Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juli 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 133 - 14. juli 2001 Nr. 133 - 14. juli 2001 13 Hósdagin legði nýggi Teistin endiliga frá landi, fyri at sigla sín fyrsta almenna túr. Fólk vóru spent at síggja, hvussu skipið fór at roynast. Ferða- fólkið henda fyrsta túrin vóru á at kalla einum máli um, at hetta fer at vera start- skotið til umfatandi broytingar. Heri á Rógvi Eftir ætlan skuldi Teistin fara avstað fyrsta túrin av Skopun kl. 6.30. Orsaka av, at trupulleikar vóru við at leggja at, bæði á Gomlurætt og Skopun, so kundi Teistin ikki fara sín fyrsta almenna túr fyrr enn kl. 13.25 hós- dagin. Men er tað nakað, sum hevur eyðkent nýggja skip- ið hjá Strandferðsluni, er tað trupulleikar og seink- ingar. Sandoyingar, eins og onnur, hava noyddir at brynja seg við góðum toli hesa seinastu tíðina. Neyv- an nakra aðrastaðni fáa skip so nógva umtalu sum í Føroyum, og hetta sjálvandi ikki uttan orsøk. Trupul- leikarnir og seinkingarnar hava verið nógvar, so tað var ein ávísur hátíðar- dámur, tá Teistin loksins kundi leggja frá bryggju á Gonlurætt. Nøkur høvdu valt at kanna sær bitin áðr- enn hini, og vóru farin um- borð á skipið longu áðrenn tað skuldi fara sín fyrsta almenna túr. Eftir sáttmála, fíggjar-, og byggitrupul- leikar trein tað nýggja skip- ið hjá Strandferðsluni fram fyri tey, sum bíðaðu, á Gomlurætt. Tað gekk eisini leikandi lætt, tá Teistin legði at á Gomlurætt áðrenn sín fyrsta almenna túr. Einasta lýti var, at ein smávegis trupulleiki var við rampuni. Tað vóru heldur ikki fá eygu, sum spílaðu seg út, tá nýggja skipið legði at bryggju. Skjótur túrur Fjølmiðlarnir vóru bodnir við henda fyrsta almenna túrin, og Strandferðslan hevði eisini valt at markera dagin við at lata eitt ellis- akfar vera fyrsta bilin, sum kom umborð. Onkur inn- boðin gestur var eisini við, og fleiri ferðafólk vóru komin við einans fyri at royna skipið. Innrættingin umborð er rættiliga nýmótans, og man hetta skipið vera eitt hitt snøggasta í flotanum hjá Strandferðsluni. Pláss er fyri nógvum fólki umborð, og alt er sum heild rættiliga snøgt innrættað. Ein nýggj kaffistova er eisini umborð. Tað, sum sermerkir hetta skipið kanska serliga tað, at tá siglt verður, so hoyrast motorarnir at kalla ikki. Skipið rullaði eitt sindur, men eitt skip rullar, segði skiparin, Høgni Samuelsen. Hesin fyrsti túrurin gekk eisini óføra væl. Allir bilarnir, sum bíðaðu sluppu við, og hetta er ikki, eftir hvat skilst, ikki nøkur van- lig sjón.Tyrlan hjá Atlants- flog hevði eisini valt at geva sínum ferðandi eini forkunnuga, men skjótt vanliga sjón, við at sveima yvir skipinum eina løtu. Eisini stóðu bert fáir bilar og bíðaðu eftir Teistin, tá Teistin kom aftur á Gomlu- rætt, so higartil hevur Teist- in nøkta tørvin. Tað var eisini ein stór mannamúgva sum møttu nýggja skipinum, tá tað legði at í Skopun, og ein kundi lættari ímynda sær, hvat nýggja skipið hevur at siga fyri Sandoynna. Í øllum førum setir nýggi Teistin hini skipini hjá Strandferðsluni enn fleiri ár aftur í tíðina. Heri á Rógvi Her eru ótrúliga góðar umstøður umborð, og hetta er meira enn sandoyingar eru vanir við. Tú situr ótrúliga væl umborð, og tú hoyrir heldur ikki motorarnar, sigur Poul Klementsen, ið flytir mjólk millum Sand- oynna og meginøkið. Poul sigur seg sigla minst tríggjar ferðir um vikuna yvir Skopunarfjørð, og fæst til dagligt við at koyra mjólkabil, og hevur hann so at siga verið fastur fúsur umborð í langa tíð. Poul var fyrsta og síðsta túrin við Tróndi, og nú hevur hann eisini verið fyrsta túrin við Teist- anum. Tað er tí kanska heldur ikki so langt av leið at ímynda sær, at hann eisini á gamalsaldri fer síðsta túrin við Teistanum. Eg vænti ein Sand- oyggin fer at veksa við nýggja skipinum. Sandoyggin er jú ein perla. Vegurin til Gomlurætt, sum er arbeitt verður við, fer tó at hava stóran týdning, og ikki fyrr enn hesin er komin, so verður hundrað prosent, sigur Poul Klementsen. Hann væntar ikki, at náttúran fer at líða orsaka av øktu ferðsluni. Tó hevur Poul hug at fílast á, at tunga ferðslan kanska ikki hevur fingið so góðar treytir, sum hann hevði hugsað sær. Tað verður framvegis neyðugt við plássbílegging til