Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juni 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 113 - 16. juni 2008 ] Munurin gjørdist Malena Josephsen og marginalarnir. Heidi Sevdal gjørdist fótbóltsupplivingin í finaluni, men yvirleggj­ arin og Olga Olsen forðaðu Heidi og B36 Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Nógv var gjørt fyri, at rammurnar hjá B36 og KÍ kvinnunum skuldu verða í lagið, tá bestu kvinnuliðini í Føroyum skuldu spæla steypafinalu á ovara vølli í Gundadali leygardagin. Men uppmøtingin hjá áskoðarunum var eitt vónbrot. Kanska 90-100 fólk vóru til dystin, og tá ein veit, at KÍ-kvinnurnar plaga at hava 200-300 fólk til onkran heimadyst, og at B36 hevði eitt lið í steypa- finaluni hjá bæði monnum og kvinnum og hevur eitt sera aktivt fjepparafelag, so má sigast, at áskoðarafjøldin til kvinnufinaluna var eitt vónbrot. Tey sum sóu steypafinaluna hjá kvinn- unum, sóu ein dyst, har kvinnurnar stríddust væl, men har lítið flótandi spæl var at síggja. Tað var fitt av hørðum nærdystum, har kvinnurnar veruliga ofraðu seg, og var tað ikki so sjáld- an, at spælið varð steðgað, tí spælarar lógu á vøllinum aftaná harðar nærdystir. Hugburðurin manglaði so ikki hjá báðum liðunum. Heidi og yvirleggjarin Tann spælarin, sum gav okkum bestu detaljarnur í dystinum var Heidi Sevdal hjá B36. Hon gjørdi nakrar flottar detaljur, har hon setti nakrar mótstøðukvinnur av, og var hon við í øllum tey framsøkjandi spælinum hjá B36. Men Heidi hevði ikki hepnið og marginalarnar við sær. Í 37. minutti sendi Heidi eitt sera væl tikið hornaspark beinleiðis á yvirleggjaran. Tá ein góður tími var farin hevði Heidi heldur ikki millimetur- bandið við sær. Hon gjørdi eitt flott soloraid gjøgnum KÍ-verjuni, aftaná at hava sett KÍ-verjuna av, so mangl- aði bara krúnan á verkinum, men aftur vardi yvirleggjarin fyri skotinum hjá Heidi. 10 minuttir seinni skeyt Heidi eitt gott fríspark ímóti máli- num hjá KÍ, men tá hevði Olga F. Olsen eina fantom- bjarging, har hon jústaði bóltin upp um málið. KÍ hevur funnið ein evnaríkan avloysara, nú Randi Wardum er farin til Ìslands at spæla við meistaraliðnum, Vali. Malena matchwinnari Í 63. minutti kom avgerandi løtan í dystinum. KÍ fær hornaspark, sum verður skotið væl innfyri, Malena Josephsen gerst hægst mill- um vinir og fíggindar, og skallar bóltin hart í málið. Málnøs, Matchwinnari og Malena eru trý ting, sum hoyra saman. Malena hevði eisini onkra aðra góða roynd, meðan Rannvá Andreassen var ikki líka eyðsýnd, sum hon so mangan hevur verið á vølli áður. Rannvá hevði tó eina góða roynd áðrenn steðgin, og beint áðrenn leiklok mundu tað verið nøkur, sum settu spurnartekin við, um hon var rangstødd. Ikki fyrr enn í 78. minutti kom tann fyrsta útskiftingin í dystinum, og var tað B36- venjarin, sum royndi at venda dystargongdini. Men tá hevði B36 longu havt sín- ar málmøguleikar, men neyðuga hepnið var, sum sagt ikki við teimum. Mill- um hæddarpunktini kann nevnast, at Halltóra Joensen hjá B36 royndi at gera ein “Beckham”, og skeyt eitt skot frá