyskt oljufelag – út frá tí støðu vit eru í í dag. – Tað var rættari at byggja út eina føroyska umsiting og fáa tey røttu fólkini til hana, heldur enn at spjaða resursirnar og tá kanska ikki fingið so nógv burtur úr sum nú. Eitt al- ment oljufelag vildi kravt menniskjaligar resursir, sum vit hava brúkt í okkara oljufyrisiting. Tað hevði verið smábýtt, skuldu vit fordeilt hesar resursir. Landsstýrismaðurin sigur seg annars ikki hava av- skrivað eitt alment føroyskt oljufelag, men í hesi fasuni – har vit ikki vita um nøkur olja er – eiga vit at brúka alla okkara orku uppá um- sitingina, heldur enn at gera tingini hálvt. Umframt at tosa um al- ment føroyskt oljufelag, so kann tað eisini koma upp á tal einaferð at hava før- oyska luttøku í møguligari rørleiðingarskipan á At- lantsmótinum. Nýggj útbjóðing um 2–3 ár OLJULEITING Jan Müller – Vónandi gongur tað ikki ov long tíð til latið verður upp fyri tí næstu útbjóðingini á land- grunninum. Hon verður so eftir fyrstu boring- arnar í 2002 og áðrenn 6 ára loyvini ganga út. Tað er tí ikki órímuligt at ganga út frá næstu útbjóðing í 2003 ella 2004. Eyðun Elttør kann ikki í dag siga nakað um komandi útbjóðingar- øki, men hann hevur lagt til merkis, at loyvini, sum eru latin í seinastu bretsku útbjóðingini liggja heilt upp at før- oyska markinum frá »Gullhorninum« og norðureftir. Tað er tí sannlíkt, at økini upp at bretsku loyvunum kunnu gerast partur av eini føroyskari nr. 2 útbjóðing. Nevnd at umsita kolvetni OLJA OG TINGIÐ Jan Müller Landsstýrismaðurin í oljumálum tekur væl ímóti uppskotinum hjá formanni Javnaðarflok- sins at sett verður nýggj tingnevnd at taka sær av oljumálum burturav. Á sama hátt sum tað var skilagott í síni tíð at skilja oljumálini frá øðrum vinnumálum og skipa eitt heilt nýtt Olju- málastýri, heldur lands- stýrismaðurin tað nú eisini vera rætt at um- hugsa at skilja oljumál frá arbeiðinum hjá ting- sins Vinnunevnd. – Finna vit olju, so verða uppgávurnar og harvið støðutakaninar so nógvar og álvarsamar, at hetta eigur at verða viðgjørt í serstakari ting- nevnd. Landsstýrismaðurin heldur vit eisini eiga at umhugsa, um henda tingnevnd ikki eisini eigur at umsita orkumál, sum hava við bæði olju, gass, vatn, vind, sól – og aðra orku at gera. Eyðun Elttør heldur tað annars vera reelt – nú alt oljumálið er so mikið umfatandi og týðandi – at allir flokkar draga eina línu. – Vit hava brúk fyri at allir flokkar og tingfólk eru við í bæði tilrætta- leggingini og avgerðun- um í hesi so avbjóðandi vinnu. Tí bjóði eg eisini øllum flokkum at vera við í komandi dialog- inum um oljuna og før- oyska samfelagið. Nettupp tí heldur Eyðun Elttør tað eisini vera gott, tá aðrir flokk- ar – ikki minst teir í and- støðuni – koma við kon- struktivum uppskotum. – Hetta er so stórt mál, at allir flokkar í Før- oyum mugu vera við í komandi menningini. Fyrsti oljuboripallurin í føroyskum sjógvi avmyndaður hósdagin Mynd: Eirikur Lindenskov Eyðun Eltør, oljumálaráðharri og løgmaður á vitjan á "Sovereign Explorer" hósdagin Mynd: Eirikur Lindenskov C M Y K 14