Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juni 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 113 - 16. juni 2008 ] Sann­ førandi Sunda­ bátur Tvørabáturin gav aftur hesa ferð teimum í Hvanna­ sundi góða kapp­ ing, men heldur ikki hesa ferð eydn­ aðist tað at basa sundamonnum Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan var um fína kapp­ ing millum 6­mannaførini við monnum, men tað tørnaði soleiðis út, sum tað gjørdi á vánni í Klaks­ vík. Tvørabáturin legði bragdliga fyri, og tá ið bátarnir fóru um túsund metra málið, var Tvøra­ báturin framvegis á odda. Men so tóku sunda­ menn orduliga á. Tá ið hálvur teinurin var rógv­ in, var Sundabáturin fremstur, og fjarstøðan aftur til Tvørabátin øktist til hálva bátslongd. Í endaspurtinum bjóð­ aði Tvørabáturin av. Mun­ urin minkaði, men ikki so nógv, at tað nakrantíð gjørdist nakar ivi um, hvør tað var, sum var fyrstur á mál. Tá ið skotini geltu, var munurin ein stórur skutur ella lítil hálv bátslongd. Eingin av hinum bátu­ num megnaði at blanda seg í kappingina um tey fremstu plássini. Leygardagin verður jóansøka, og stóri spurn­ ingurin er, um tað tá fer at eydnast Tvørabátinum at vinna á Sundabátinum. Startspurtinum bilaði einki hesa ferð, og enda­ spurturin var góður. Tað er í miðróðrinum, at suð­ uroyingarnir skulu standa seg betri, enn teir higartil hava gjørt, um tað skal eydnast at syfta sundamenn, sum tykjast ógvuliga stinnir. Helvtin er á bygd Leygardagin var annar FM kappróðurin í summar á skránni. Róð varð á Sundalagsstevnuni í Hósvík, har líkindini vóru hampulig, um enn tey ikki vóru so góð, sum tey kundu havt verið, tá ið sunnudagurin og so mangir aðrir dagar í juni verða havdir í huga. 10­mannaførini fóru um málið nakrar fáar minuttir áðrenn dómarin bríkslaði fyri fyrstu ferð í finaluni um Løgmanssteypið. EB/Streymur var annar parturin í finaluni í Gundadali. Tí sigur tað seg sjálvt, at nógva av stevnufólkinum var í Gundadali ta løtuna. Bygdirnar eru als ikki við í 10­mannafara kappingini í ár. Tað er sera spell. Tað eru bara Havnar Róðrarfelag og Róðararfelagið Knørrur, sum kappast. Men hóast tað bara eru tvey 10­mannafør, sum kappast, so er tað so tætt, sum tað sjáldan hevur verið hesi árini. Hesa ferð vann Havnarbáturin. Einasta íslettið av bygd í tí kappingini var báturin hjá havnarmonnum, sum høvdu skift Havnarbátin út við Klaksvíking. Umframt sjálvsagda sigurin í kappingini millum 10­mannafør vunnu bátar úr høvuðsstaðnum tríggjar aðrar sigrar: Sílið við kvinnum, Gongurólvur við kvinnum og Sílið við dreingjum. Tað vil siga, at tað hilnast ógvuliga væl hjá Havnar Róðrarfelag, meðan tað hesa ferð ikki hilnaðist so væl hjá Róðrarfelagnum Knørri. Feløg uttanfyri høvuðsstaðin vunnu tríggjar róðrar: Heiðabáturin vardi aftur hesa ferð stoltu traditiónirnar hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ, Sundabáturin uppførdi seg, sum hann plagar, og genturnar á Hvassa hjá Sunda Róðrarfelag, sum í fjør vóru meistarar, vunnu í heimasjógvi. Kappróður verður aftur leygardagin, tá ið tað verður róð á Jóansøku, sum hesa ferð verður í Vági. Men tað tykist framvegis vera møguleiki fyri, at Argjabáturin kann hótta Heiðabátin Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan var um neyva endur­ tøku frá