Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. juli 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 133 - 14. juli 2001 Nr. 133 - 14. juli 2001 11 Havnarnevndarfor- maðurin í Runavíkar Kommunu er sera spentur, nú olju- vinnan av álvara er við at taka seg upp við Runavík sum føroyskum miðdepli RUNDFERÐ Edvard Joensen Runavík: Ein sera spenn- andi tíð stendur fyri framm- an. Ikki er ov nógv sagt, tá hildið verður, at um olja verður funnin undir Føroy- um, kann tað kollvelta alt føroyska samfelgið. Ein teirra, sum er ógvu- liga áhugaður í, hvussu fer at ganga við leitingini, er havnarnevndarformaðurin í Runavíkar Kommunu Kári P. »Pos Højgaard. Og Tað hevur hann væl alla grund til, tí hann hevur sum bæði kommunalpolitikari í út- gerðarhavnini, og nú eisini landspolitikkari, avgjørt fingurin á pulsinum. Vit hittast uttan fyri posthúsið í Saltangará, sum tann 1. august í ár hevur veirð arbeiðspláss hansara í 30 ár. Men nú hann er svorðin bæði býráðslimur og løgtingsmaður, hevur hann søkt fyribils farloyvi frá postverkinum. Hann ætlar sær tó at ganga við posti tann 1. august, sigur hann, men fer síðan í summarfrí. Og so er eisini eitt sindur av avspáking, sum skal fáast av vegnum. Tá tað er avgreitt, bygjar farloyvið. Kári er prátingarsamur og kennir heilt nógv fólk, sum vera man. Hevur gingið inn á gólvið hjá teimum øll hesi árini. So tað er ikki bara sum at siga tað at koma avstað á ta avtalaðu rundferðina í Runavíkar Havn, sum gongur livandi øll sum hon er. Framtíðin Tað liggur eitt grønt veit- ingarskip undir Høgabóli. Teir taka útgrer, sum skal umborð á Sovereign Ex- plorer. – Hygg, Nú er ævintýrið longu byrjað, sigur Kári heldur enn ikki errin. Hatta verður lagið komandi áirni, er hann vísur í. Einir tríggir ungir menn í eyðsýndum ketildraktum og hjálmi á høvdinum ganga millum stakkar av tjúkkum, longum rørum, sum liggja á avbyrgdar økinum innan fyri har, sum veitingarskipið liggur. Teir hjálpa til at fáa hesa út- gerðina, sum nýtast skal til boringina, umborð á skipið, sum førir hava út til bori- pallin har suður eystur av Munkagrunninum. – Tað er longu farið at dryppa á vinnuna í býnum, greiðir Kári Højgaard frá. Bæði smiðjur og radio- handlar hava longu avgreitt onkran ordra umborð á teimum fyrstu veitingar- skipunum, sum hava verið her. Og ivaleyst er onkur bitin provianteraður eisini, heldur hann. Vatn og olju taka tey, so tað er, sum tað eigur at vera. Og um dag- arnar frættist, at longu nú hevur boripallurin suðuri í havi havt boð eftir før- oyskum sveisarum at ar- beiða umborð. Longur inni á firðinum liggur ein sandbátur og slær steyrar niður í havbotnin fram við landi. Teir gera nýggja atløgubryggju, sum er partur av útbyggingar- ætlanini hjá Runavíkar Kommunu. Tá handan útbyggingin er liðug helst allarfyrst í komandi árið, veðrur alt virksemið í samband við farmaflutning og oljuvinnu flutt norður har, greiðir Kári Højgard frá. Tá verður havnin býtt í tvey, soleiðis at alt, sum hevur við fiskivinnuna at gera, verður í sunnara parti, meðan restin verður norð- anfyri. Fara hóvliga fram – Nú skulu vit ansa eftir, at vit ikki forkoma verandi vinnu, hóast oljuvinnan avgjørt fer at síggjast aftur, sigur Kári Højgaard, meðan vit flyta okkum út eftir bryggjuni, har einir tveir ísfiskatrolarar liggja og landa til Beta. Tað liggja eisini einir tveir aðrir úti við Fiskavirking í somu ørindum. – Tað er sea umráðandi, at vit ikki gloyma fiski- vinnuna í øllum spenning- inum, hedur havnarnevnd- arformaðurin og greiðir frá, at Runavíkar Kommuna arbeiir ítøkiliga við at betra um umstøðurnar hjá fiski- vinnuni á staðnum. Tá havanarútbyggingin norður eftir komin undir land, verður farið undir at taka sunnanast pakkhúsið niður og byggja eina høll til fiskamóttøku á staðnum, sigur Kári Højgaard. Tað skuldi gjørt tað uppaftur arbeiðsligari hjá fiskivinn- uni í havnini, heldur hann. Teir, sum standa fyri fiskivinnuni á staðnum, hava heldur ongar ætlanir um at gevast, hóast olju- vinnan fer at menna seg. Til dømis hevur Beta tveir nýggjar trolarar ávegis. Og uppi í býnum er eisini virksemi, vísir Kári á. Ein nýggjur skrivstovubygn- ingur er júst um at vera liðugur. har fer ivaleyst okkurt at detta niður frá oljuvinnuni eisini. Politikkari burturav Kári »Post« ætlar sær at gerast politikari burturav. Í hvussu er hetta, sum eftir er av Løgtingsvalskeiðnum. Hann hevur tikið sæti á tingi, nú Sámal Petur í Grund er vorðin lands- stýrismaður. Og tingarbeið- ið saman við býráðsar- beiðinum er fulltíðarstarv, sigur hann. Hann er formaður í havn- arnevndini í Runavík, og í