tungu ferðsluna, sigur Poul Klementsen at enda. Heri á Rógvi Ein av teimum sum ferðast nógv í Sandoynna er Johan Mortensen, vinnulívsmað- ur í Havn. Hann og konan Jensina Bolstad eiga eini frítíðarhús í Sandoynni og teirra skrekkur hevur verið at koma ov langt aftur í bíðirøðina, soleiðis at tey ikki sleppa yvirum við bil- inum. Hesin trupulleikin er nú loystur við nýggju rúm- ligu ferjuni. - Hetta er so avgjørt eitt stórt framstig. Vit plaga at sigla nógv um summarið, og vit halda at Sandoyggin er so vøkur. Tað besta er, at man noyðist ikki at vera bangin fyri at koma við. - Johan væntar, at skipið fer at økja um ferðsluna. Hetta kann eisini føra við sær økt trýst. Tey bæði siga seg ikki vita, um nýggja skipið heilt fer at nøkta tørvin, men vænta ein munandi bata. Eitt nú nevna tey, at nógv fólk aðrastaðni frá eiga hús á Sandoynni, og hesi fara væntandi at ferðast meira nú. Skipið fer at føra við sær umfatandi broytingar á at kalla øllum økjum. Útvikl- ingurin er settur í gongd aftur, og samanumtikið er hetta eitt veldugt framstig. Sandoyggin er jú ein sonn perla, siga tey bæði í felag. Skjótt um Skopunarfjørð Mjólkarmaðurin: Her situr tú væl Poul Klementsen, mjólkarmaður Nú sleppa vit altíð við Johan og Jensina eru fegin um nýggja Teistan og nú eru tey altíð vís í at sleppa við. Nú tá Teistin skuldi sigla sín fyrsta almenna túr, hevði Strandferðslan valt at gera okkurt serligt burturúr. Heri á Rógvi Strandferðslan helt tað vera eitt gott hugskot at lata ein eldri bil vera hin fyrsta við Teistanum. Og hetta er heldur ikki nakar tilvildar- ligur bilur, tí hesin var eisini hin fyrsti, sum Ritan í sínari tíð førdi til Sand- oynna, fyri 30 árum síðan sigur Brynjálvur Jensen. Táverandi eigarin, Petur Poulsen, stóð eisini á bryggjuni í Skopun, tá Teistin legði at. Tað var hann, sum í 1971 keypti bilin. Bilurin er ein Volvo 144, og var eftir tátíðar- metum ein frálíka fínur bil- ur, sum lá í dýrara endan- um, sigur Brynjálvur Jen- sen. Núverandi eigarin keypti bilin í 1992 eftir at hann varð lýstur til sølu. Bilurin verður nógv um nýttum um summarið, sig- ur Brynjálvur Jensen at enda. Stanley Olsen úr Skopun stendur fyri kaffistovuni, kioskini, matgerð og vasking umborð á Teistanum. Heri á Rógvi Manningin er sum heild nøgd við skipið, men manningarrúmini eru nak- að smá, men tað heldur ikki ætlanin at manningin skal uppihalda sær so nógv har, sigur hann. Fólk eru ótrúliga spent, og fólk eru vorðin iriteraði av at skula bíða leingi eftir bátinum, og síðani at koma umborð til so at siga einki. Nú nýggja skipið er komið, so fer væntandi at vera betri, og eg vænti, at fylgj- urnar fara at vera umfat- andi, m.a. kann tað hugsast at fleiri fólk fara at seta búgv á Sandoynni, sigur Stanley Olsen. Tað er einki yvir at dylja, at hetta er eitt risatak hann hevur tikið, men hann sigur seg hava gott mót, og vísir á, at hann hevur royndir umborð á eitt nú donskum skipum. Umframt at nógv kanska kenna hann sum koyrilærara. - Nú skal eg fáa alt inn- koyrt, soleiðis at tingini koma í eina fasta legu, sig- ur Stanley Olsen. Heri á Rógvi Skipari henda fyrsta túrin var Høgni Samuelsen. Høgni er ættaður úr Havn, og verður tað hann saman við Eyðuni Holm, sum koma at vera skiparar um- borð á nýggja Teistanum. Sosialurin hitti hann á brúnni meðan Teistin lá við bryggju í Skopun eftir fyrsta túrin. Eg eri sum heild væl nøgdur við skipið, og eg haldi, at tað verður fyrst og fremst tann tunga ferðslan, sum fer at vinna, sigur Høgni Samuelsen. Skipið er avgerandi fyri Sandoynna, og eg havi eis- ini merkt, at fólk hava longst rættiliga illla eftir skipinum, sigur Høgni. Tað hevur verið ført fram, at rúmini til mann- ingina eru ov smá, men Høgni sær ikki so ovur- stórar trupulleikar við hes- um. Skipið fer eisini at seta størri krøv til alla Sand- oynna, og tú kanst næstan siga, at hetta verður byrj- anin til eina nýggja tíð á Sandoynni, sigur Høgni Samuelsen. Brynjálvur Jensen saman við manninum, sum keypti bilin nýggjan í 1971, Petur Poulsen. Ellisakfarið Volvo 144: Fyrst við Rituni, fyrsti við Teistanum Kokkurin: Vit eru væl nøgdir Stanley Olsen, kokkur umborð á Teistanum Skiparin: Skipið er avgerandi fyri sandoyingar Høgni Samuelsen, skipari. C M Y K 13 12