miðjuni, men tá var Olga vakin í KÍ-málinum. Eftir øllum sólarteknum verður KÍ greipuvinnari í ár, men B36 hevur so givið teimum góða mótstøðu hesi seinastu árini, og tað kunnu KÍ-kvinnurnar so vónandi brúka, sum góða sparring, nú tær í næstum aftur skulu út í evropeiska kapping. Formaðurin Í FSF, Høgni í Stórustovu handaði KÍ- kvinnunum steypið, og gav báðum liðunum, og kvinnu- fótbóltinum í síni heild nøkur góð og uppmuntrandi orð. B36 og KÍ eru bulurin á kvinnulandsliðnum, og vónandi býðst skjótt høvið at síggja kvinnulandsliðið í einar kapping, sum verður spæld í Føroyum. Sosialurin ynskir KÍ-kvinnunum hjartaliga tillukku við steypinum, við orðunum hjá týsku fótbóltslegenduni, Andreas Brehme: - Liðið, sum skorar hevur altíð uppiborið at vinna, tí tað er tað fótbóltur gongur út uppá!” (Sagt við danskar fjølmiðlar eftir EM-finalu ósigurin ímóti Danmark í Göteborg, í 1992). B36-KÍ 0-1 (0-0) 0-1: Malena Josephsen, 63. Dómari: Alex Troleis B36: Heidi á Lakjuni, Rakul V. Magnussen, Halltóra Joensen (Barbara Tausen, 76.), Rakul N. Joensen, Heidi Sevdal, Anja Weihe, Rúna Højgaard, Ása úr Dímun (Helena Johannesen, 83.), Petra Sjóstein, Jeanett Holm (Gunn Müller, 81.), Unnur Danielsen Gult kort: Eingin KÍ: Olga F. Olsen, Ragna Patawary, Doris í Garði, Olga Kristina Hansen, Rannvá Andreasen, Sofía Purkhús (Ása K. Thomsen, 81.), Elsa Maria Simonsen, Malena Josephsen, Paula Mikkelsen, Ann Olsen, Sigrid Jacobsen Gult kort: Petra Sjóstein FAKTA um dystin KÍ vann steypið – Heidi vann fótbóltshjørtuni Heidi Sevdal var stóra fótbóltsupplivingin í kvinnufinaluni, men eisini hon mátti boyggja seg fyri sigursvandu KÍ- kvinnunum Mynd: Sofus D. Johannesen Randi setti nýggj met Randi Kúrberg úr Havn legði leygardagin 2,37 metrar afturat meti sínum í hamar- kasti, og eisini setti hon nýtt met í kasti 5-dysti. Hetta hendi, tá Hvirlan skipaði fyri kastikapping á breytini við Eysturskúlan í Havn. Longu í fyrstu grein Randi hvussu langt hon er komin í ár. Í fyrsta kastinum við hamaranum kom hon út á 37.31 m. Tað var 11 cm frá hennara føroyska metið. Næsta kastið var styttri og tað triðja fór í netið, men í fjórða umfarið kastaði hon 37.92 m, og betraði sostatt føroyska metið við hálvum metri. Í fimta umfarið gjørdi hon so bart. Tá kastaði hon hamaran heilt út á 39.79 m, og setti sítt næsta føroyska met á degnum. Síðsta kast var 38.02 og sostatt eisini longur enn gamla føroyska metið. Samalagt setti hon tvey føroyskt met og betraði metið við tilsamans 2,37 metrum. Og eisini í kast 5-dystinum gjørdist talan um nýtt føroyskt met til Randi. Gloymdu steypið Tað var um reppið, at einki steyp var at spæla um, tá B36 og KÍ fóru á vøllin. For- maðurin í kappingarnevndini, Sveinur Tróndarson, váttar nevnliga fyri Dimma- lætting, at tey í FSF høvdu gloymt, at KÍ í fjør vann steypið til ognar. Eitt mistak, sum tey ikki komu eftir, fyrr enn ringt varð norð- ur fríggjadagin at minna á, at steypið skuldi við til Havnar. Tíbetur eydnaðist kortini at fáa eitt nýtt steyp til høldar, og so er klárt at seta nýggjar plátur á hetta.