Løgtinginum er hann limur í fíggjarnevndini og vinnu- nevndini, eins og hann er limur í Útnorður Ráðnum. Tað eru so mikið tungir nevndarsessir, at tað man fara at verða ivaleyst at gera við tí, heldur Kári. Vit koyra víðari eftir havnarlagnum og koma út í Rók, har smiðjur av ymsum sløgum eru. Har standa eisini bátar uppi á landi, og í einum teirra er ein eldri maður í ferð við at mála innan- borðs. Kári fer úr bilinum, og fer at práta við hendan gamla. Tað er pápi hansara, og sannað verður enn eina- ferð, at ikki hevur Kári frásagnarkunstin eftir fremmandum. Meinhard gamli er, sum maðurin segði «óbetaliligur« tá hann fer í gongd við sínum skemtisøgum. Men tað ber heldur ikki til at standa allan dag og flenna eftir teimum báðum, hóast dagurin lættliga kundi farið við tí. Vit koyra inn aftur á posthúsið, har Kári fer av og inn í egnan bil. Væl saktans til einhvørja nýggja politiska uppgávu. Ella kanska út í Rók at hjálpa pápanum at mála tiljur. Hetta er spennandi Nógv virksemið er í Runavíkar Havn. Oljuskipini eru byrjað at vísa seg, samstundis sum bygt verður út norður gjøgnum fjøruna. Hendan útbyggingin verður væntandi liðug fyrst í komandi ári, sigur Kári P. Højgaard, havnarnevndarformaður í Runavíkar Kommunu Mynd: Edvard Joensen Tað er sera spennandi at vera kommunalpolitikkari í Runavík, nú oljuvinnan av álvara er komin til okkara, sigur Kári »Post« Mynd: Edvard Joensen Tað verður útgerð av Tvøroyri, sum skal brúkast um óhapp skuldi hent og olja lekur á sjógv, nú oljuboringarnar eru byrjaðar. Týsdagin og mikudagin vóru venjingar á Tvøroyri og tær gingu heilt væl UMHVØRVISVERND Áki Bertholdsen Tað verður felagið “OSR Faroes” á Tvøroyri, sum skal útvega oljuverndar- útgerðina, sum skal verða til taks, um okkurt óhapp skuldi hent, so at olja lekur á sjógv, nú farið er at bora undir Føroyum. OSR stendur fyri “Oil Spill Respons”. Tað eru Pauli Einarsson á Tvøroyri og aðrir, sum hava stovnað felagið og tað er nakað síðani, at útgerðin kom til landið. Í fyrstu syftu hevur fe- lagið leigað útgerðina, sum brúkt verður. Og nú vaktarskipið. Far- oe Connector kom undir føroyskt flagg og verður skipið, sum skal liggja vakt hjá pallinum, var hann suð- uri á Tvøroyri fyrr í vikuni. Har varð oljuverndar- útgerðin sett umborð á vaktarskipið. Hetta ar- beiðið gjørdi Bærendsen Teknikk mánadagin og týs- dagin. Týsdagin var útgerðin so roynd eitt sindur og mikudagin varð útgerðin aftur roynd av álvara, har manningin á Faroe Con- nector fekk venjing í at seta útgerðina úr og taka hana innaftur. Pauli Einarsson sigur, at farið var út um fjørðin, út á opið hav, har tíðin varð tikin, hvussu leingi mann- ingin á Faroe Connector hevði um at seta útgerðina út og at hála hana innaftur. – Manningin gjørdi eitt sera gott arbeiði. Tað tók góðar 40 minuttir frá tí at venjingin byrjaði, til út- gerðin varð sett og og varð farin at súgva “olju” inn og tað er sera skjótt, ikki minst tá ið hugsað verður um, at talan er um óroynt fólk. Instruktørurin í venj- ingini var frá MMB (Mari- tim Miljø-Beredskab) í Noregi. Somuleiðis var ein eygleiðari úr Noregi við. Hetta var eitt umboð fyri eitt felagið, ið nevnist, NOFO. Hetta er eitt felag, sum oljufeløgini sjálvi eiga og sum tekur sær av olju- dálking í Noregi. Bæði instruktørurin og eygleið- arin vóru vælnøgdir við venjingina Hann sigur, at hetta er innanfyri tær tíðir, sum roknast kann við, at tað skal takast. – Manningin á Brimli, sum kemur at gera nakað somu uppgávu, var við í venjingunum. Nakað av útgerð skal eisini setast umborð á Brimil. Meiri útgerð Pauli Einarsson sigur, at í næstum kemur enn meiri útgerð til landið. Eitt nú er skulu tríggir treylarar útvegast við ser- ligari útgerð. Hetta er út- gerð, sum skal brúkast, um okkurt óhapp skuldi hent, so at olja rekur inn ímóti landið. Hesir tríggir treylararnir verða settir á ávís støð kring landið, so at tað altíð skal vera skjótt at fáa fatur á henni, um olja skuldi rikið ímóti landið onku- staðni. Hann sigur, at tá ið teir eru komnir, verða eisini venjingar fyri eini mann- ing, sum skal læra at brúka ta útgerðina. – Ætlanin er at hava eitt fast lið av fólki á Tvøroyri, sum altíð skal vera til reiðar at fara avstað. Men ætlanin er eisini at venja eitt lið av fólkið í teimum plássunum, har treylararnir koma at standa. Pauli Einarsson sigur, at hetta verður í tøttum sam- starvið ímillum Vaktar- og Bjargningartænastuna og myndugleikarnar annars. Vóru væl nøgdir við úrslitið Manningin á Faroe Connector hevur verið á Tvøroyri eftir oljuverndarútgerð. og at fáa venjing í at brúka hana C M Y K 11 10