Norðoyastevnu, tá ið 8­mannaførini kappaðust á sundalagsstevnuni í Hós­ vík. Heiðabáturin var fyrstur á mál, Argjabáturin var hon­ um næstur, og so vóru tað Árnfirðingur og Kvívíking­ ur. Heiðabáturin sprakk av­ stað og varð fremstur bein­ anvegin. Árnfirðingurin fekk eisini heilt góðan start, men tað eydnaðist ongantíð árnfirðingum at hótta gula bátin. Heldur var tað Argjabát­ urin, sum royndi at bjóða av. Aftur hesa ferð var start­ urin hjá argjamonnum einki serligur. Men tað var kortini skjótt, at Argjabáturin bjóð­ aði Árnfirðingi av í kapp­ ingini um næstfremsta plássið. Á túsund metra málinum var Argjabáturin næstfremst­ ur. So var setningurin at bjóða Heiðabátinum av. Tað eydnaðist argjamonnum at vinna seg fram á róðurs­ mannin á gula bátinum, men talan varð ongantíð um kapping um fremsta plássið soleiðis at skilja, at Argjabáturin var ongantíð frammanfyri Heiðabátin. Tó var kappingin millum teir báðar fremstu so mikið stór á 1500 metra teininum, at tað væl ber til at ímynda sær, at Argjabáturin hevur møguleika at vinna fyrsta plássið í einum av komandi róðrunum. Men so er neyð­ ugt hjá teimum við betri startspurti, enn teir høvdu í Hósvík. Árnfirðingur endaði aftur hesa ferð á triðja plássi. Eina løtu tóktist tað sum um, at Kvívíkingur skuldi fara avstað við triðja plássi­ num, men tað eydnaðist ikki, og harvið gjørdist endarøðin júst tann, sum hon var á norðoyastevnu. Tað var bara í starti­ num, at Ormurin var frammanfyri Havnarbátin, sum í nýggjum hami vant burtur úr Orminum Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað, sum ikki eydnaðist á norðoyastevnu, gekk væl og virðiliga upp hjá Havnar­ bátinum á sundalagsstevnu í Hósvík. Talan var um fyrsta sig­ urin hjá avnarbátinum í fýra ár. Ikki síðani í 2004 hevur Havnarbáturin vunnið ein FM róður. Í 2004 vann Havnarbáturin á norðoya­ stevnu, eystanstevnu og so aftur á ólavsøku, tá ið tað ógvuliga tepurt eydnaðist at vinna FM fyri nøsini á Nólsoyingi. Havnarbáturin vann so rudduliga í Hósvík. Hann var meiri enn eina bátslongd frammanfyri Ormin, tá ið hesir báðir bátarnir eftir 2000 metra teinin frá Eyst­ uroyarlandinum og yvir á Hósvík fóru um málstrik­ una. Í endaspurtinum royndu teir á Orminum at gera ein vørr, og munurin minkaði eitt sindur, men tað munaði ikki so nógv, tí í miðróðri­ num hevði Havnarbáturin vunnið seg næstan tvær bátslongdir framum kapp­ ingarneytan. Fagnaðurin var øgiligur umborð á Havnarbátinum, tá ið tað var greitt, at teir høvdu vunnið, og tað var ikki so undarligt: Tá ið teir á Havnarbátinum í vikuni eftirmettu róðurin á norðoyastevnu, tá ið Ormurin á 1500 metra málinum var meiri enn eina bátslongd frammanfyri Havnarbátin, komu teir til, at tað var neyðugt at skifta bátin út. Teir mettu hann at vera ov tungan. Tí leigaðu teir í Havnar Róðrarfelag Klaksvíking, sum annars ikki luttekur í kappróðrinum í ár, og í fyrstu royndini eydnaðist tað at vinna á Orminum. Heiðabáturin vardi borg Við nýggjum drekastevni og nýggjum liti var tað Klaksvíkingurin í nýggjum hami, sum streyk fyrstur um málið í 10-mannafarsróðrinum Mynd: Álvur Haraldsen Havnarbáturin fyrsta sigurin í fýra ár Tað gekk sera javnt á, men enn eina ferð vísti Heiðabáturin, at teir ætla enn eitt gullmerki til felagið á Glyvrum Mynd: Álvur Haraldsen