Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-06-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. juni 2008síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 [ Nr. 113 - 16. juni 2008 ] Christian Høgni seldur til AB Tá føroyska kappingin fer í summarfrí miðskeiðis í juli mánaði, skiftir Christian Høgni Jacobsen til danska 1. deildarfelagið. Christian Høgni Jacobsen hevur leingi verið mettur sum ein av bestu føroysku fótbóltsspælarunum, og hann hevur eisini áður roynt seg í donskum fótbólti. Ta ferðina setti ein krossbandsskaði tó ein steðg fyri ævintýrinum, men nú er hann til reiðar at taka eitt nýtt tørn. - Christian Høgni hevur alla tíðina havt ætlanir um at royna seg uttanlands aftur. Og fleiri ferðir hava meira og minni ítøkiligir fyrispurningar eisini verið. Júst hesin møguleikin er tó íkomin hampu- liga brádliga, men tá semja fekst í lag millum HB og AB, valdi Christian Høgni at taka av møguleikanum, sigur Jákup í Stórustovu, sum er umboðsmaður hjá Christan Høgna. Í júst lidna kappingarárinum gjørdist AB nummar seks í donsku 1. deild. Kappróður Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var einki at rafla um. Sum á norðoyastevnu so vann Sílið sannførandi sigur í kappingini millum dreingjabátarnar. Sílið fekk góðan start. Junkarin og Havfrúgvin fylgdu væl við fyrstu løtuna, men so við og við dró Sílið frá kappingarneytunum. Junkarin royndi fleiri ferðir at svara aftur. Onkra ferðina var um reppið, at Junkarin fekk um róðrið á Sílinum, sum so svaraði aftur, og í endaspurtinum var meiri enn leyst frá Sílinum og aftur til kappingarneytarnar. Havfrúgvin var væl við fyrstu løtuna, men tað eydnaðist ikki vestmanna- dreingjum at vinna næst- fremsta plássið frá Junkar- anum. Harvið var vinnarin tann sami, sum hann var á norðoyastevnu, meðan Junk- arin, sum á norðoyastevnu var nummar trý, hesa ferð vann næstfyrsta plássið frá Havfrúnni. Í fjør vann Havfrúgvin FM, og Sílið vann silvur. Tá var Sílið fremst á norðoyastevnu, meðan Havfrúgvin, sum var næstfremst á Norðoyastevnu, vann á sundalagsstevnu. Soleiðis gekk tað ikki hesa ferð, men enn er eingin orsøk at avskriva allan spenning. Tað ber ikki til at fanga Sílið FM-kappróður 5-mannafør, dreingir Stig íalt Sundalagsst. 1 Sílið 14 7 2 Junkarin 11 6 3 Havfrúgvin 11 5 4 Tjaldrið 8 4 5 Teistin 5 3 6 Strípan 5 2 7 Tambar 1 1 8 Blikur 1 0 6-mannafør, kvinnur 1 Gongurólvur 13 7 2 Jarnbardur 13 6 3 Hósvíkingur 5 5 5-mannafør, gentur 1 Hvassi 13 7 2 Drekin 13 6 3 Junkarin 10 5 4 Firvaldur 7 4 5 Jallurin 7 3 6 Blikur 4 2 7 Tambar 2 1 5-mannafør, kvinnur 1 Sílið 14 7 2 Frúgvin 12 6 3 Erla Kongsdóttir 8 3 4 Katla 7 5 5 Ritan 6 2 6 Báran 5 5 7 Teistin 4 1 8 Jallurin 1 0 6-mannafør, menn 1 Sundabáturin 14 7 2 Tvørabáturin 12 6 3 Gongurólvur 9 5 4 Riddarin 9 4 5 Rádni 5 3 6 Lómur 5 2 7 Jarnbardur 2 1 8-mannafør 1 Heiðabáturin 14 7 2 Argjabáturin 12 6 3 Árnfirðingur 10 5 4 Kvíkíkingur 8 4 5 Knørrur 6 3 10-mannafør 1 Havnarbáturin 13 7 2 Ormurin Langi 13 6 Úrslitini á sundalagsstevnu 1 Sílið 5:19:11 2 Junkarin 5:22:06 3 Havfrúgvin 5:24:04 4 Tjaldrið 5:31:23 5 Teistin 5:33:13 6 Strípan 5:35:13 7 Tambar 5:37:13 8 Katla 5:41:04 9 Blikur 5:44:10 1 Gongurólvur 6:06:22 2 Jarnbardur 6:11:04 3 Hósvíkingur 6:16:22 1 Hvassi 5:38:01 2 Drekin 5:38:04 3 Junkarin 5:44:00 4 Firvaldur 5:47:22 5 Jallurin 5:50:00 6 Blikur 5:55:07 7 Tambar 5:59:21 1 Sílið 5:23:21 2 Frúgvin 5:25:05 3 Katla 5:31:09 4 Báran 5:31:09 5 Erla Kongsdóttir 5:32:03 6 Ritan 5:35:03 7 Teistin 5:36:04 8 Havfrúgvin 5:43:04 9 Blikur 5:45:11 1 Sundabáturin 7:50:04 2 Tvørabáturin 7:51:11 3 Gongurólvur 7:58:14 4 Riddarin 7:59:21 5 Rádni 8:06:10 6 Lómur 8:10:06 7 Jarnbardur 8:25:00 8 Víkingur 8:30:00 1 Heiðabáturin 7:05:17 2 Argjabáturin 7:07:03 3 Árnfirðingur 7:14:17 4 Kvívíkingur 7:17:19 5 Knørrur 7:20:17 1 Havnarbáturin 9:35:01 2 Ormurin 9:37:10 10 mannafør 5 mannafør dreingir 6 mannafør kvinnur 5 mannafør gentur 5 mannafør kvinnur 6 mannafør menn 8 mannafør – helst besta smyrjiolja í heiminum Her fært tú skift til bestu smyrjiolju www.shell.fo Norðoyggjar: Klaksvíkar Autolakering Klaksvík, tel 458787 Bilservice Klaksvík, tel 459393 E.Z. Verstaðið Klaksvík, tel 566878 Auto Fjósið Viðareiði, tel 451162 Autoshine Klaksvík, tel 457474 Eysturoy: Dekksentrið Saltangará, tel 475500 B.B.R. Service Lambareiði, tel 449111 Normek Norðagøta, tel 442002 Sandoy: Shell-Støðin Sandur, tel 361046 Suðuroy: Shell-Støðin Trongisvágur, tel 371466 Shell-Støðin Vágur, tel 373175 Streymoy: Berg Motors Tórshavn, tel 313535 Bilrøkt Tórshavn, tel 588880 Bilasølan Tórshavn, tel 315354 Akfarssølan í Hornabø Tórshavn, tel 320322 Shellstøðin Frælsið Tórshavn, tel 312112 Dekksentrið Tórshavn, tel 475500 Super Dekk Service Tórshavn, tel 314975 V.R.-Bilar Tórshavn, 322110 Wenzel Tórshavn, tel 354500 Norðbil Tórshavn, tel 363738 Norðcar Tórshavn, tel 308080 Vágoy: Bilverkstaðið Miðvágur, tel 332727 Dreingirnir hjá Havnar Róðrarfelag vundu burtur úr Junkaranum, sum leingi treiskaðist fyri at vinna dreingjaróðurin Aftur hesa ferð fóru dreingirnir á Sílinum fyrstir um málið. Og tað tykist vera spurningur, um nakar stendur teimum kurl í ár Mynd: Álvur Haraldsen