mánadagur 16. juni 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 113 - 16. juni 2008 ]
Amager vann seinasta dystin
Um vikuskiftið var seinasta umfar í donsku 2. deild. Fremad Amager
spældi ímóti Stenløse, og Amager vann dystin 2-1. Morten Juul Hansen
og Anders Jochumsen skoraðu málini. Einasti føroyski spælarin á
vøllinum hendan dystin var Rókur av Fløtum Jespersen. Hann kom á
vøllin, tá ið tað restaðu góðir 10 minuttir av dystinum.
Spæla ímóti Braband
Fremad Amager endaði næstfremst í 2. Deild Eystur, og teir
skulu nú spæla uppflytingardystir ímóti næstfremsta liðnum í
2. Deild Vestur. Tað gjørdist Brabrand. Fyrri dysturin millum
Brabrand og Fremad Amager verður í Branband mikukvøldið
kl. 18.00. Seinni dysturin verður á heimavøllinum hjá Fremad
Amager sunnudagin 22. Juli kl. 14.00. Liðið, sum vinnur
dystirnar samanlagt, flytir upp í næstbestu deildina.
Kvinnurnar á Gongu
rólvi vunnu fyri
fyrstu ferð síðani á
Varmakeldu í 2003, og
Jarnbardur vann ikki
fyri fyrstu ferð síðani
á Eystanstevnu í 2006
Kappróður
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var stórur fagnaður
umborð á Gongurólvi, tá ið
6-mannaførini við kvinnum
fóru um málið á Sundalags-
stevnu í Hósvík. Og tað var
ikki so undarligt. Seinnu
árini hevur tað ikki verið á
hvørjum degi ella ári, at
annar vinnari hevur verið
enn Jarnbardur, og í uppaft-
ur størri mun hevur tað tey
seinnu árini ikki verið á
hvørjum ári, at Gongurólvur
við kvinnumanning er farin
fyrstur um málstrikuna.
Síðani á Eystanstevnu í
2006
hevur
Jarnbardur
vunnið allar róðrarnar, og
tað skal leitast aftur til á
Varmakeldu í 2003 fyri at
finna róður, tá ið Gongu-
rólvur við kvinnum vann.
Ta ferðina var Jarnbardur
næstur á mál.
Jarnbardur vann á Norð-
oyastevnu, men tað sást
skjótt, at í Hósvík ætlaðu
tær umborð á Gongurólvi
sær meiri enn næstfyrsta
plássið, sum tær vunnu á
Norðoyastevnu, tá ið tað
bara vóru tveir luttakarar.
Gongurólvur hevði besta
startin. Jarnbardur royndi at
svara aftur bæði eina ferð
og tvær ferðir, men tað
eydnaðist ikki, og á máli-
num var munurin meiri enn
ein bátslongd.
Hósvíkingur fylgdi báð-
um gestunum inn á málið.
Lómur var eisini á listanum,
men kvinnurnar av Argjum
vórðu kolldømdar og róðu
tískil ikki. Tær sóu tvær
ferðir gult. Fyrru ferðina
fyri at hanga eftir í startinum
og seinnu ferð fyri at sleppa
teyminum, áðrenn start-
skotið varð latið av.
Sílið fekk aftur gull
Hóast kappingin hesa ferð var størri, enn
hon var í Klaksvík, so megnaðu kvinnurnar á
Sílinum at endurvinna kappingina við Frúnna
Kappróður
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Á norðoyastevnu var munurin trý sekund, sum svarar til
eina bátslongd. Kvinnurnar á Sílinum vunnu á Frúnni,
og á sundalagsstevnuni í Hósvík megnaðu kvinnurnar á
Sílinum at endurvinna sigurin, og munurin var umleið
tann sami, sum hann var í Klaksvík.
Kappingin var eina løtu rættiliga tøtt millum Sílið og
Frúnna. Eitt sindur undan endaspurtinum var um reppið,
at Frúgvin tók Sílið aftur, men so svaraði Sílið aftur, og
í endaspurtinum vóru kvinnurnar hjá Havnar Róðrarfelag
sannførandi.
Nú er Sílið greiður favorittur at vinna FM, men tað
vil ikki siga tað sama sum, at møguleikin hjá Frúnni er
burtur at vinna onkran róðurin og harvið at fáa spenning
í aftur.
Í fjør var Sílið FM vinnari. Tá vunnu Síla kvinnurnar
fýra róðrar. Fyrstu ferð tær vórðu tiknar var longu í
næsta FM róðrinum. Soleiðis gekk tað ikki hesa ferð.
Sílið hevur vunnið tvær tær fyrstu kappingarnar, og so
er spurningurin, hvussu tað verður á Jóansøku.
Tvey ára sigurs-
røð brotin
Meistararnir
svaraðu aftur
Hvassi við gentumanning var fyrstur um málstrik
una eftir ógvuliga tættan endaspurt við Drekan
Kappróður
jakup@sosialurin.fo
Tað var ógvuliga tætt og spennandi í endaspurtinum í
fyrsta FM róðrinum á sundalagsstevnu, sum var róðurin
millum 5-mannafør við gentum.
Drekin, sum vann á Norðoyastevnu, og Hvassi, sum er
báturin hjá Sunda Róðrarfelag, vóru í sera tættari kapping
í endaspurtinum. Teir róðu fram ímóti málinum borð um
borð og mest sum stavn um stavn, men á málinum var
Hvassi reingina frammanfyri Drekan.
Á norðoyastevnu vann Drekin, meðan Hvassi var
næstfyrstur. Eftir at Hvassi vann í heimasjógvi eru hesir
báðir bátarnir javnir í stigum í FM kappingini.
Í fjør var Hvassi meistari. Tá vann Hvassi seks róðrar,
meðan Drekin vann ein róður. Drekin vann á jóansøku.
Leygardagin fæst at síggja, um tað verður Drekin ella
Hvassi, sum fer at vinna á jóansøku.
Leygardagin bendi einki á, at nakar annar enn Drekin og
Hvassi fara at verða sannlíkir vinnarar á jóansøku. Munurin
frá Drekanum og aftur til næsta bátin, sum var Junkarin,
var tvær bátslongdir, og so var aftur ein bátslong aftur til
Firvald, aftur ein aftur til Jallin og síðani næstan tvær
bátslongdir aftur til Blik og Tambar.
Á norðoyastevnu vistu tær á Gongurólvi ikki, hvørjari stødd tær skuldu rógva í,
men tann ivin var burturi í Hósvík
Mynd: Álvur Haraldsen