mánadagur 16. juni 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 113 - 16. juni 2008 ]
Van Basten vil venja
Huntelaar
Hollendski landsliðsvenjarin í fótbólti, Marco van
Basten, skal eftir summarsteðgin hava leiðslun av
hollendska felagnum Ajax. Hann vónar, at stóri
álopsprofilurin í Ajax, Klaas-Jan Huntelaar verður
verðandi í felagnum, hóast boð eru eftir honum frá
europeiskum stórfeløgum. - van Basten hevur sagt
mær, at hann vil skapa eitt sterkt lið, sum kann
kappast í øllum kappingum, og hann hevur brúk fyri
mær, sigur Huntelaar.
Valencia hevur
besta stadion
Enska sjónvarpsstøðin Setanta hevur gjørt ein
lista við teimum fótbóltsvøllunum kring Europa,
har besti stemningurin er. Ovast á listanum er
heimavøllurin hjá spanska felagnum Valenica. Í
hølunum á Valencia koma Liverpool, Marseille,
Galatasaray, Portsmouth, Dortmund, Celtic,
Roma, Olympiakos og Feyenoord. Og á 11. plássi
kemur svenska felagið Hammarby, sum KÍ
spældi Europa Cup dyst ímóti í fjør.
Tað kann væl vera,
at B36 eigur steypið,
sum tó komandi
árið verður lænt til
Sundalagið. Men við
einum sannførandi
finalusigri hevur EB/
Streymur sett fulla
ferð móti greipuni
hetta kappingarárið
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Á pappírinum var EB/
Streymur heimaliðið í final-
uni um løgmanssteypið. Og
tó at Gundadalur aloftast er
borgin hjá havnarfeløgu-
num, so bendu umstøðurnar
kring finaluna á, at EB/
Streymur eisini hevði betra
stuðulin.
At kalla alt vestara skýlið
í Gundadali var blátt og
svart, tá finaludysturin byrj-
aði, og hóast hvítu tikararnir
í B36-skýlinum royndu at
rópa við, so var blá/svarta
aldan nakað væl meira
mergjað á degnum.
Og tað gekk nú heldur
ikki so long tíð, fyrr enn
sundalagsfólkini, sum eisini
hildu stevnu, veruliga fingu
orsøk at koma í stevnuhýr.
Dýr mistøk
Talan hevði annars verið
um hampuliga friðarliga
uppgerð, og vandin tóktist
sum so heldur ikki stórur.
Men tá Bárður Olsen breyt
B36-kontra og sendi langt
niðan á vøllin, kundi Mein-
hardt Joensen ikki gera av,
um hann skuldi sparka burt-
ur ella ikki, og slík ivamál
eru dýr, tá Arnbjørn T. Han-
sen er á mótstøðuliðnum.
Talan var um veruliga
vatnpøs oman yvir B36, og
frá hesi løtu var tað eisini
EB/Streymur, sum sat á tí
mesta. Undantakið var, tá
B36 seinasta korterið undan
steðginum trýsti nógv, men
tað skuldi ikki verða dag-
urin hjá árstalsfelagnum.
Og sum so vóru hini bæði
málini hjá EB/Streymi eis-
ini ein undirstrikan av hes-
um. Bárður Olsen sendi
millimetur neyvt fríspark í
holið millum verju og mál-
mann, tá Hans Pauli økti til
2-0,
men
B36-venjarin
hevði tó alla orsøk at ilskast
um, at ein maður kundi
standa somikið leysur í hesi
støðuni.
Og tá Dmitri Jankovic
klossaði í nærdysti við Arn-
bjørn, so hesin kundi økja
til 3-1, punkteraði dysturin
fullkumuliga.
Betra liðið vann
Og so kann leggjast afturat,
at hóast málini komu eftir
mistøk, so var tað altso fult
uppiborið, at steypið annað
árið á rað kom til EB/
Streym. Millum tey trý mál-
ini hevði EB/Streymur av-
gjørt eisini aðrar møguleik-
ar, og ta einu ferðina fan-
tom-bjargaði
Meinhardt
stútara frá Hanusi Eliasen.
Einastu løtuna, at veru-
ligur spenningur var í, var
beint
undan
steðginum.
Karoly Potemkin minkaði
um munin eftir hornaspark,
har EB/Streyma-verjan ikki
veruliga var til reiðar, tá
linjuverjin hevði broyt mál-
spark til horna.
Og í løtunum eftir hetta
var trýstið móti René Tór-
garð og verju hansara sera
stórt. Men nærri enn næstan
kom B36 tó ikki. Heldur
ikki hóast EB/Streymur
bakkaði alt ov langt seinastu
løtuna av dystinum, eftir
Potemkin gjørdi sær dælt
av sløsustum verjuspæli.
Ávegis greipuni
Nú er ein steypafinala í
sjálvum sær ein einstakur
dystur, sum einki hevur við
EB/Streymur-B36 3-2 (2-1):
Gera klárt til greipuna
EB/Streymur-B36 32 (2-1)
1-0: Arnbjørn T. Hansen 10.
2-0: Hans Pauli Samuelsen, 19.
2-1: Karoly Potemkin, 38.
3-1: Arnbjørn T. Hansen, 76.
3-2: Karoly Potemkin, 79.
Dómari: Petur Reinert
EB/Streymur: René Tórgarð – Levi Hanssen, Egil á
Bø, Marni Djurhuus, Leif Niclasen – Bárður Olsen,
Brian Olsen (Fróði Clementsen, 84.) – Hanus Eliasen
(Marcel Balok, 87.), Sorin Anghel, Hans Pauli
Samuelsen – Arnbjørn T. Hansen
Gult kort: Sorin Anghel, Brian Olsen, Hans Pauli
Samuelsen
B36: Meinhardt Joensen – Ásbjørn V. Gunnarsson
(Róaldur Jacobsen, 80.), Herbert í Lon Jacobsen,
Dmitri Jankovic, Alex José dos Santos – Magnus
Olsen, Klæmint Matras, Tamas Nagy – Bergur
Midjord, Karoly Potemkin, Johan Ellingsgaard
Gult kort: Alex José dos Santos
FAKTA um dystin
Fótbóltur snýr seg um liðavrik. Men
einstaklingar skulu eisini til, og sum ikki
einaferð, so var tað Arnbjørn T. Hansen,
ið fekk mótstøðufólkini at tagna
Mynd: Sofus D. Johannesen