mánadagur 16. juni 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 113 - 16. juni 2008 ]
Roma vil hava Silvestre
Franski verjuspælarin Mikael Silvestre verður ikki longur roknaður
sum ein stuðulsspælari í enska felagnum Manchester United, og líkt
er til, at Silvestre fer at skifta felag í næstum. Í øllum førum eru
fleiri feløg áhuga í at fáa Silvestre á sítt lið. Eitt av feløgunum, sum
er ídnast eftir at fáa klørnar í Silvestre, er italska felagið AS Roma.
Deco avsannar Chelsea
Fjølmiðlar í Spania og Onglandi hava seinastu tíðina skrivað
nógv um, at portugisiski miðvallarin Deco skal skifta úr
Barcelona til Chelsea at spæla. Róð hevur verið fram undir,
at avtalan er gjørd millum partarnar, men tað avsannar
høvuðspersónurin sjálvur. - Eg havi ikki skrivað undir nakað
við Chelsea, sigur Deco Landsliðsvenjarin hjá Portugal,
Luis Felipe Scolari, verður nýggjur venjari í Chelsea eftir
summarsteðgin.
Bergur Midjord hjá B36 var
alt annað enn nøgdur, tá
hann eftir dystin hevði verið
í vestara skýlinum eftir
silvurmerkjunum.
Heldur
ikki hóast tey flestu mundu
halda, at dysturin hjá B36
var at kalla av, tá 20 minuttir
vóru farnir.
- Tú skuldi kanska trúð,
at vit tá vóru lidnir, men tað
haldi eg kortini ikki, at vit
vóru. Vit fáa eitt mál til 2-1,
og so haldi eg, at vit seta
stórt trýst á teir undan
steðginum.
Eftir steðgin koma tit
ongan tíð líka langt niðan at
trýsta, sum tit gjørdu tað
seinastu
løtuna
undan
steðginum?
- Nei, og eg veit ikki hví.
Avtalan var, at vit skuldu
halda trýstið, og kanska
eisini koma longur niðan,
men tað riggaði ikki heilt.
Teir standa eisini væl á
vøllinum, og tí hava vit
trupult við veruliga at koma
til nakrar møguleikar.
Og tá dagurin so gjørdist,
sum hann gjørdist. Er tað
so í lagi at standa við
silvurmerkjunum,
tá
avtornar?
- Nei, tað haldi eg ikki.
Eg haldi, at vit spæla ein
fínan dyst, og vit skapa
eisini tað, sum skal til. Um
nakað, so haldi eg, at vit
vóru betra liðið á vøllinum,
og so er tað ikki í lagi at
standa við silvurmerkjum,
segði Bergur Midjord.
Marni Djurhuus var sjálv-
andi ovurfegin, tá gullið var
komið til høldar, og hóast
hann ásannaði, at B36 slapp
dekan ov væl inn aftur í
dystin, so segði hann seg
ongan tíð hava kensluna av,
at sigurin var í vanda.
- Tað haldi eg ikki. Teir
fáa sjálvandi málið til 2-1,
og so trýsta teir væl eina
løtu. Men tað verður ikki til
meira enn tað sama. Vit
skora so eisini til 3-1, men
eins og við fyrra málið hjá
teimum, so eru vit sløsutir í
verjuni, soleiðis at teir
skora. Men tíbetur gekk tað
so kortini at toga sigurin
heim.
Og tað er kanska soleiðis,
at steypafinalurnar hjá tykk-
um helst skulu verða eitt
sindur spennandi?
- Ja, tað vísir seg. At móti
dystarenda skal spenning-
urin veruliga koma í, segði
Marni Djurhuus stórsmíl-
andi.
Silvurið ikki nóg gott
Bergur Midjord var vónbrotin, tá leygardagurin endaði við silvurmerkjum til hansara lið
Mynd: Sofus D. Johannesen
Skal verða spennandi
Gjøgnum allan dystin vóru støðugt nógvir tvídystir millum Marna Djurhuus og Karoly
Potemkin, sum var størsta álopshóttanin hjá B36
Mynd: Sofus D. Johannesen
Tað sigur ikki so lítið um styrkina hjá EB/Streymi,
at liðið eisini stendur seg hóast fráveruna av Mikkjal
Thomassen og Høgna Zachariassen
Mynd: Sofus D. Johannesen
landskappingina at gera.
Og hóast EB/Streymur í løt-
uni er sjey stig undan næstu
liðunum, so munnu júst
sundalagsmenninir vera teir
seinastu at kanna sær bitan,
áðrenn hann er svølgdur.
Men tá tað er sagt, so er í
løtuni ilt at síggja, hvør
hevur styrkina at taka odda-
sessin í landskappingini frá
EB/Streymi.
Sambært stigatalvuni, so
var talan um ein av argastu
FM-kappingarneytunum,
sum spælt varð ímóti, og so
fær tað illa verið annað enn
imponerandi, at EB/Streym-
ur í somikið stóran mun
hevði tamarhald á tí, sum
gekk fyri seg. Tollið og
trygt bíðaði liðið eftir møgu-
leikunum, og tá hesir komu,
høvdu teir eisini spælarar,
sum megnaðu at taka av.
Ikki minst Arnbjørn T.
Hansen, sum støðugt heldur
sítt meðal á einum máli fyri
dystin.
Og tá hugsað verður um
skaðastøðun hjá felagnum,
so gerst úrslitið ikki minni
imponerandi.
Mikkjal
Thomassen
og
Høgni
Zachariassen skuldu báðir
roknast millum profilarnar
á liðnum, men í løtuni fær
hvørgin teirra spælt. Og í
teirra stað hevur Brian
Olsen tikið av møguleika-
num á sentrala miðvøllinum,
meðan Leif Niclassen og
Levi
Hanssen
roynast
drúgvir sum bakkar.
Og tá Sorin Anghel nú
eisini hevur prógvað sína
styrki sum ein tann sterkasti
verjuspælarin í landinum,
gerast møguleikararnir av
broyta liðið enn størri.